Um at útnytta

Málstrikan

Fýra ungar gentur hava verið í Latínamerika og ferðast. Tað er djarvt gjørt, og til alla lukku komu tær aftur í øllum góðum. Tær greiða frá ferðini í einum av bløðunum og koma eitt sindur inn á klassamun og fátækt í summum av londunum, sum tær vitjaðu. Til dømis siga tær, at tær hava verið úti fyri, at fólk “vildu gagnnýta sær” av teimum....

Hvat man hetta vera, hugsar tann bilsni lesarin. Hann óttast, at okkurt ótýggi hevur gjørt seg inn á genturnar, og kanska hevur beistið ætlað okkurt sexuelt....?

Men so er ikki. Tað, sum er hent, er bara tað, at genturnar, sum vóru slopnar undan øllum vandum í tí fjarskotna Latínamerika, vóru so óheldigar, tá ið tær aftur vóru í føðilandinum, at tær duttu í eina óbrúkiliga orðabók. Tær vóru bidnar um at skriva okkurt um hesa minniligu ferðina, og so fingu tær brúk fyri at siga, at okkurt olmussudýrið “vildi útnytta tær”, tí tær sóu út til at hava pengar. Tær gera so ta dáragerð at fara at kaga í orðabókina, og har finna tær út av, at “udnytte” kann eita “gagnnýta” (einki eitur at gagnnýta sær). Men hatta undarliga orðið kann ikki brúkast her. Vit kunnu kanska gagnnýta toskarhøvdini í Lorvík, so tey ikki fara til spillis. Men hjá hesum gentunum var talan um at útnytta, snýta, bedraga. Tær kundu eisini sagt, at tær høvdu varhugan av, at onkur fátækur hevði hug til at benytta sær av teimum.

Men til alla harrans lukku brúktu tær ikki tað neyðarsliga “gera sær dælt av”, sum nú verður trokað inn (MT)