Um Bíbliu okkara

Nýggj bók

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina »Um Bíbliu okkara« eftir Ivan Hellstrøm.

Henry Debes Joensen hevur týtt bókina, og Bergur Debes Joensen hevur skrivað partin um føroyskar Bíbliutýðingar.

»Um Bíbliu okkara« er handbók, sum gevur frágreiðing um allar bøkurnar í Bíbliuni, bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti, og hon er ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans, men kann eisini nýtast í hægri skúlum.

Kápuna hevur Ingi Joensen gjørt, Hestprent hevur havt sats og umbróting um hendi, og Estra hevur prentað.

»Um Bíbliu okkara« er 320 blaðsíður og kostar 160,- kr.