Mánadagin varð hann innlagdur á Ríkissjúkrahúsið, og støðan er ikki góð.
Uffe Ellemann-Jensen er pápi Jakob Ellemann-Jensen, sum er fólkatingsmaður og formaður í flokkinum Vinstra, og Karen Ellemann, sum eisini er fólktingslimur fyri Vinstra.
Jakob Ellemann-Jensen skrivar í morgun, at støðan hjá pápanum er so ring, at hann er, at hann er farin frá Fólkafundinum á Bornholm fyri at vera hjá pápanum.
Uffe Ellemann-Jensen er 80 ára gamal. Hann var uttanríkisráðharri í øllum stjórnunum hjá Schlüther árini 1982 til 1993. Pápi Uffe Ellemann-Jensen var eisini politikari og fólkatingsmaður, tað var Jens Peter Jensen.
Jakob Ellemann-Jensen skrivar soleiðis á Facebook fyri løtu síðani:
»I mandags blev vores far indlagt på Rigshospitalet. Han er alvorligt syg med den kræft, som han har været plaget af i en årrække. Det er desværre blevet værre over de seneste timer. Derfor er vi begge på vej tilbage fra Folkemødet på Bornholm for at være hos ham sammen med familien. De næste dage bliver afgørende, og derfor vil vi prioritere at være hos ham.
Mvh.
Karen og Jakob«