Um at missa fótafestið

Nær munnu óvanligar tíðir hava sett djúp spor eftir seg í Føroyum?

Sjálvandi settu árini 1940-1945 djúp, varandi spor, meðan Føroyar vóru hersettar av bretskum hervaldi. Í miðøldini og longri aftur, tá ið búseting so við og við fór fram í Føroyum, tóku sagnir og ævintýr seg so líðandi upp – sjálvsagt bert í munnligum líki – við leikluti í Føroya søgu.

Jakop Jakobsen, føddur í Tórshavn 22.02.1864, deyður í Keypmannahavn 13.08.1918, føroyskur málgranskari og norðurlendskur filologur, skrivaði Sagnir og Ævintýr og gav út hetta stóra bókaverkið 1898-1901.

Tá ið nøkur mentafólk – føroyingar og danir – í 17. og 18. øld løgdu árar út, til tess at skapa eitt haldgott føroyskt skriftmál, framdu tey størsta siðsøgubragd nakrantíð í Føroya søgu, tí við einum

slíkum skriftmáli bar til at goyma og varðveita minni og hendingar, áðrenn alt fór í gloymsku og hvarv í myrkri. Okkara ”Føroya søga” varð sum kunnugt skrivað av dugnaligum søgufólki í Íslandi og Danmark við teirra skriftmáli.

Her fara vit ikki longri aftur enn til ta tíðina, sum gomul fólk halda seg minnast okkurt um í smáum brotum.

Gomul fólk minnast, hvussu tey sum børn – á økinum úti á Reyni, á Doktaragrund, í Gongini og øðrum økjum har um leiðir í tí gomlu Havnini – hildu uppat við at spæla niðri í Gongini. Men tey minnast eisini, at nakrir menn byrjaðu at sundursorla øll tey smáu húsini í Gongini millum Müllershús (fyrr Tingstova) og Fútastovu: Villustova, Oyspustova, Í Gong, Í Dali, Dávastova, Við Stein og Ísaksstova. Ikki einans húsini, men eisini tún og frárensl, rein og nosslig, vórðu sorlað. Alt varð brotið niður. Alt, bæði úti og inni, hvarv.

Hetta paradísið hjá tilkomnum og børnum í tí gomlu Havnini hvarv so við og við í 1931. Tá var hann, ið hetta skrivar, 6 ára gamal.

Í staðin fyri tey sjey húsini kom ein tjúkkur betongveggur við ongum hurðum og ongum vindeygum móti Gongini. Kanska var ein hurð í sunnara enda av múrinum.

Gamalt lív og gomul sál og spælandi børn í Gongini. Alt hvarv. Við hesari vandalismu kom Joakim von And-syndromið í gullkálvadansin.

Tá komu óvanligar nýggjar tíðir í Føroyum.

Syndromið í tí nýggja betongvegginum bólgnaði, trokaði seg í hvørja smogu og hvørja sprekku; fekk vald. Rillaði onkuntíð, fekk hjálp uttanífrá, brast so við einum braki á sjálvum trýssinstjúgunda føðingardegnum. Nógv fólk vitjaðu –  og ervið varð drukkið. Men gullkálvasyndromið í Gongini hvarv ikki, og føroyingar í túsundatali rýmdu av landinum.

Tømdir eru steypar allir. Men dansurin um gullkálvin gevst ikki so, hóast eingin treður dansin undir moldum.

Um mentafólk sum William Heinesen og Maurentius við Stein og fleiri onnur ikki við kærleika og listarhegni høvdu dugað at greitt frá tí gomlu Havnini og fólkunum, sum har livdu, virkaðu og doyðu, ja, so var øll livandi mentan um okkara forfedrar í Havn horvin í gloymsku. Hóast okkara føroyska skriftmál tá var veruleiki.

Sum kunnugt kann vandalisma ikki hvørva við einum pennastroki. Tvørturímóti. Vandalisma er vanliga seiglivað við nýggjum vøkstri. Vanliga kallað ókrút.

Slík vandalisma hevur, hóast alt, ikki trivist úti í tí gomlu Havnini, hóast sumt har er merkt av tonnum tíðarinnar.

 

Í 1760-61 lat presturin í Hvalba, Johan Henrik Samuelsen Weyhe, byggja eini hús úti á Reyni í Havn til dóttur sína Armgarð Maria Weyhe, sum varð gift í Keypmannahan 31. juli 1753 við einum hattamakara, Niels Sørensen Egholm. Í hjúnabandinum vóru 2 synir og ein dóttir. Hjúnabandið slitnaði, og Armgarð Maria, nú Egholm, flutti heim aftur til Føroya við tveimum av børnunum.

Tað triðja flutti seinri og búsettist eisini í Føroyum. Í nýggjum húsum, Egholmshús, sum pápin læt smíðja, búði Armgarð Maria Egholm, til hon doyði 30. oktober 1828.

Ommudóttir hennara, Armgarð Maria Egholm, 1791-1888, og maður hennara, Jørgen Frantz de Hammershaimb, 1767-1820, vóru foreldur V. U. Hammershaimbs.

Tá ið Armgarð Maria Egholm gjørdist einkja, flutti hon við tveimum børnum úr løgmanssetrinum á Steig til mammuna í Nýggjustovu í Havn. Har búði hon til 1822 við dóttur síni, tá tær fluttu til sonin og beiggjan, sum tá búði í Keypmannahavn, Overgaden neden Vandet 168. Hon búði hjá soninum, til hon doyði í 1888.

Foreldur V. U. Hammershaimbs vóru sum sagt Jørgen Frantz Hammershaimb, løgmaður, og Armgarð Maria Egholm, ommudóttir Armgarð Mariu, fødd Weihe, gift Egholm.

 

Um Skansagarð úti á Reyni vita vit, at ein Madame Hammershaimb átti Skansagarð í 1784, og at einkjan Johanne Hammershaimb, sum búði á Skansagarði, doyði 14. oktober 1791, 67 ára gomul. Hon var tann fyrsta, sum varð jarðað í nýggja kirkjugarðinum á Bryggjubakka.

Nær Skansagarður varð bygdur, er óvist, men tað er sannlíkt, at hann er bygdur um somu tíð sum Egholmshús, t.v.s. 1760. 1. juli 1879 keypti Johan Vilhelm Mohr, abbi mín, deyðsbúgvið eftir Jens Davidsen og konu hansara Maren Margrethe Johannesen: Skansagarð, pakkhús, torvskerarætt í Havnardali o.a. fyri 4.300 krónur. Soleiðis sum búgvið varð gjørt upp, má tað haldast at hava verið eitt valaheim, sum myndaði búgvið. Vilhelm Mohr var tiltikin røkin maður. Tá ið Skansagarður gjørdist hansara ogn, varð hann væl umsitin bæði uttan og innan. Eitt nú varð træverkið uttan regluliga smurt við petroleum. Í húsinum, í dag 260 ára gamalt, var eingin fýrur. 

Um nevnda Jens Davidsen lesa vit í Eikirøtur 1832-2007, sum kom út 2008:

Hann var hvalbingur, 1803-1878, og 10 ára gamal fór hann til Havnar og búði á Skansagarði. Jens Davidsen gekk í skúla hjá Jens Cristian Svabo. Har fekk hann so góðan lærdóm, at hann longu 14 ára gamal fekk starv hjá amtmanninum, og hann starvaðist á amtsskrivstovuni í 62 ár. Jens Davidsen var ein hámentaður maður. Tað er honum fyri at takka, at Føroyingasøga kundi koma út í prýðiligari útgávu á føroyskum í 1832. Hann og C. L. Tillisch, amtmaður, íbirtu Føroya Amts Bókasavn í 1828.

Sambært tí, ið er skrivað um mentamannin Jens Davidsen, hevði hann stóra ávirkan á almenn viðurskifti í Føroyum.

Í øldir var Skansagarður mentanardepil í Havn. Har hava tey óivað sitið væl. Eitt nú fútin og embætisfólk frá kgl. handlinum í Tinganesi, Jens Chr. Svabo, Nicolaj Mohr, V. U. Hammershaimb, Jørgen Landt og aðrir prestar, Nólsoyar-Páll, Niels Winther og beiggi hansara, Jens Davidsen [den mest belæste nulevende Færing/úr brævi frá V. U. Hammershaimb], løgmenn, sorinskrivarar, Ólavur Bóndi á Heygum í Vestmanna [fíggjaði og legði ta fyrstu telefonlinjuna í 1905], Janus Djurhuus, Richard Long, Hans Marius Ejdesgaard, Jákup Dahl, M. A. Jacobsen (Mass), Karl Einarsson (á Dunganum), hertogin á St. Kilda o.s.fr.

Tá ið urmakarin Lauritsen, sum eisini seldi tubbak v.m. á Áarvegnum, vitjaði á Skansagarði, var eingin ivi um, at kortspælið L´hombre var á borðinum inni í kabinettinum, har portier var millum stovuna og kabinettið.

Anna Sofie Mohr, fødd Davidsen, og Johan Vilhelm Mohr høvdu tríggjar døtur. Fyrsta gift prestakona á Viðareiði, onnur gift bóndakona á Bornholm og triðja gift bóndakona í Kirkjubø. Tær báðar, sum meginpartin av teirra langa lívi búðu í Danmark, skrivaðu drúgv brøv til foreldrini á føroyskum, sum tær ikki høvdu lært í skúlanum. Prestakonan, Malla Faulenborg, elligomul á deyðastrá í Keypmannahavn, segði við aðra av sínum døtrum, sum enn er á lívi 101 ára gomul: ”Heilsa mær mínum kæru oyggjum.”

 

Bókaútgáva

 

Í 2008 gav Eik Grunnurin út bókina Eikirøtur 1832-2007 um:

Færø Amts Sparekasse 1832-1962

Føroya Sparikassi-Eik 1963-2001

Føroya Sparikassi P/F-P/F Eik Bank 2002-2007

Av tí at P/F Eik Banki og Eik Grunnur fóru á heysin stutt eftir, at bókin kom út, fekk hon ein aktualitet, sum kanska eingin hevði roknað við.                                                                                                                                                                                                    Hesin aldargamli sparikassin hevði ætt eftir ætt verið ósvikaligi tryggleikin í peningamálum og sparipeningi hjá Føroya fólki. Tryggari enn stórbankar í øðrum londum. Føroya Sparikassi hevði eina aura av áliti, skynsemi og varsemi.

Adam var í paradísinum, til hann læt seg lokka – og paradísið hvarv.

175 ára gamli Føroya Sparikassi læt seg lokka – og sparikassin hvarv.

Tað kom í ljósmála í tí Harrans ári 2000 – snøggari kundi tað ikki verið – at vanligt vit og skil í umsitingini av almennum og privatum peningi í Føroya Sparikassa P/F-P/f Eik Banka varð tveitt fyri borð. Og tað við rúkandi ferð:

Føroya Sparikassi gjørdist kastibløka hjá ábyrgdarleysum spekulantum, sum við broyttum nøvnum

– P/F Eik Banki og Eik Grunnurin – broytti sparikassan til eina skurvblanding, sum vanlig fólk skiltu lítið og einki av.

P/F Eik Banki og nýstovnaði Eik Grunnur og Virðismarknaður Føroya og Føroya Landsstýri vóru aktørar í hesum øra leiki, sum eisini setti síni spor í landskassan, hóast hetta ikki átti at hent, um § 42 í løgtingsins lóg nr. 103 frá 26.07.1994 um stýrisskipan Føroya varð hildin.

Fuglurin Fønix tevjaði bál og øsku.

Men dansurin gekk so lystiliga við stóríløgum í Føroyum og í Danmark:

Eik Bank Danmark A/S, SkandiaBank A/S og so rapaði úr sjáttuni: Kaupting Bank, Notio, Investa, Sprong, Finans Netbank og nógv annað. You name it.

 

Tað stóð ikki á: Glæstriborgir vórðu keyptar og bygdar í Føroyum og í Danmark. Tvær Yviri við Strond. Onnur til høvuðssetrið og hin til ”Lebensraum.” Ein við Tinghúsvegin. Ein í Klaksvík. Útibankar á hvørjum tanga. Og í Danmark. Alt bankans ognir – við landsstýrinum sum aktørur.

Í urtagarðinum hjá sparikassanum í miðbýnum í Havn kom eitt nýtt búmerki úr gróti, sum ”stendur væl í grøna umhvørvinum.” Búmerkið hvarv. Harrin viti hvar. Satt at siga var tað átøkt einum gravsteini. Og so standmyndin inni í avgreiðsluni av einum pissandi manni. Eisini hann hvarv – ætlandi pissandi – við ongum vatni.

Meðan gullkálvadansurin gekk so lystiliga, varð í januar mð. 2003 Virðisbrævamarknaður Føroya (VMF) stovnaður. Hann átti stóran leiklut í tí syndarliga skrædlinum nøkur fá ár seinni.

Sambært landskassans roknskapum setti Føroya Landsstýri fleiri milliónir sum eginpening í VMF. Tær milliónirnar eru ætlandi seinri strikaðar í nevndu landskassaroknskapum sum endaligt tap skattaborgarans.

Í løgtingslóg nr. 103 frá 26.07.1994, § 42 er fyriskipað, at lán ella borgan o.a.m., ið skuldbindur løgting, landsstýri ella stovnar undir landinum, kann ikki verða tikið uttan við heimild í løgtingslóg.

 

Samanlagt eitt sjáldsamt rekviem: deyðsmessa.

 

Í bókini Eikirøtur lesa vit, at navnframi náttúrufrøðingurin Nicolai Mohr (22/11 1742 – 4/2 1790)   ”varð raktur av politikki, sum í dag hevði verið kallaður Berufsverbot.” Hetta var eitt fyribrigdi í Týsklandi, sum fyri hálvari øld síðani sýtti ávísum fólki at vera í almennum starvi.

Við stuðli frá ríkisstýrinum gjørdi Nicolai Mohr vísindaligt arbeiði í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Í áhugaverdari grein í Varðanum 1924 skrivar M. A. Jacobsen, bókavørður, at Nicolai Mohr fór úr Keypmannahavn til Íslands við seglskipinum ”St. David” 24. juni 1780, og at teir sóu land 28. juli. Tað var Langanes, og 7. august komu teir til Skagastrandar á Norðurlandinum. Siglingsferðin vardi soleiðis 44 samdøgur. Um heystið, 21. oktober 1781, sigldi hann úr Djúpavági (á Eysturlandinum) aftur til Danmarkar.

Hálva øld seinni fór tann tá 12 ára gamli V. U. Hammershaimb og mamma hansara, Armgarð Maria, við einum kgl. handilsskipi úr Føroyum til Danmarkar. Hesin sonur hennara skuldi til Danmarkar at studera. Skipið kom í áhaldandi storm og ódnarveður og óhapp hendi á einari vág í Noregi. Skipið rak á land og róðrið smildraðist. Ikki fyrr enn 26. februar 1832 [sama árið, Færø Amts Sparekasse varð stovnaður] varð ankrað uttan fyri Keypmannahavn. Hendan ferðin vardi 126 samdøgur – ella 82 samdøgur fleiri enn ferðin hjá Nicolai Mohr úr Danmark til Íslands.

Hvussu bókin Eikirøtur kann koma til ta niðurstøðu, at Nicolaj Mohr kundi verið raktur av Berufsverbot (arbeiðsbanni) av politiskum orsøkum, er ikki lætt at skilja hjá vanligum fólki.

Nicolaj Mohr og 4 ár yngri vinmaður og granni og lestrarfelagi Jens Chr. Svabo (1746-1824) settu djúp spor í mentanarheimin úti og heima. Tað eru teirra rúgvismiklu orðasøvn og vísindaligu avrik prógv um. Báðir høvdu teir, kanska sum teir fyrstu føroyingarnir, náttúrufrøðiliga útbúgving. Teir búðu á ”Regensen,” meðan teir lósu við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Fingu styrk frá Havnar latínskúla og frá kgl. handilsnevndini.

 

Nicolaj Mohr doyði 1790 í Danmark, 48 ára gamal, av nýrasjúku (stensygdom), sum hann fekk, meðan hann arbeiddi í Íslandi. Tann drúgva siglingsferðin og arbeiðið í Íslandi og Grønlandi var kanska í so strævið?

At flogvitið Svabo ongantíð í sínum langa lívi fekk eina fíggjarliga trygga tilveru, og tessvegna livdi og doyði í fátækradømi í Havn, er ein sorgarleikur so føroyskur sum nakar: embætisfólk við stórum valdi áttu kanska teirra leiklut, sum Eikirøtur vísir á?

Sama hvat. Eikirøtur – kanska mest áhugaverda bók í Føroyum í mong ár – er prýðilig við nógvum góðum frásagnum og áhugaverdum myndum, men tað er óheppið, at nøvn og árstøl eru skeivt skrivað. Eitt nú (upp á gjøt): Sambært ættartalvuni eigur navnið á kongs- og óðalsbóndanum í Hoyvík at skrivast Mouritz Mohr og ikki Móris Mohr, og navnið Nicolai Mohr eigur ikki at verða skrivað Nikolai. Nicolai Mohr varð føddur 1742 og ikki 1745. Oyggin Man er stavað Mon.

Bókin Eikirøtur er áhugavert søguligt skjal. Tragikomiska og fløkjasliga tíðarskeiðið 2000-2007 hjá Sparikassanum er so væl lýst (bókin endar 2007), at allar frásagnir um tann tápuliga Ebberød Bank blikna.

Stutt eftir at Ekirøtur varð borin ókeypis í hvørt heim í Føroyum, slitnaði ringurin um tann lystiliga gullkálvadansin undir Skansanum, á Skarvhellu við Válgaravík Yviri við Strond. Alt gullið var horvið og væl goymt í øðrum lummum. Partabrøv Eikgrunsins, milliardaupphædd nú við ongum virði, kundu makulerast – eisini tey, ið Føroya landsstýri [uttan løgtingsins loyvi?] hevði keypt.  

 

                                                                  ***

Tá ið løgtingsvalið 1997 hevði verið, og nýggj politisk samgonga fór til verka, vórðu beinanvegin tiltøk framd, til tess at skerja ríkiskassans fígging av lógarbundna parti av rakstrar- og íløguútreiðslunum hjá okkara heilsuverki og skúlaverki v.m.

Hesi tiltøk vórðu sett í gildi 1. januar 2002 soleiðis, at blokkurin úr ríkiskassanum varð bundin niður sum seyður í rætt, meðan skúlaverkið varð yvirtikið. Hetta innibar, at um løgtingið ikki beinanvegin við nýggjum inntøkulógum játtaði aðra fígging til sjúkrahúsverkið, fór armóð at órógva verkið í ólukkumáta. Hetta óskilið við at steingja fyri fíggingini í 17 ár, uttan at útvega aðrar inntøkulógir til heilsuverkið, hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri sjúkrahúsverkið.  

Um nú heilsuverkið alt í einum varð stongt fyri allari ríkiskassafígging, uttan at onnur fígging varð funnin í staðin, er eingin ivi um, at okkara sjúkrahúsverk varð stongt og afturlatið av armóðs orsøkum.

Ella um løgreglu- og dómsvaldið varð yvirtikið, sum tað so sannførandi ljóðaði ein góðveðursdag á  fólkafundi úti á Skansanum: Heldur ein føroying, ið dømir skeivt, enn ein dana, ið dømir beint.

Ella um landskassin einsamallur ikki maktar at rinda meira enn helvtina av almennu pensiónunum?

Tá ið ný- og umbyggingarnar á sjúkrahúsunum fóru fram 1960-80’unum í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri, varð helvtarbýtið millum landskassan og ríkiskassan væl skipað við støði í lógum og viðtøkum og vanligum viti og skili øllum byggiútreiðslunum viðvíkjandi: Landskassin og ríkiskassin rindaðu hvør sína helvt. Nakað av partinum hjá landskassanum varð fíggjaður við lánum í Føroyum og úr ríkiskassanum.

 

Ein útbygging av Landssjúkrahúsinum, sum byrjaði í 2000 og vardi í eini 10 ár, kostaði meira enn 400 milliónir. Mundi ríkiskassin rinda helvtarbýtið av hesum byggikostnaði?  

Í revsilógini er tilskilað, hvussu heimildarsvik (mandatsvig) kann verða revsað.

Uttan mun til, hvussu nógvar milliónir ella milliardir løgtingið játtar til okkara sjúkra- og heilsuverk: Er stongsul settur fyri sjálvari fíggingini, og løgtingið ikki viðtekur nýggjar inntøkulógir í staðin fyri helvtarbýtið hjá ríkiskassanum, sum nú hevur verið bundið niður í 17 ár, so er tað orsøkin til, at peninganeyð valdar í sjúkrahúsverkinum.

 

                                                                 ***

Sleyg og slatur og ósannindi áttu ikki at verið sett alment upp á prent, tí ilt er at byggja borð fyri báru:

Fyri nøkrum árum síðani setti ein landsstýrislimur hakan í ein moldklump úti í Sandagerði við síðuna av Landssjúkrahúsinum sum fyrsta stig til bygging av einum universitetshospitali.

Sum kunnugt rennur tíðin sum streymur í á. Sandáin rennur, til tíðir eymliga og til tíðir í fossandi øði í almáttuga váta favn Atlantshavsins. Í hesum økinum millum Landssjúkrahúsið og tann gamla próstagarðin verður longu um eina viku tað nýggja universitetshospitalið víkt við veitsluhaldi.

Í einari skrá Okkara Tjóðsjúkrahús 2019 – eins prýðilig sum loysingarproklamatiónin 2000 Frá heimastýri til fullveldi – er nágreiniliga greitt frá hesum stóra, søguliga tiltaki:

Ein fríggjamorgun, morgunroðin fór so vakurt í havið, vóru øll tey mongu, ið starvast á Setrinum, komin út á Debesartrøð. Rektarin, í myrkamorreyðari troyggju við blonkum knappum um hálsin, svørtum vaðmalsbuksum, ullintum hosum og spenniskóm, helt eina stutta røðu um introspektión við grundhugsan: ”Vit eru føroyingar, serstøk tjóð við felags lagnu, eitt felags blóð.” Beint eftir røðuna avdúkaði hann eina standmynd av landsstýrismanninum, sum fyri nøkrum árum síðani setti hakan í jørðina til eitt føroyskt universitetshospital. Standmyndin, úr føroyskum gróti, er ein maður í føroyskari húgvu, posatroyggju við knappum vinstrumegin á hálsinum, knæbuksum, hosum og hosubondum og húðarskóm við tveingjum. Í høgru hond hevur hann ein haka. Ella er tað kanska eitt pinnagrev. Í málmplátu í neðra á standmyndini er rist navnið á landsstýrismanninum og monogramm og fylgjandi tekstur: Tú vart eitt grev, tá ið á stóð.

Standmyndin er ikki stór. Tó so, einar tvær ella tríggjar ferðir størri enn standmyndirnar av teimum andabornu Áarstovubrøðrunum, krympaðir til tvær sálarleysar dukkur niðri á Áarvegnum, beint har teirra barndómsheim, Áarstova, stóð, áðrenn tað varð tikið niður fyri umleið 85 árum síðani. Undir liðini á Nýggjustovu, har Nólsoyarstova var, bygdi beiggi Niels R. Finsen, Olaf Finsen, fyrst í farnu øld nýtt stásiligt hús í romantikk-arkitekturi til apotek og annað endamál. Misrøkt – sum hevur hetta fyrr so stásiliga hús ongan góðan – er hetta nakað av tí fyrsta, fremmandafólk síggja, tá ið okkara høvuðsstaður verður vitjaður.

Áðrenn øll húsini í Gongini vórðu burturbeind, og bóndahúsini Húsagarður vórðu flutt til ”Mexico”norðan fyri Gundadal, var Áarvegur – við ánni og trøðum og gullregni og sóljum í tøttum gróðri móti Amtmansborgini – saman við Bringsnagøtu, Gongini, úti á Reyni og Tinganesi sjálv sálin í okkara fitta, lítla høvuðsstaði. Har vóru eingi tóm, illa hildin hús. Nógvir turistar vitjaðu Havnina um summarið. Tá komu turistskip inn á Nólsoyarfjørð, og turistarnir vórðu fergaðir inn á Kongabrúnna við bjargingarbátum frá avvarðandi skipum. Miðskeiðis í farnu øld varð Tórshavnar havn útbygd so mikið, at pláss var fyri størri ferðamannaskipum og fleiri ferðafólkum.

 

Aftur til Debesartrøð.

Tá ið avdúkingin av standmyndini var liðug, kunngjørdi rektarin, at vígslu- og veitsluhaldið skuldi byrja í tí nýggja universitetshospitalinum stundisliga kl. 19, og at allir professararnir og lektararnir og annars øll, ið starvast á Setrinum, skulu vera á Trøðni hálvgum sjey. Ein professari og ein lektari skulu bera øll sangheftini [sum eisini er veitsluskrá] í einum rimaleypi og einum tættleypi við fetli oman í móttøkuhøllina. Ætlanin er, at teir báðir undir borðhaldinum skulu greiða frá týdninginum

av tí føroyska leypinum í miðøldini. Borðreitt verður fyri 800 innbodnum. VIP-flogførini við gestum, sum áttu at komið við leiguflogførum, vórðu darvað, men til alla Guds lukku lendu tey í góðari tíð á midnátt.

Fólk vóru so smátt farin at vísa seg uttan fyri tað nýggja sjúkrahúsið – at síggja til hálvliðugt – og um 17-tíðina komu fólk í stórum tali at síggja og hoyra.

Tveir pylsuvognar vóru har, ein park skal vera. Í løtuni ikki annað enn skervur og mold og runa.

Klokkan 19 stundisliga fór klokkan í dómkirkjuni at ringja. So fór skrúðgongan – professararnir og  lektararnir og annars øll, ið starvast á Setrinum: granskarar, lærarar, húsavørðar, systkinabørn, kenningar og annað gott fólk – til gongu. Eisini teir báðir, professarin og lektarin, við hvør sínum leypi á baki. Øll í føroyskum búna. Rektarin við stavnhettu.

Tá ið professarin og lektarin høvdu sett leyparnar frá sær inni í móttøkuhøllini (veitsluhøllini), og skrúðgongan var komin til røðarapallin, fór tann fyribilssetti sjúkrahússtjórin upp á pallin í túninum og segði, at nú verður vígslan sett. Tórshavnar manskór fór so á pallin og sang eina kantatu, gjørd til vígsluna.

Hon varð væl fagnað av mannamúgvuni. Dirigenturin, sera livandi og sigandi og kensluborin, minti ikki sørt um Waagstein, tá ið hann dirigeraði sína nýggju kantatu á Tinghúsvøllinum ta minniligu ólavsøkuna 1930. Navnið á skaldinum og komponistinum verður kunngjørt og heiðrað av einum landstýrismanni, tá ið tey 800 innbodnu hava etið galladøgurðan. Fyribilssetti sjúkrahússtjórin kunngjørdi eisini, at ein landsstýrismaður fer, tá ið døgurðin er etin, at tilnevna tríggjar læknar og formannin í granskingarráðnum til professarar í medicini. Ein góð løta gekk so, áðrenn nakað hendi. Tað var farið at regna. Sum morgunroðin hevði fráboðað, tá ið hann so vakurt fór í havið við morgunsólini.

Tey fáu frá einum ferðamannaskipi høvdu paraply.

Loksins kom so fyrrverandi landsstýrismaðurin á pallin. Hann var landsstýrismaður, tá ið hann fyri nøkrum árum síðani setti hakan í bøkkin og tessvegna, sum longu sagt, nú heiðraður við einari standmynd. Eins og allir hinir landsstýrislimirnir er hann í føroyskum búna við reyðari húgvu. Men hann hevur knív í træslíðra við vovnum bandi um miðjuna.

Hann gevur sær góðar stundir. Skoðar yvir ta stóru mannamúgvuna: ”Hetta er ein stórur dagur fyri allar rættar føroyingar,” segði hann við sigursrødd. Aftur ein steðgur. ”Fyri nøkrum árum síðani varð kunngjørt, at okkara nýggja universitetshospital skuldi handast Føroya fólki liðugt at taka í nýtslu 23. februar 2019. Hesa tíðarætlan – deadline – kann eg ikki siga nakað um, men hon skal haldast. Av átrokandi orsøkum er tað longu nú neyðugt – tað má eg tíverri sanna – at taka 2. hædd í nýtslu við trimum seingjarplássum. Dagurin í dag er sostatt stórur fyri allar rættar føroyingar,” tók hann uppaftur. Aftur ein steðgur. Hann tyktist at hava trupulleikar við at lesa tað, hann hevði í hondini.”Eg eri eingin stórur telvari, men so mikið veit eg um mannagongdina, at um eg megni at læsa inni alt fólkið á talvborðinum hjá mótstøðumanninum, so hann fær ikki flutt hvørki kong, drotning ella fólk, so er støðan patt. Í dag hava vit sett okkara mótstøðufólk patt.” Nógv ung fólk róptu hurrá og ”patt, patt, jú, tað er satt” upp í saman. So kunngjørdi røðarin ikki sørt breggjandi, at tríggir oljuknarkar (ætlaði óivað at siga oligarkar), vórðu sama morgun innlagdir til ymiskar serviðgerðir á 2. hædd á okkara nýggja ríkishosp..(stuttur steðgur) tjóðhospitali. Eitt sindur av lógvabresti. Ein kona og ein maður teskaðu sínámillum.

Konan: “Eg skilji ikki eitt orð av tí, hasin maðurin sigur.”

Maðurin: “Júmen, hatta er ikki annað enn volapykk.”

Konan: “Jens, her eru so nógv fín fólk.”

Maðurin: “Eltibløðrur; og tig so.”

Tá ið røðarin fór av pallinum, spurdu nøkur fólk frá ferðamannaskipinum, hví hann hevði so stóran knív uppi á sær. Landsstýrismaðurin dróg knívin úr slíðranum, vísti teimum bandið og slíðran og knívin hvørt sær. Sveiggjaði so alt yvir høvd og segði við stoltleika í røddini: ”Made in Faroes.”

Stuttur steðgur. Ein maður trokaði seg fram at mikrofonini: Tað er okkum kunnugt, at sjúkrahúsverkið skyldar nógvar milliónir í ógoldnum lønum, og at vit ikki hava ráð at senda sjúklingar til ókeypis viðgerð á sjúkrahúsum í Danmark. Fara tit at steingja sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn?

Landsstýrismaðurin svaraði ikki, og tann forvitni maðurin hvarv í fólkarúgvuni.

Sum rosinan í pylsuendanum kom ein vælupplagdur løgmaður upp á pallin og boðaði frá við odolsmíli, at nú fóru tey til borðs. Honum á baki leyp ein fróður og glaður borgmeistari fimur upp á pallin og segði, at nú kunnu øll, ið vilja og tíma, sláa ring og fáa pylsur til midnátt, men tá skulu serviðgerðarsjúklingarnir á 2. hædd helst hava frið.

 

                                                                 

Borðhaldið

 

Øll 800 fóru til borðs klokkan tjúgu.

Inni í forhøllini var ein stór hurð við stórum stavum LYFT/ELEVATION. Inni í lyftini vóru fleiri knøttar at trýsta á, alt eftir, hvar ein hevði ørindi á ymisku hæddunum. Eitt nú: LEIÐBEINING/GUIDANCE, VATNHÚS/TOILET, HÆDD/FLOOR, SETSTOVA/LIVING ROOM, YVIRSJÚKRARØKTARFRØÐINGSVAKTARHALD/NURSE IN CHARGE o.s.fr.

Skeinkjarar stóðu í durunum við fløsku og steypi til vælfagnaðarskál.  

Tá ið øll vóru komin til teirra borðreiðing, og háborðið var mannað, reisti fyribilssetti sjúkrahússtjórin seg við mikrofon í hond og segði, at øll vóru vælkomin. Mikrofonin riggaði ikki heilt væl, hon var kanska vorðin vát, meðan hon varð brúkt til vígsluna í regninum úti í túninum. Hann royndi so at siga okkurt um matseðilin, og at orðið ikki var frítt. Enn einaferð: vælkomin øll somul.

Meðan tær mongu tænastugenturnar skonktu í víngløsini, reisti tjóðarkitekturin seg – hann sat til háborðs – tók mikrofonina og segði, at hann hevði staðið fyri tí estetiska arkitekturinum í hesum meistaraverki, og at tann dugnaliga 5-mannaða bygginevndin var framskyggin, tá ið hon setti fleiri milliónir av til vígslu, leiguflogfør til innboðin, vígslu- og veitsluhaldið og onnur neyðug tiltøk. Sær kunnugt hevði borgmeistarin í Havn lovað at gjalda helvtina av øllum hesum, tí, sum hann segði, so er hetta tiltakið eins gott íkast til ferðamannavinnuna í høvuðsstaðnum sum nøkur sólarmyrking.

Og arkitekturin helt fram: Tað er fallið mær í lut at siga nøkur orð um ta søguligu gongdina og støðið undir hesum okkara stóra degi.

Hann hugsaði seg um eina løtu við ongum handriti.

”Hetta verður ongin drúgv tala,” byrjaði hann. ”Kanska eg kann byrja við einari skál,” segði hann so, og bað øll reisa seg. ”Skál, øll somul,” segði hann og setti seg, í tí hann tømdi tað stóra vínglasið. So reisti hann seg aftur: ”Vit minnast øll, tá ið landsstýrið, minnist meg rætt, fyri 17 árum síðani tveitti 366 milliónir á bláman sum fyrsta søguliga tiltak í burturbeining av donskum armóðspeningi til okkara sjúkraverk, skúlaverk og almannaforsorg.

Eg havi áhaldandi biðið landsstýrið fáa hetta søguliga tiltakið endaliga avgreitt: Eitt er blokkurin, sum varð ávegis svavdur fyri 17 árum síðani, annað er yvirtøka av øllum ognunum, sum eru goldnar av ríkiskassanum: Eitt nú Læraraskúlin við Venjingarskúla og rektarahúsi á Frælsinum, sum ríkiskassin hevur staðið fyri og goldið saman við Tórshavnar býráði, húsini hjá Sernám á Frælsinum, sum ríkiskassin lat byggja og rindaði 75%, Tekniski skúlin við ognum í Havn og í Klaksvík, sum ríkiskassin hevur goldið og staðið fyri, Føroya Handilsskúli í Havn, sum ríkiskassin hevur goldið og staðið fyri, Næmingaheimið í Havn, sum ríkiskassin hevur goldið og umsitið frá fyrsta degi, Drottning Ingridar Barnagarður í Havn, sum ríkiskassin hevur goldið. Mær vitandi eru meira enn 115 milliónir í statskassalánum tinglisin í fleiri av nevndu ríkiskassaognum.”

Arkitekturin helt fram: ”Eg havi sum sagt áhaldandi biðið landsstýrið fáa yvirtøkuna 1. januar 2001 endaliga avgreidda. Hóast 17 ár eru liðin, er eigaraskiftið av nevndu ognum og tinglesing ikki endaliga avgreitt. Fyri 50 árum síðani flutti Føroya Læraraskúli í ta nýggju glæstriborgina og rektarahúsið úti á Frælsinum. Ríkiskassin rindaði allan byggikostnaðin. Av tí at hendan byggingin eisini fevndi um bygging av einum nýggjum Venjingarskúla, varð ein býtislykil gjørdur (býtið 60/40), sum Tórshavnar kommuna kundi brúka, til tess at rinda kommununna part av byggikostnaðinum viðvíkjandi Venjingarskúlanum.

Í 2008 hvarv Føroya Læraraskúli, og í staðin fekk skúlin navnið Námsvísindadeildin.

Føroya Læraraskúli, sum soleiðis hvarv, hevði annars um nakrar mánaðar verið 150 ár.

Í jólavikuni 2001 váttaðu tveir landsstýrislimir og tveir stjórnarlimir í tí donsku stjórnini á hvør sítt A4 pappírsark við ongum høvdi og ongari journalisering og ongari parafering, at ávís øki í ríkiskassablokkinum skuldu strikast í blokkinum 1. januar 2002.

Tað er illa hugsandi, at tveir pappírslepar, sum hesir, hava løgfrøðiligt virði. Eg loyvi mær tessvegna frá hesum borði at heita á løgtingið um at fáa umrødda yvirtøkumál viðgjørt av nýggjum fyri at fáa ognarviðurskiftini í eina trygga legu. Framdar yvirtøkur 1. januar 2001 mugu sjálvandi væl og virðiliga fáa løgtingsviðgerð, áðrenn írestandi yvirtøkur verða endaliga avgreiddar av Føroya løgtingi og Fólkatinginum.

Nú ein dagin skeitti eg í bókina Frágreiðing um 80-árini, sum løgtingið gav út í 2000. Har sá eg, at landskassans milliónaútlán og veðhaldsútlegg tryggjað við 1. veðrætti víktu fyri 4. veðrætti. Altso: 4. veðrættur var tryggari enn 1. veðrættur.

Ei dáni í, at landskassin fór av knóranum!

Slíkir ræðuleikar henda vónandi ikki aftur, nú dugnaligir akademikarar ráða fyri borgum.”

Tjóðarkitekturin fekk sær aftur í vínglasið og bað øll reisa seg og drekka eina felagsskál.

So kom maturin á borðið. Eitt sindur kólnaður.

Ein nýklaktur cand. philur reisti seg og bað um orðið, hóast tað varð kunngjørt, at orðið var ikki frítt. Eftir øllum at døma visti hann ikki, at tað er ósiður at tosa við mati í munni.

Hann segði annars, at hann hevði verið burturstaddur fleiri ár, nú hann var liðugur við hægri útbúgving, og varð bilsin, at næstan allir føroyingar eru vorðnir hámentaðir við tjóðuniversiteti, tjóðpalli, tjóðarkitekturi og nú eisini tjóðhospitali. Fyri nøkrum árum síðani kom tjóðsnapsur við føroyskari uppskrift úr føroyskum vatni. Á etikettini rósandi orð um R. C. Effersøe, sum var nógv skrivandi fráhaldsmaður. Og tað gongur støðugt framá. Fyri aðru ferð hava vit nú Tjóðbanka Føroya. Jú, sanniliga, her er tjóðfrælsi við framkomnum tjóðlívi og tjóðfrøði og tjóðlívsfrøði. Á einari fyrrverandi Skálatrøð og fyrrverandi Lítluvík, sum hvurvu fyri nógvum árum síðani, er nú ein 100 ára gamal Østrøm-handil sprottin í gomlum hami. Tað var annars har, at tey østrømsku hildu tað kenda hestaballið, tá ið ryssan Theodora folaði, og fylið skuldi doypast Arabella í champagnu.

Cand. philurin var samdur við tjóðarkitektin og borgmeistaran, at miðbýurin er mentanarliga steindeyður, og at Mylnugøta tessvegna má broytast til eina gróttrappu. Báðir hava teir sæð ta 300 ára gomlu sponsku trappuna í Rom. Har eru, eins og í Føroyum, fólk og ferðafólk í hópatali.

Effersøe kann flytast út á Debesartrøð, og Tinghúsvøllurin, sum í mong hevur verið til ónýtis, verður broyttur til ein gosbrunn. Kanska tann pissandi standmyndin í sparikassanum kann koma til sín rætt í gosbrunninum eins og í Rom.

Í ferðamannahøpi fer alt økið har at eita PIAZZA di VAGLI. Av tí at Ferðamannastovan brandar Føroyar, er tað loyvt at brúka bannaða Z´ið.

Sjálvandi kann trappan eisini brúkast til ”weekend on the steps” hjá vanligum fólki at hvíla seg á og rinda møðina við einum køldum glasi.

So vendi hann sær gestikulerandi til ferðamannastovustjóran: ”Tit gera eitt stórt og rósvert kunningararbeiði um okkum, sum búgva í Føroyum. Tit eru næstan professionell. Men tit áttu at upplýst fremmandafólki meira um, hvussu væl lisin vit eru. Eitt nú, at vit við lesing og skriving í teldufrøði kunnu javnmetast við fólk í øðrum framkomnum londum.”

Um ein mánað fær røðarin ætlandi M. A. Jacobsens virðisløn og eina eitt-ára starvsløn.

Mentamálaráðharrin reisti seg og kunngjørdi, at hann, nú føroyskt universitetshospital var veruleiki, og Setrið samstundis hevur fingið læknafrøðiligt fakultet, fór at tilnevna tveir læknar og formannin í granskingarráðnum sum doktarar í medicini og professarar.

Tey trý komu so fram á pallin, og landsstýrismaðurin lat tey í professaramøttul, sum klæddi teimum væl. Tey fingu handað setanarbræv sum dr. med. á Setrinum. Lógvabresturin var drúgvur. Og so sang Seturskórið:

Tag dit glas, min ven,

Drik din piges skål……

Mentamálaráðharrin setti seg og gloymdi at kunngera, hvør ið hevði skrivað kantatuna og gjørt lagið.

Nú var maturin kaldur og illa etandi.

Sum kvøldið leið, vórðu nakrar stuttar talur hildnar.

Ein lektari bað um orðið. Hann vísti á, at nú okkara heilsuverk varð bygt út sum ongantíð áður, áttu okkara politikarar at gjørt seg kunnugar við tað, sum Sigert í Kirkjubø – eisini kallaður Sigert l. – skrivaði í 1925. Hann skrivaði millum annað: ”Í Føroyum hava teir bygt hospitøl og heilsuhølir fyri kropsliga sjúk fólk, og kirkjur og bønhús fyri andaliga sjúk fólk. Hesar byggingar gerast óneyðugar, um reist verður ein vakurleikahøll ella heilsuhøll, sum hevur til endamáls at fyribyrgja øllum sjúkum, bæði kropsligum og andaligum. Allastaðni á bygd, har kirkjur eru, skal byggjast vakurleikahøll.”

Sigert l. skrivaði eisini…”hvussu høllin skal skipast, eitt nú við gólvi til føroyskan dans og mangt annað slóðbrótandi. Vakurleikahøllin skal umgirðast av urtagarði við træløgdum gólvi til føroyskan dans, trøum, blómum, leikvøllum og annað vakurt.” Lektarin var av teirri áskoðan, at løgtingið og Setrið í felag áttu at sett eina skjóttvirkandi nevnd fyri at vita, hvussu hesi slóðbrótandi orð Sigerts kundu gerast veruleiki.

Lektarin endaði røðuna við eini áheitan til landsstýrismannin við heilsumálum um at kanna, hvussu dreymar Sigerts l. kunnu fremjast. Mælti til, at Sjúkrahúsverk Føroya fekk almenna heitið Vakurleikahøll Føroya, og navnið á parkini, sum vónandi verður liðug um nøkur ár, fær beinanvegin navnið Gróðrarlund Føroya.

Lógvabrestur frá teimum, sum hoyrdu tað, ið lektarin segði. Onnur sungu og prátaðu. Rættiliga nógvur roykur osaði úti í skúrinum.

Ein óboðin maður kom inn í veitsluhøllina, har eini 12 ymisk embætisfólk sótu um borðið. Hann østi seg um tað fløkjasligu navnabroyting, sum er framd viðvíkjandi gomlum stovnsheitum og embætisheitum her í Havn. Næstan øll havnarfólk eru gjørd fremmand í okkara lítla býi, segði hann og vendi sær uppøstur við veiggjandi  hondum beinleiðis til borðið, har hann stóð: ”Fleiri av tykkum, ið sita um hetta borðið, eru als ikki til. Hetta kann annars minna okkum um búðstaðarbroytingar, sum vórðu framdar í Suðuronglandi í 1940 til tess at villleiða eina týska innrás í Stórabretlandi, sum var væntað. Ella um rottufangaran í Hamel, sum lokkaði rotturnar út í ánna Weser. Kanska hevur Churshill gamli hugsað um rotturnar í Weser ánni, tá ið hann gav boð um at broyta staðarnøvn og standmyndanøvn í sínum kæra London.

Og so hesin nýggi almenni Klagustovnurin við tveimum adressum og 6 konufólka-cand. jurum, sum hevur kunngjørt, at málsviðgerðartíðin er umleið 5 mánaðar. Tað er tíverri tann bági við hesum, at løgfrøðilig klagumál krevja vanliga góða og drúgva viðgerð. Kanska í áravís. Tað er tessvegna ikki óhugsandi, at slík mál kunnu enda í kirkjugarðinum og skiftirættinum hjá arvingum at klandrast um.”  

Tann óbodni fór upp á ein stól at standa. Veiggjaði við ørmunum og rópti um mutur í Tinganesi og løgtinginum. Um nationalistiska indoktrinering á Setrinum og í barnaskúlanum. Um nepotismu í almennum størvum og annað mangt úr somu skuffu. Hann østi seg upp og var als ikki skemtingarsamur. Sum Terje Vigen: Stundom gnistred hans øjne stygt …

Ein lektari var kvikur. Hann fór út í túnið, har eitt salatfat, tveir pylsuvognar og tveir politistar vóru.

Báðir politistarnir tveittu pylsur og pappír frá sær, tá ið teir fingu at vita, at ein óður, óboðin maður órógvaði borðhaldið. Teir gjørdu skjótt av: fóru inn í veitsluhøllina, løgdu mannin í handjørn, út og inn í salatfatið og í kasjottuna.

Frágreiðingin um tann føroyska leypin tyktist ikki at hava áhuga.

 

Ein eftirløntur lektari bað um orðið. Fyrst er at siga, at hesin emeritus hevði hálva øld á baki sum lektari á studentaskúlanum. Hann var virdur millum manna. Hesin emeritus bað um orðið: ”Eg má siga tað, at eg frøist um tað góða samstarvið, sum hevur tikið seg upp millum ríkiskassan og Setrið. Sum kunnugt hevur granskingargrunnurin í mong ár ikki rátt yvir aðrari fígging enn teirri, ið løgtingið hevur játtað til umsiting av skrivstovuútreiðslum grunsins. Nú hevur fólkatingið givið loyvi til, at tær mongu milliónirnar í blokkinum, sum eru oyramerktar til sjúkrakassar, kunnu brúkast til løgtingsins granskingargrunn. Hetta letur seg gera, tí sjúkrakassarnir í Føroyum eru niðurlagdir. Ríkiskassans árliga játtan og tann uppspardi peningurin í grunninum hevur fólkatingið flutt til granskingargrunnin. Gentleman´s agreement!

Meira av slíkum. Men vit mugu ikki gloyma: Lige for lige når venskab skal holdes.

Nú hetta nýggja sjúkrahúsið er lítið meira enn hálvliðugt, loyvi eg mær at minna á, hvussu syndarliga nýggi Skúladepilin í Marknagili fløktist í eina fíggjarliga gølu, sum endaði í Fútarættinum.

Fyri 6 árum síðani gjørdi landsstýrismaðurin við skúlamálum av at byggja ein Meginskúla við Marknagil vestan fyri Havnina. Frá fyrsta degi var klandur um, hvussu stórur skúlin skuldi vera, hvussu hann skuldi eita, og um hvussu nógv hann skuldi kosta. Sum frá leið endaði byggingin av hesum størsta skúlaprojekti í Føroyum í mannminkandi ruðuleika. Eingin tykist at vita, um skúlabyggingin er liðug ella hvat skúlin hevur kostað, hóast hann er vígdur og handaður skúlavaldinum at taka í nýtslu. Fyri kortum varð takkonstruktiónin undir tí stóra kuplinum spent føst av nýggjum, um hon ikki skuldi enda á gólvinum, har stórt tal av fólki heldur til.

Nóg mikið um skúlan.”

Gamli lektarin steðgaði á, hugsaði seg eitt sindur um og fekk sær ein vatnsopa. Hann helt fram: ”Eg loyvi mær tó at koma við nøkrum hugleiðingum um Landssjúkrahúsið [Dronning Alexandrines hospital], sum varð tikið í nýtslu í 1924.

Stórar íløgur eru framdar í okkara sjúkrahúsverki, fíggjað úr landskassanum og ríkiskassanum helvt um helvt: Landssjúkrahúsið í 1960/1980, Klaksvíkar sjúkrahús í 1960 og í 1980’unum og Suðuroyar sjúkrahús í 1953 og í 1990’unum.  

Nakað av partinum hjá landskassanum varð fíggjað við langfreistaðum lánum úr ríkiskassanum.

Barakkin við J. C. Svabosgøtu í Havn varð sett upp sum fyribilshjálp til sjúkrahúsverkið, tá ið Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum varð niðurlagt.

Í 2000 varð Landssjúkrahúsið fyri aðru ferð bygt út við bygging í 8 hæddum, sum má haldast at vera fyrsta stig í eini komandi stór-útbygging av Landssjúkrahúsinum.

Tessvegna loyvi eg mær at halda, at byggingin av hesum H-húsi er annað stig í út- og umbygging av sjúkrahúsverkinum í Føroyum, sum byrjaði í 1960’unum og vardi inn í 1980’ini. Ein slík útbygging krevur [1] arkitektar og byggifrøðingar á høgum stigi, [2] planlegging og løgtingsfígging yvir nógv ár, [3] øki til alt Landssjúkrahúsið við rúmsáttum parkeringsøkjum til akfør og tyrlur og [4] etc., etc.

Í dag duga flest øll at síggja, at útbyggingin av sjúkrahúsverkinum í Havn, sum byrjaði fyri 60–70 árum síðani við: statssjúkrahúsi, reinsaríði, køki sambundið við Landssjúkrahúsið við tunli undir jørð, háhúsum v.m. – at henda útbygging átti at verið løgd úti í Havnardali.

Og so er tað hasin áleypandi skorsteinurin – eitt ræðandi eyðkenni, sum sæst langt suður í hav.  

Hesar útbyggingarnar av Landssjúkrahúsinum v.m. í 1960 og í 2000 áttu ongantíð at verið kroystar millum skipasmiðju, bátaneyst, oljutangar og ídnaðarvirki.

Einki hevði verið meira sjálvsagt enn, at stórur partur av Havnardali, sum er ókeypis útleigaður av Havnar kommunu til fyrrverandi býraðslimir og annað gott fólk – altso, tað hevði verið sjálvsagt, at nógv av Havnardali varð lagdur út til sjúkrahúsverkið í okkara høvuðsstaði. Har er stór vatngoymsla, framkomið jarðarbrúk og stór landøki.

Sum kunnugt hevur Tórshavnar býráð leigað nógv av Havnardali út til býráðslimir og annað gott fólk. Hesir leigusáttmálarnir áttu sjálvandi at verið sagdir upp í 1960. Í hesum sambandi kann eg upplýsa, at ein slíkur leigusáttmáli í Havnardali frá 1935 varð sagdur upp skrivliga í 1962: ”Tygum eru sostatt leysur av sáttmálanum uttan aðra ávaring.” Torvhúsið á umrødda øki keypti Havnar kommuna fyri 500 krónur.

Nu er det for sent min ven…  

Átti løgtingið kanska at sett eina §19-nevnd fyri at sleppa undan fleiri skeivleikum og mistøkum viðvíkjand sjúkrahúsbygging?

Seinastu metingar um bygging av hesum nýggja H-sjúkrahúsi eru hesar:

Avgrevsturin byrjaði 23. februar 2015. Ætlað liðugt 23. februar 2021.

Løgtingsjáttan 2009-2019 er 652,6 milliónir, tá er burturbeining av tí gomlu barakkini viðroknað.

Her kevjast ætlandi eins nógvar milliónir aftrat teimum, sum løgtingið longu hevur játtað, áðrenn annaðbyggistigið er liðugt ætlandi um eini 5 ella 6 ár.”

Tann eftirlønti lektarin legði brillurnar frá sær og bað øll reisa seg og drekka eina skál fyri skynsemi og varsemi og trúsemi og tolsemi í øllum almennum viðurskiftum. Við harðari rødd segði hann háfloygt: ”Vanligt vit og skil leingi livi:

Skál!”

Við borðið var nú sannur veitsluhýrur.

At enda varð sungið frá borði.

 

Nú skal dansast

 

Prát og skemt og sangur. Um midnátt byrjaði orkestrið Kúvingar, fyrrverandi Goggan, at spæla

”gammeldags dans.”

Ókeypis barr.                

Í einum króki teskaðu rektarin á Setrinum og tjóðarkitekturin og borgmeistarin um okkurt viðvíkjandi saltsiloini á Rundingi. Fleiri royndu at lurta. Eisini ein elligamal havnarmaður, sum taldist millum tey innbodnu. Hann mintist væl, hvussu Rundingur hvarv í bládýpinum fyri trýssinstjúgu árum síðani. Tað hendi, tá ið ein høvuðkambur í býráðnum gjørdi av, at ein brimgarður skuldi gerast frá einum stabba á Rundingi, har sum havið var so djúpt, at tangbátar sluppu av við oljuna til oljutangarnar har. Tá ið alt grótið á Rundingi varð sprongt burtur til ífyllu har framvið, var neyðugt at gevast, tí grótið hvarv, so hvørt sum sprongt varð og tveitt í havið. Tað sást ikki aftur í tí djúpa havinum. Tá varð tann søguligi Rundingur broyttur til eitt ljótt grótbrot, men navnið Runding megnaðu teir ikki at spreingja burtur, segði tann gamli maðurin mest sum við seg sjálvan. ”In vino veritas” segði ein hálvgamal lektari, sum eisini royndi at lurta. Hann mintist eisini, at Havnarnevndin hjá Tórshavnar býráð klandraðist um hetta burturkastið av øllum grótinum. Frá kjaki á einum nevndarfundi hoyrdist út í túnið: ”Nú sigi eg sum Sokrates segði á sinni: Eisini tú sonur mín, Brutus.” ”Tað var ikki Sokrates,” segði ein orðakringur nevndarlimur. ”Sama hvat, so var tað kanska ein annar romari.”

So fór ein eftirløntur lærari til barrina.

Løtu seinni inklineraði hann fyri einari damu. Tango Jalousi. ”I love dancing” konverseraði hann á enskum. Hon var úr Póllandi. Serlækni í psykiatri. Beint komin til Føroya við VIP-flogfarinum at starvast sum serlækni á tí nýggja universitetssjúkrahúsinum í ein mánað. Tosaði og skilti væl enskt. At hon eisini dugdi væl at dansa, fekk hon at vita frá dansikavalerinum, sum takkaði fyri dansin og bukkaði diskret við høgru hond á hennara høgru bringu: ”I love dancing,” tók hann uppaftur. Helt varliga um hana og fylgdi henni upp á pláss. Jú, hann dugdi at inklinera, dansa og konversera. Hevði lært polskan mazurka og wienervals og foxtrot hjá Ninu hjá Niels í Heiðinum. Segði hann. Nakað seinri segði ein av teimum forvitnu kókikonunum í køkinum, at hon hevði sæð tey bæði fara hond i hond inn í elevatorin, sum steðgaði á triðju hædd. Tá var nógv teskað í køkinum.

Mín sann um ikki hasin elligamli fór yvir at barrini, fekk sær ein lítlan og so upp á gólvið og inklineraði til ein svingom. Droymandi Spanish Eyes. Ikki sørt eygnafjarður: Gamla Goggan og ástarleikur og bládýpi og grót hvørt um annað mól í hansara høvdi.

Sum frá leið kom rættiligt krút í Kúvingarnar. Dansurin fekk eina øsandi broyting. Uttan mun til aldur fóru fólk upp á gólv í dansin, sum við skiftandi rytmum og kenslum tók burtur stættarmun og aldursmun. Øll vóru eins. Øll gjørdust ”ung.” Politikarar, embætisfólk, professarar, skúlafólk og onnur, sum næstan ongantíð høvdu dansað, hvaðan minni víst eymar kenslur, gjørdust ovfarakát og kenslurík. Landsstýrislimir og løgtingslimir, uttan mun til kyn og politiskan lit, komu í ein annan heim. Fyrrverandi landsstýrismaðurin við standmyndini ein sannur adonis. Damuna hjá sær tveitti hann, sum var hon ein onnur sylfida. Eina løtu vóru tey einsamøll á gólvinum. Tey áttu dansin. Ein Tarantella, ein føroyskur tarantella. Øll hini, sum ikki dansaðu, ruggaðu sitandi og standandi. Tarantelludansurin endaði við, at parið varð borið í gullstóli við lógvabresti.

Og so legði orkestrið sál í boogie woogie  og rock and roll og jitterbug. Høghælaðir skógvar sløddust á gólvinum. Skjúrt úr vaðmali vórðu tveitt í krókar.

Men tá ið orkestrið líðandi gav In the Mood allan armin við toppskorandi rytmu, gjørdist trongligt á dansigólvinum. Hetta lagið hjá Glenn Miller var ikki uttan orsøk toppskorari í bardagaárunum í 1940-1945. Hann var føddur í 1904, og sum hermaður hvarv hann í flúgvara í 1944.

Tá ið orkestrið loksins spældi good-night-dansin Wish me luck as you wave me goodbye, og ljósið so líðandi slóknaði til hálvmyrkur, gjørdust tey ”gomlu” yngri. Dansurin broytti karakter. Dansilagið gjørdist eymt og sentimentalt. Eitt nú var rektarin á Setrinum at sammeta við Fred Astair, tá ið hann á sinni dansaði við Ginger Rogers. Á røðarapallinum dansaðu harðkókaðar løgtingskvinnur eymt við tár í eygum.

Í øllum hesum kensluborna stetlaði  hasin elligamli við einari løgtingsdamu, sum dugdi at jitterbuga.

Nøkur hálvgomul høvdu sligið ring í einum króki og dansaðu Den toppede høne.

Tey gomlu eru ikki bara nøkur ung, sum eru vorðin gomul. Tey eru satt at siga eisini eitt sindur sjáldsom, og fongur kann vera í teimum. Tey hava goymslu av farnum, livandi lívi. Satt er tað, tey eru broytt likamliga og hava kanska annað gongulag. Fyri tað skulu tey, eins og tey ungu, hava skemt og undirhald, fara út at vitja og fáa vitjan. Tey skulu brúka aldurdómin. Tey skulu dansa og flenna.

Um fýratíðina gavst orkestrið, men føroyskur dansur gekk so lystiliga á aðru hædd inni hjá teimum trimum oljuknarkunum, sum fyrrverandi landssyrismaðurin so óheppið kallaði teir.

Skonkt varð í ringinum. Hetta sampakkaði ikki við tað, sum borgmeistarin segði úti á pallinum í parkini. Men einki nýtt er í tí, at munur er á bodnum og óbodnum. Náttin gekk, og tey flestu vóru farin til hús, men enn royndu nøkur fá at fara upp á gólv í veitsluhøllini saman við nøkrum av fremmandu gestunum:

Ole Morskes kone den arrige gast.

Hvad hun, hvad hun?

Hun gav sin mand både skam og last.

…..

Veitsluhøllin tømdist so líðandi.

Í sjúkrahúsparkini var kvirt. Pylsupappír og tómar ølfløskur og øldunkar sløddust allastaðni.

Tann ólidna parkin var meira eitt runudíki, sum vatn ikki rann frá. Harrin viti, um tjóðarkitekturin man hava gloymt at fremja neyðuga drening?

Á pallinum lógu tvey mótmælisskelti.

Á aðru hædd toygdu tey Gluntarna úr hvørjari lykkju saman við sjúklingunum:

Här är gudagott att vara ….

Dricka oss små blommor til.

                                         

Um fimm-tíðina fóru tey seinastu niður við elevatorinum kvøðandi Huldumanna-táttin:

Ikki svav hann hesa nátt;

traman á tí lá,

um hann dagsins ljós

meira á foldum sá.

 

So var kvirt á universitetshospitalinum. Eisini á aðru hædd – og triðju!

 

Ein loyndarferð

 

Ein mánað eftir vígsluna og veitsluna fóru løgmaður, landsstýrismaðurin við fígggjarmálum, rektarin á Setrinum á Debesartrøð og ein blaðmaður, serkønur í olju, í loyndum at vitja ein oljusjeik í Qatar í Persaraflógvanum.

Blaðmaðurin kendi oljusjeikin frá túrinum, tá ið hann og táverandi løgmaður í sínari tíð royndu at selja føroyskar plastbátar eysturi í India og økinum har um leiðir. Blaðmaðurin hevði fingið fyrispurning frá vinmanninum, nú staddur í Qatar, um føroyingar vóru áhugaðir at gerast limir í tí væl kenda fótbóltsfelagnum Qatar United: All paid and Bed and Breakfast free of charge.

Hetta var orsøkin til, at ein loyndarfundur við oljusjeikin í Qatar varð fingin í lag.

Flogið varð úr London Heathrow Airport beinleiðis til Qatar.

Tann á Setrinum annars so tryggi rektarin, sat hugtungur á setrinum í flogfarinum, tí nógv mól í høvdinum á honum. Hinir tríggir sovnaðu næstan beinanvegin. Hann hugsaði: Mær tørvar pening, nógvan pening, nú Setrið hevur universitetshospital og fakultet í heilsufrøði við fleiri nýsettum professarum. Og vit krevja Lebensraum. Spurningarnir um Saltsiloina á Rundingi og tað stóra prosjektið við universitethospitalinum er ikki endaliga liðugt. Borgmeistarin plagar annars at vera so kvikur.

Og um stutta tíð skulu vit blaka hasar 700 milliónirnar, sum samríkismenn hava biddað úr ríkiskassanum, á bláman. Og so er tað handan fyrrverandi kontórmúsin á gjaldstovuni, sum billar folki inn, at hundraðtals milliónir úr blokkinum verða brúktar til hospitalini og granskingarráðið – sum er ein týðandi partur av mínum Setri – ja, tað er ófatiligt, at hann ikki verður steðgaður við sínum órógvandi gamlamannamøsni. Nú vit í rama álvara hava stovnað Landsbanka Føroya fyri aðru ferð, sigur hasin ósmædni oldingurin, at hann einsamallur á gjaldstovuni umsat tað arbeiðið, sum varð flutt frá gjaldstovuni til tann fyrra Landsbanka Føroya. Hann skuldi heldur greitt Føroya fólki frá, hvussu nógvan pening hann hevur kostað skattaborgarunum øll hesi mongu ár, hann ikki hevur gjørt peningsverk. Hóast mítt arbeiði ikki kann gerast upp í krónum og oyrum, eitt nú hetta rendið til Katar, so betali eg pínadoy mín skatt. Ófatiligt, at fólk við ongum serkunnleika sleppa í høg, almenn størv.

Rektarin á Setrinum sveimaði eitt sindur í hugaheiminum, so gleyð hann líðandi á setrinum og sovnaði.

”Forbannað leingi at flúgva,” segði blaðmaðurin, í tí hann setti fótin á tann reyða leyparan og skeiklaði annan fótin í sandinum. Beint tá kom oljusjeikurin úr sínum stóra limousini, og tá ið hann sá, hvussu skilið var, koyrdi hann vinmannin á skaðastovuna á sjúkrahúsinum, sum hann sjálvur átti. Tann átrokandi fundurin varð tessvegna darvaður einar tveir tímar, áðrenn hann byrjaði í tí stóra bilinum. Blaðmaðurin hevði fingið bind um fótin og haltaði. Rúmsátt var í bilinum: pláss fyri einum fundarborði við 10 sessum. Blaðmaðurin var noyddur at brúka tveir av teimum, annan til tann løstaða fótin.

Eitt lítið intermezzo tók seg upp, tá ið flogfarið hevði lent í Qatar. Sambært pappírunum skuldi blaðmaðurin til Qatar, meðan tann politiska nevndin skuldi til Katar. Hetta gjørdist so fløkjasligt, at boð vórðu send eftir tí danska ambassadørinum í Qatar, og so varð leyst og liðugt.

”Hetta hevði ongantíð hent, um sendiharrin hevði verið okkara,” segði rektarin.

Í tí løgmaður segði, at hann skjótast gjørligt vildi leggja spurningin um føroyskar fótbóltsleikarar í Qatar fyri Faroese Association of Football, gav hann oljusjeikinum eitt eintak av Faroese Soccer, áðrenn fundurin varð slitin, og oljusjeikurin beyð sínum gestum sightseeing og ábit.

Dagin eftir, tá sendinevndin skuldi aftur til Føroya, skuldi morgunmatur vera í heiminum hjá oljusjeikinum.

Morgunmaturin varð etin saman við oljusjeikinum og fólki, sum stóðu honum nær.

Høvuðsrætturin var Baked beans, bacon, fried eggog royktur laksursmoked kili –  úr suðuramerikonsku republikkini Chile, sum at kalla átti allan marknaðin í Asia viðvíkjand smoked kili. Oljusjeikurin forerdi sínum føroysku vinmonnum hvør sín smoked kili, í chili sós, framleitt í Chile, vacuumpakkað sum gávur til Føroya.

 

Hetta var so aðru ferð, at ein politisk nevnd við landssýrislimi á odda vitjaði Asia á høgum stigi. Í 1988 fór ein vælmannað sendinevnd við landsstýrislimi á odda at útvega landskassanum neyðuga fígging. Væl varð leitað í Hong Kong og Singapore, tí har var murrand fult av hørðum gjaldoyra, sum fekk ta føroysku krónuna at blikna. Og gestablíð vóru tey har eysturi. Hálvdrigið orð, so vóru 3 milliardir (3.000.000.000) yen fluttar til teirra bankasamband í Danmark. Landsstýrislimurin var ikki sørt errin, tí nú visti hann (limurin) hvar tey skuldu fara, tá ið blokkurin hjá ríkiskassanum var farin í søguna.

Hvussu leingi var Eva í paradísinum? Fimm ár gingu, so vórðu hasar 3.000.000.000 yenirnar afturgoldnar av Ríkisbankanum í Keypmannahavn. Landskassi Føroya var farin á húsagang.

 

***oOo***