Ukrainskt dronuálop langt inni í Russlandi

Reuters veit at siga, at ukrainskar dronur raktu partar av Taneco-oljureinsiverkinum, sum liggur heilar 1300 kilometrar úr ukrainska markinum.

Ukraina hevur framt eitt dronuálop á eitt av størstu og mest framkomnu oljureinsiverkum í russiskum øki, og hetta hendi í russiska lýðveldinum, Tatarstan.

 

Russisku myndugleikarnir siga, at tað eydnaðist at byrgja upp fyri álopinum, men ukainski herurin sigur, at teirra dronur gjørdu munandi skaðar í oljureinsiverkið.

 

Lokalir myndugleikarnir í Tatarstan siga, at fleiri eru særd í álopinum, sum rakti eitt ídnaðarøki.

 

Russiskir myndugleikar hava seinni viðgingið, at loftverjan byrgdi upp fyri dronuálopinum, sum var vent móti oljureinsiverkinum - heilar 1300 kilometrar úr Ukraina.

 

Talan er um oljureinsiverkið, Taneco í Nizjnekamsk í Tatarstan.

 

Borgarstjórin í býnum, Ramil Mullin, sigur, at elektroniska loftverjuskipanin gjørdi av við ukrainsku dronurnar, sum tó gjørdi skaðar aðrastaðni í býnum, har leivdirnar duttu niður.

 

Reuters veit at siga, at ukrainskar dronur eisini raktu partar av Taneco-oljureinsiverkinum.

 

Tað sermerkta við hesum álopi, er, at ukrainsku dronurnar, sum landið sjálvt hevur framleitt, ferðaðust heilar 1300 kilometrar yvir russiskum øki, har tær raktu málum.

 

Býurin, Nizjnekamsk, liggur sambært Reuters 1050 kilometrar eystan fyri Moskva, og Taneco-oljureinsiverkið er eitt av teimum nýggjastu og mest framkomnu í Russlandi.