Ukrainar hava tikið býin Tsjuhujiv aftur frá russum

Sagt verður, at tveir týðandi russiskir herovastar hava latið lív í bardøgunum um býin, har umleið 30.000 fólk búgva.

Í morgun skriva útlendskir miðlar, at ukrainski stjórnarherurin hevur tikið býin Tsjuhujiv har eysturi í Ukraina aftur frá russum.

 

Tíðindastovan NTB, sum endurgevur BBC, veit at siga, at harðir bardagar hava verið í býnum, har russar hava mist nógv fólk og útgerð.

 

Upplýsingarnir eru ikki váttaðir av óheftum keldum, men sagt verður, at tveir týðandi russiskir herovastar eisini hava latið lív í bardøgunum.

 

Í býnum Tsjuhujiv, sum liggur umleið 37 kilometrar frá næst størsta býi í Ukraina, Kharkiv, búgva umleið 30.000 fólk.

 

Kharkiv hevur annars verið undir áhaldandi álopum frá russiskum herdeildum í fleiri dagar.