Hoyrdi samrøðu, sum Elis Poulsen, útvarpsmaður, hevði við Trygva Johansen, leiðara á Viðskiftastovuni í Keypmannhavn. Trygvi segði frá um allar uppgávurnar, ið Viðskiftastovan hevur, um góða sambandið, sum er millum útisetafeløg og Viðskiftastovuna - alt gott um tað. Til stuttleika kundi eg nevnt, at Viðskiftastovan helt, at hon átti ikki at halda blaðið FØRINGIN, sum kom út millum útisetar í Danmark í hálvt annað ár. Trygvi helt, at tað var ikki ein av uppgávunum hjá Viðskiftastovuni at stuðla einum slíkum blaði. Well, Denn. Tað stendur sjálvandi einum og hvørjum frítt at halda ella ikki halda eitt tilvildarligt blað. Kortini dámar mær betur grundgevingina hjá Føroya Sparikassa, tá vit spurdu um Sparikassin kanska hevði áhuga at seta seg fyri FØRINGIN í eitt hálvt ár fyri 191 kr. Føroya Sparikassi svaraði erligt, at Sparikassin hevði ikki pengar tøkar í 1997 at gjalda 191 kr. í haldaragjaldi. Tað er erligt snakk. Hetta kom eg bara at hugsa um.