Týski súkklarin Jan Ullrich vil síggja prógv fyri, at hann hevur dopað seg. Tað sigur hann á heimasíðu sínari, eftir at hann hevur verið í andglettinum seinastu dagarnar orsaka av søgum um doping. Ullrich er ein av skúkklarunum, sum eru blandaðir upp í eina dopinggølu í Spania, og hann sleppur tí ikki at verða við í Tour de France í ár.
- Advokatar hjá mær hava biðið spaniónlar um at koma við ítøkiligum prógvum ímóti mær, sigur Jan Ullrich.- Í einum rættarsamfelag ert tú ósekur, til nakað annað er pógvað, sigur hann.