Eftir sigur í fyrsta umfari eydnaðist teimum aftur í gjár at vinna í øðrum umfari. Her vóru teir á vitjan í Portugal hjá Benfica, og Shaktar vann dystin 1-0. Málið bleiv skotið av brasiliumanninum Jadson, eftir gott forarbeiði av landsmanninum Fernandinho og rumenanum, Razvan Rat. Eftir sigurin er Shaktar nú á odda við fullum stigatali, meðan AC Milan og Celtic hava trý stig hvørt. Aftast er Benfica við ongum stigi.