Um bankasakin rættvísger fullveldið og útspillingina av ríkisfelagsskapinum ? hví er so neyðugt at pella um veruleikan?

Nógv er sagt og skriva um donsku kreppuhjálpina við hartilhoyrandi partabrævabýtið í mars 1993, sum skuldi javnstilla táverandi Føroya Banka og Sjóvinnubankan.

Men hvat var tað sum hendi, tá Føroyar í oktober 1992 fíggjarliga fóru á húsagang og qua ríkisfelagsskapin bóðu Danmark um hjálp og fingu hana.


Færøerne i bankkrisens tegn
Henda spurningin hevur Richard Mikkelsen sett sær fyri at útgreina í nýliga útkomnu bókini: "Færøerne i bankkrisens tegn" 2001. Richard Mikkelsen er fyrrverandi nationalbankastjóri, og var formaður fyri Finansieringsfonden af 1992, sum skuldi umsita peningin, ið Landsstýri noyddist at læna frá Danska Statinum.
Bókin nemur stutt tað politiska- og mentunarliga stevið, sum søguliga undan er farið. Restin av teimum 300 síðunum í bókini er ein neyv og náðgreinilig gjøgnumgongd av fíggjarligu endureisingini av føroyska fíggjarheiminum við hópin av ávísingum. Richard Mikkelsen vísir við bókini eitt yvirordnað innlit og ein neyvleika til føroysk viðurskifti, sum flestu føroyingur av røttum kunnu øvunda honum men eisini læra av. Annars hevur Rolf Guttesen eitt virðiligt ummæli av bókini í Dimmalætting 9. og 19. februar 2002.
Bókin gevur okkum nakað at hugsa um, bæði reint professionelt og moralskt. Tað verður argumenterað sakliga, grundgivið við ávísingum, og bankamálið verður lýst út í æsir.
Onkur hevur samanborið føroysku fíggjarkreppuna við eitt hjartastopp, har danir, eftir áheitan góva hjartamassagu, men undir viðgerðini brotnaði eitt rivjabein, og øði spann í føroyingar. Patienturin, føroyski fíggjarheimurin, kom tó skjótt fyri seg, og er í dag sterkari enn áður, enntá við einum fusioneraðum banka sum longu hevur vorpið gullegg.
Gráa tøkkin danir fingu fyri hjálpina, var ein stevning fyri at hava brotið eitt riv á einum óhjálpnum patienti. Milliarda "kompensatiónin", sum stevningin gav okkum, fekk ongan føroying at rodna - hvussu kann tá nakar okkara fáa samvitskubit av blokkinum?

Bankamálið
Partabrævabýtið í mars 1993 setti gongd í ein hóp av illgitingum, og ikki minst í Sjónvarpi Føroya við Høgni Hoydal á odda. Um hesa sending skrivar Richard Mikkelsen: "Udsendelsen gav sig ud for at være et dokumentarprogram, men havde helt klart karakter af en smædekampagne mod danske politik-ere og myndigheder, Den Danske Bank og Finansieringsfonden" (s.147). Hetta eru sterk orð frá einum manni, sum annars hevur eitt varligt orðalag í bókini. Sjónvarpssendingin var tendensiøst gitandi við eftirgjørdum myndum, har danir vóru skurkarnir. Men føroyingar sjálvir høvdu ábyrgdina av kreppuni, og høvdu sjálvir biðið danir um hjálp, sum danir treyðugt søgdu ja til (s.8 R.M.).
Men taktikkurin hjá Høgna Hoydal loysti seg væl politiskt, ella sum R.M. sigur tað:"Udsendelsens leder, programmedarbejder Høgni Hoydal, fik efterfølgende en hurtig karriere i færøsk politik som repræsetant for Det replublikanske Parti" (s.148).

Fullveldisherðferðin
Tær sokallaðu "dokumentarsendingarnar" hjá Høgna Hoydal løgdu lunnar undir fullveldisherðferðina og legaliseraðu illgitingar um donsku kreppuhjálpina, ríkisfelagsskapin, og annars alt sum danskt var. Sjálvt okkara fíggjarmálaráðharri stóð fyri stuttum á Løgtingsins røðarapalli og pellaði um, at danir høvdu ríka seg upp við at lána okkum kreppupening til okursrentu. Smb. ríkisumboðnum var einki hald í hesum pástandi.
Sami Karstin Hansen kundi á vitjan í Íslandi upplýsa, at 85% av føroyingum ynskja loysing frá Danmark (Morgunblaðið 16/1-2002), vælvitandi at fólkaatkvøðan 26. maj 2001 bleiv avlýst, tí undirtøkan fyri loysing var væl undir 50%. Kanska hevur hann fiktiva talið frá varaløgmanni, sum í sínum danska kunningarbóklingi "Myten om rigsfællesskabet", sigur, at "Dog viser alle meningsmålinger, at 75% af vælgerne ønsker et selvstændigt Færøerne ?" (s. 103),. Íslendski leisturin til fullveldið í 1944 setti nevniliga 75% sum minstamark fyri undirtøku, um fullveldið skuldi gerast veruleiki, og tá ljóða 85% meiri sannførandi enn minstamarkið 75%. Íslendsku brøðrurnir skuldu helst ikki ivast í vilja Føroya fólks, sjálvt um neyðugt var at pella eitt sindur!
Annars vísir seinastu meiningarkanning hjá Fynd (mars 2002), at 59% av teimum spurdu ynskja at Føroyar menna seg innan fyri ríkisfelagsskapin, meðan bert 29% ynskja eina menning uttan fyri ríkisfelagsskapin.

Loysingarprojektið við 3 milliarda undirskoti
Kendi danski blaðmaðurin og politikarin Viggo Hørup segði, at " Menneskenes handlinger, også de politiske, skal udspringe af respekt for kendsgerningerne. Ellers fører de til vrøvl og ulykker" (s.17. R.M.).
Fullveldisutopi varaløgmans er eitt gevandi dømi um vantandi respekt fyri veruleikanum. Eftir liggja 10 tals millióna rovini av selektivu fullveldis Hvítubók, fullveldis grundlóg, umframt tað í Føroya fólk ísádda sundurspjaðingarlindið, sum fylgir í kjalarvørrinum á fullveldisprojektinum.
Fullveldisfólk halda uppá, at Landskassin seinastu fýra árini hevur havt um 2 milliardir í yvirskoti, men faktum er eitt undirskot uppá 3 milliardir, sum danir hava goldið. Blokkstuðulin í sama tíðarskeiði var 4 milliardir umframt at Føroya Banki seinastu fýra árini hevur vorpið gullegg (1 milliard). Altso uttan blokkstuðulin og gulleggið hjá bankanum hevði Landskassin hesi seinastu fýra árini havt 3 milliardir í undirskoti.
Sitandi loysingarsamgonga hevur verið heppin og notið gott av eini tíð við hákonjunkturi, saneraðum vinnilívstólum og einum fusioneraðum sera gevandi almennum banka, takkað veri átakinum hjá Finansieringsfonden af 1992, sum Richard Mikkelsen var formaður fyri. Tríggjar milliardi í undirskoti í góðum tíðum við fullum blokki! Hvussu verður nú tað sansar at í bæði borð, minni kvotur, lægri prísir og uttan fyrilit skerdum blokki?

Sjónvarp Føroya og trúvirði
Bókin hjá Richard Mikkelsen "Færøerne i bankkrisens tegn" hevur eitt dokumenterað trúvirði, meðan bóklingurin hjá varaløgmanni "Myten om rigsfællesskabet", ikki hevur nakað dokumenterað trúvirði, men er meira í tráð við bókarøðina: "Við abba á flot", ella "Við ommu til neytar", so ein beinleiðis samanbering gevur onga meining. Hinvegin kundu vit samanborið "dokumentarsendingina" hjá varaløgmanni við bókina hjá Richard Mikkelsen og mett um trúvirði.
Taka vit undir við Søren Kierkegaard, tá hann sigur, at: "Livet forstås baglæns, men må leves forlæns", so er nú so nógv nýtt komið fram um "bankamálið", at almenna Sjónvarp Føroya moralskt eigur at taka táttin upp um oman fyri nevndu "dokumentarsending" hjá Høgna Hoydal, og seta hana inn í samanhangin, sum vit kenna hann í dag. Gera vit einki, verður hon standandi sum ein skamplettur, sum ið alt ov stóran mun legaliseraði ósannindi ella lygnir um ríkisfelagsskapin og donsku kreppuhjálpina í 90-árinum, og tað kann hvørgin parturin hava sitandi á sær.
Støðan verður ikki greiðari av, at vit ístaðin fyri varaløgmann hava sent ein vrakaðan landsstýrismann til at umboða okkum á danatingi. Gamalt var annars ikki at útflyta vrakfiskin!
Tá viðkvæmir spurningurin um ríkisfelagskapin ella loysing stinga seg upp, eigur almenna Sjónvarp Føroya ikki at lata seg misbrúka!