Ulrik úr Matador er deyður 64 ár

Tað var leikluturin sum Ulrik Varnæs í Matador, sum gjørdi Jens Arentzen kendan sum sjónleikara. Hann doyði í dag 64 ára gamal.

 

Tey flestu munnu minnast Jens Arentzen sum sjónleikaran sum Ulrik Varnæs í »Matador«, altso tann vaksna Ulrik Varnæs. (Arkivfoto). - Foto: Bax Lindhardt/Ritzau Scanpix

Sjónleikarin, leikritahøvundurin og leikstjórin Jens Arentzen er í dag deyður eftir at hava verið sjúkur við krabba. Hann gjørdist 64 ára gamal. 

Tað upplýsir familjan fyri Ritzau.

Arentzen gjørdist av álvara kendur, tá hann spældi leiklutin sum ungi Ulrik Varnæs í sjónvarpsklassikaranum »Matador«.

Eftir »Matador« gkRdost Jens Arentzen víðakendur eitt nú í leiklutinum sum ungi felagin hjá Jens Okking sum kriminalassistenturin Steen Dahl í røðini »Een gang strømer ...«.

Gjøgnum áttatiárini og nítiárini hevði hann stórar hjáleiklutir í millum annað »Midt om natten«, »Ballerup Boulevard« og »Hip, Hip Hurrah!«.

Seinni fór hann at royna seg um leikstjóri, har hann í 1995 byrjaði við sjónvarpsfilminum »Lille John«, og í 2000 fekk hann ein Robert fyri filmin »Solen er så rød«.

Seinastu árini hevur hann undirvíst og hildið fyrilestrar um bæði truplu barnaárini og um tað sum hann hevur uppliva í films- og sjónvarpsheiminum.

»Skuespillerens Værktøjer« frá 2001 var hansara verk, sum eru fýra filmar upp á 30 minuttir um sjónleikateknik. Verkið kom sum bók í 2002.

Jens Arentzen vaks upp í heimi við eini sálarsjúkari og alkoholiseraðari mammu og einum pápa, sum kom lítið út ímillum fólk. Tað setti síni serligu spor hjá unga Jensi.

– Um tú kemur úr so skirvisligum heimi, so fert tú at akta. Hvussu ljóða fetini í gongini? Hvussu setur pápi lyklin í hurðina?

 

##med2##

– Tú leggur merki til onnur, og tí arbeiði eg nógv við. Tí um tú kennir ov nógv til onnur, so ert tú sjálvur tann ringasti at kenna teg sjálvan, segði hann við Kristeligt Dagblad í 2014.

Í 2019 gav hann út bókina »Barnet, Byen og Verden«, sum er ein kjakbók um ósæddu lagnurnar í samtíðini.

Bókin var ein roynd at seta fokus á tey fólk, sum kenna seg øðrvísi.

– Tey hava diagnosur, búgva á stovnum og hava trupult við at ganga í skúla ella fáa arbeiði. Tað eru eingin, sum sig við tey, at einki er galið við teimum, men at tað í veruleikanum snýr seg um, at stjúkpápin setti eld á pyjamas teirr við einum tendrara, tá tey vóru lítil, segði Jens Arentzen við Politiken í sambandi við bókaútgávuna.

Í 2013 var Jens Arentzen vertur í sendingini »Erkendelsens time« á DR2, har hann hevði samrøður við fólk, sum vóru uppvaksin í familjum, sum ikki riggaðu ella undir hørðum sálarligum trýsti.

Eftir Jens Arentzen sita dóttir og tvey abbabørn.

/ritzau/

 

Tey flestu munnu minnast Jens Arentzen sum sjónleikaran sum Ulrik Varnæs í »Matador«, altso tann vaksna Ulrik Varnæs. (Arkivfoto). - Foto: Bax Lindhardt/Ritzau Scanpix