Um Elina Heinesen:

Í Føroyum er Elin 49 ára gamla Elin Heinesen fyrst og fremst kend sum kvinnuliga røddin í Nalja og dóttur Jens Paula Heinesen, rithøvund.

Partar av hennara yrkislívið hevur hon verið í Føroyum. Hon var eitt skiftið marknaðarfólk í SMS, hevur arbeitt fyri Føroya Tele og hevur klipt og staðið fyri tónleikinum í sjónvarpfilmunum, sum Gulla Øregaard hevur gjørdi um pápa Elina, rithøvundin Jens Paula Heinesen. Hon hevur eisini arbeitt við heimasíðum, fyri Menningarstovuna, Vinnumálaráðið og Oljumálaraðið. Elin hevur fleiri ferðir verið í Føroyum í styttri tíðarskeið, eitt nú í ár, meðan mamma hennara lá sjúk. Men síðan fyrst í 80’árunum, hevur Elin mest verið í Danmark.
Seinastu árini hevur Elin verið í starvi sum blaðstjóri á tíðarritinum Kiwi, , ið kemur út eina ferð um mánaðin og hevur 430.000 lesarar. Blaðið er ein av teimum heilt stóru sólskinsøgunum í danska blaðheiminum, og Elin eigur høvuðsábyrgdina fyri stóru undirtøkuna. Hon hevur ment konseptið, valt málbólk og sitið sum blaðstjóri frá fyrsta degi.
Hon hevur eina útbúgving sum Cand. Mag. í estetikki og mentan, hevur lisið norðurlendskar bókmentir á Fróðskaparsetrinum, umframt at hon hevur lisið á filmskúlanum í Keypmannahavn. Hennara CV er bæði langt og spennandi, og umfatar starv sum alnetblaðstjóri á kvinnuportalinum www.kvindeportalen.dk, marknaðarfólk í mentanarbýnum 1996 har hon samskipaði marknaðarføringina í inn- og útlandi av Keypmannahavn og 600 kulturbýarverkætlanum, redaktiónsstjóri hjá Komiteen for Sunhedsoplysning.