Leygardagin vóru teir tríggir, sum annan mikudag í Beograd skulu halda skil á, tá i_ Jugoslavia og San Marino skulu spæla HM undankappingardyst, á Mølini á Ei_i. Lassin Isaksen var dómari, og Jens Albert Simonsen og Jón Kári Frederiksen vóru hjálpardómarar, sum linjuverjarnir nú ver_a nevndir.
Eftir at hava veri_ vitni til fleiri dómaraavrik, sum ikki hava veri_ serliga sannførandi, eitt nú tí dómararnir alt ov væl hava víst, at teir hava veri_ bangnir fyri at missa tamarhaldi_, so kendist ta_ frágera gott at sta_festa, at á Mølini runnu tríggir í stuttum buksum, sum føroyski fótbóltsheimurin onga orsøk hevur at ivast fara at megna uppgávuna á Balkan.
Egga Jensen eygleiddi dómarabólkin. Hvat hann skriva_i og seg_i vi_ teir tríggjar er ivaleyst pressuni óvi_komandi. Men ta_ man eingin ivi vera í, at talan var um gott sko_smál. Har var so at siga einki at seta fingurin á. Vakurleikabletturin var kanska, at dómarin ta einu fer_ina í 1. hálvleiki var í so skjótur at bríksla fyri frísparki til Alexandur Johansen hjá Skála. Um hann hev_i havt bí_a_ eitt vet, so hev_i dómarin ivaleyst mett Skála at eiga størri fyrimun, um hann ikki bríksla_i.
Tá i_ Jónhard Frederiksberg hev_i stúta_ einasta máli_, gekk ein lítil løta, á_renn dómarin bríksla_i fyri máli. Ta_ tóktist sum um, at hann bí_a_i eitt sindur eftir hjálpardómaranum. Spurningurin mundi ivaleyst vera, um Jónhard var rangstaddur. Eftir at Bogi Gregersen hev_i lyft upp um uttarlaga stadda málverjan, var bara ein verjuspælari eftir, og so er jú rangstø_a, tí ta_ skulu vera tveir mótstø_umenn millum tann, sum fær bóltin, og baklinjuna. Men dómarin veittra_i ikki fyri rangstø_u, og harvi_ man hjálpardómarin hava hildi_, at Jónhard var aftanfyri næstaftasta heimamannin, á_renn hann setti eftir innlegginum og vi_ krúllinum st_rdi honum í máli_ og harvi_ tryggja_i Skála bronsumerkini.
Kringumstø_urnar
Ta_ hevur veri_ nevnt á_ur, men ta_ ger einki, um ta_ ver_ur tiki_ uppaftur. Kringumstø_urnar á Mølini finna neyvan sín líka. Á Vágsei_i er serstakt og stórt, men á Mølini er alt tættari og nærri. At síggja og hoyra ásko_ararnar sita á og undir hamrum er næstan sum at liggja á Kalsvík og síggja og hoyra ritukarri_. Og so man ta_ ikki vera nógva sta_ni í heiminum, at ein fittur partur av ásko_arafjøldini sita og liggja á tekjuni á húsunum og hyggja at fótbólti. Ta_ gera tey á ítróttarhúsinum á Mølini!
Undir dystinum fór ein av stóru útró_rarbátunum í Klaksvík ? ein av teimum sum vór_u smí_a_ir í Danmark eftir kríggi_ ? dunkandi eystureftir Flógvanum. Í lágættini mundi hann hava veri_ onkra sta_ni nor_ur úr M_lingini ella har á lei_.
Ta_ var lágætt, men á Mølini lá vindurin su_ur eftir vøllinum, ella hvussu ta_ vendir. Skilama_ur greiddi frá, at hetta komst av, at vindurin slerdi aftur úr Kollinum og so su_ur eftir vøllinum.