Ukraina sigur nei til niðurslitnar stríðsvognar

12 av 20 stríðsvognum, sum Danmark higartil hevur latið Ukraina saman við Týsklandi og Niðurlondum, eru í ólagi.

 

Tað eru staðfest brek á 12 av 20 stríðsvognum, sum Danmark higartil hevur latið Ukraina saman við Týsklandi og Niðurlondum.

 

Tað veit danska Tv2 at siga.

 

Í tveimum av stríðsvognunum, sum eru av slagnum Leopard 1A5, eru staðfest týðandi brek.

 

Tv2 sigur, at upplýsingarnir stava frá einari skrivligari frágreiðing hjá danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen.

 

Sagt verður, at ukrainski herurin sjálvur loysir trupulleikarnar í tíggju av stríðsvognunum, men hinir 10 eru framvegis í Póllandi.

 

Týsdagin í hesi vikuni skrivaði týski miðilin, Der Spiegel, at Ukraina hevur sagt nei takk til tíggju aðrar stríðsvognar, sum Týskland hevur latið.

 

Hesir vóru ov niðurslitnir, og av somu orsøk vil Ukraina ikki hava teir.