Samráðingarnar millum ABC-flokkarnar hildu fram í morgun klokkan 10. Tinglimir komu soleiðis pø á pø um tíggjutíðina, og samráðingarnar fóru síðani í gongd.
Flokkarnir sita í tveimum ymsum bólkum í løtuni. Annar bólkurin viðgerð útbúgving, mentan og gransking, meðan hin bólkurin viðgerð tey ríkisrættarligu viðurskiftini umframt búskapar- og fíggjarmál.
Sambært formanni Fólkafloksins, Jørgeni Niclasen, eru tey ultimativu krøvini ikki komin á borðið enn. Hann upplýsti, at flokkarnir enn ikki høvdu viðgjørt tær stóru ósemjurnar, sum eyðvitað eru millum partarnar.
- Einki er sett uppá spíssin, og vendingin “eg finni meg ikki í” er ikki brúkt enn, segði Jørgen Niclasen í tinginum í morgun.
Hann legði afturat, at slíkar samráðingar taka nógvar dagar, og at teir veruligu snávingarsteinarnir ikki eru viðgjørdir til fulnar enn. Jørgen Niclasen hevur heldur ikki meldað út, hvussu Fólkaflokkurin prioriterar undir samráðingunum, og hvørji vallyftir viga tyngst.
Samráðingarsnild krevst
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, kundi í dag hátíðarhalda 80-ára dagin fyri umboðanini hjá Javnaðarflokkinum í løgtinginum, men tíð er ikki til nakra stóra veitslu í hesum døgum.
- Vit halda fram við samráðingunum í dag, og eg vænti ikki harðar samráðingar í dag, segði løgmaður í morgun.
Hetta merkir tó ikki, at tey tungu málini við teimum stóru ósemjunum ikki eru til viðgerðar.
- Vit sita mitt í teimum tungu málunum, segði løgmaður, sum sambært stýrisskipanarlógini hevur tólv yrkadagar at skipa eina nýggja samgongu.
Løgmaður fær seg veruliga royndan í hesum døgum. Nógv mótstríðandi sjónarmið í trimum ymiskum flokkum skulu samansjóðast, og eitt felags grundarlag skal orðast. Umframt at kabalin millum ABC-flokkarnar skal ganga upp, hava flokkarnir eisini stórar innanhýsis ósemjur, sum skulu takast við í roknistykkið hjá teimum trimum samráðingarleiðarunum.
Jógvani Mørkøre, samfelagsfrøðingur, skýrir í Sosialinum í gjár samgonguskjalið frá 2004 at vera eitt útvatnað skjal, sum parkerar fleiri stórmál fyri at halda saman uppá eina fjølbroytta samgongu. Spurningurin er, um flokkarnir kunnu loyva sær at gera eitt líknandi samgonguskjal, sum ikki ítøkiliga ger greitt, hvørjar ætlanir samgongan hevur.
Kaj Leo bjartskygdur
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at yvirtøka av málsøkjum frá danska statinum høvdu verið til viðgerðar í gjár, og partarnir høvdu tosað um, hvørjir møguleikar vóru á hesum økinum.
Fólkaflokkurin fór til val uppá tað, at øll 21 málsøkini, sum framvegis kunnu yvirtakast sambært heimastýrislógini, skulu yvirtakast áðrenn 2015. Spurningurin er so, hvussu nógvar yvirtøkur Fólkaflokkurin ætlar at kroysta ígjøgnum, og hvussu nógvar yvirtøkur Sambandsflokkurin kann ganga við til.
Kostnaðurin av yvirtøkunum er eisini sera avgerandi. Tað kann hugsast, at Sambandsflokkurin fer at góðtaka yvirtøkur av málsøkjum, ið ikki tyngja landskassan, men at flokkurin ikki fer at góðtaka kostnaðarmiklar yvirtøkur í komandi valskeiði.
Kaj Leo Johannesen vísti eisini á onnur stórmál, sum flokkarnir skulu koma ásamt um. Hesi eru spurningurin um ES og tilfeingi í havinum.
Sambandsflokkurin meldaði undir valstríðnum kraftiga út, at hann ynskti eitt tættari tilknýti til ES, og at hetta skuldi vera ígjøgnum danska limaskapin. Hesum vilja hvørki Fólkaflokkurin ella Javnaðarflokkurin hoyra talan um, og her stendur Sambandsflokkurin rættiliga einsamallur.
- Tað sær rættiliga lovandi út, segði Kaj Leo Johannesen hóast alt, og tað er ein greið ábending um, at sambandsmenn eru bjartskygdir um samráðingarnar.