Ukraina lækkar aldurin til hertænastu

Nú kunnu ukrainar, sum eru millum 25 og 60 ár, sendast í kríggj móti russiska hersetingarvaldinum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur undirskrivað eina samtykt, sum lækkar aldurin fyri, nær ukrainar kunnu sendast í kríggj.

 

- Aldurin verður lækkaður úr 27 árum og niður í 25 ár, veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

Samtyktin merkir, sigur tíðindastovan, at allir ukrainar, sum eru millum 25 og 60 ár, kunnu sendast á hermótið.

 

Tað er einki, sum bendir á, at Russland ætlar at gevast við álopskrígnum á Ukraina, sum nú hevur vart í meira enn tvey ár.