Hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina sigur, at eitt ukrainskt dronuálop fríggjadagin rakti eina russiska hernaðarstøð á Krim-hálvoynni í Svartahavinum.
Tað var í 2014, at Russland tók hálvoynna frá Ukraina, umframt at landið nú í meira enn hálvt annað ár hevur roynt at tikið aðrar landslutir frá Ukraina aftrat.
Men, nú gongur striltið hjá russiska herinum at vinna fram, og síðan landið leyp á hin 24. februar í fjør, eru russar riknir aftur víða um í ukrainskum øki.
Enn restar tó nógv í, at russiski herurin tekur seg aftur úr Ukraina, har teir framvegis sita á stórum landaøki har eysruri og suðuri í landinum.
Íbúgvar á Krim, sum búgva nærindis hernaðarstøðini, sum ukrainar søktu at í gjár, siga frá spreingingum og stongdum vegum á leiðini.
Tíðliga í gjár upplýsti Russland, at Ukraina hevði framt higartil størsta og mest samskipaða álopið móti økjum á Krim, sum Russland í løtuni hevur ræðið á.
Samstundis søgdu russar, at teirra loftverjuskipanir høvdu skotið niður - ella tvungið niður - tilsamans 42 dronur, áðrenn tær raktu sínum málum.
Hernaðarliga fregnartænastan í Ukraina sigur á hinari síðuni, at álopið rakti russisku strandaverjuna í Perevalnoje, sum liggur fleiri enn 200 kilometrar úr økjum, sum Ukraina ræður yvir.
- Fólkið - ikki bara í Ukraina, men eisini á Krim - eigur at hugsa um og trúgva, at vit fara at sigra, og at okkara frælsi ikki er langt burtur.
Tað sigur leiðarin fyri hernaðarligu fregnartænastuna í Ukraina, Kyrylo Budanov, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur leiðaran.