Útróður
? Tað stendur illa til hjá teimum, sum rógva út við smábátum.
Tað heldur Milson Berg, sum er formaður í útróðrarfelagnum á Tvøroyri.
Vánaliga støðan hjá útróðrarbátum undir 15 tons, fekk Tvøroyrar Útróðrarfelag til at kalla saman til fundar sunnudagin at viðgera støðuna.
Tey fingu eisini Johan Dahl, løgtingsmann úr samgonguni á fundin fyri at teir kundu greiða honum frá støðuni við tí fyri eyga, at hann kundi taka tað upp politiskt.
Serliga eru útróðrarmenninir misnøgdir við inntøkutrygdina.
? Fyri at fáa minstaforvinning, skal útróðrarmaður hava avreitt fyri minst 54.000 krónur eitt hálvár.
? Ein bátur kann hava avreitt fyri 53.000 krónur, men bara hann manglar hasar 1.000 krónurnar, fær hann ikki minstaforvinning.
? Teir, sum eru undir skipanini um minstaforvinnin, kunnu heldur ikki arbeiða á landi, tí so verður tað mótroknað í minstaforvinninginum.
Men Milson Berg sigur, at mangan er veðrið so ringt og so lítið at fáa, at bátarnir klára ikki so frægt sum at koma upp á minstamarkið.
? Tað ger, at nógvir detta úr skipanini og eru í vanda fyri at missa bæði bát og hús.
Hann sigur, at bara á Tvøroyri eru einir 4-5 bátar farnir úr skipanini, tí teir koma ikki upp um minstamarkið.
Sjálvur kundi hann hugsa sær, at útróðrarmenn fingu 3/4 av eini fiskimannaminstuløn fimm teir ringastu vetrarmánaðirnar frá oktober til februar, tí tá er veðrið ofta so ringt, at tað er mangan ikki útfarandi.
? Men treytin skalvera, at tað skulu vera í mesta lagi tveir mans við hvørjum báti fyri at sleppa undan at skipanin verður misbrúkt.
Hann veit, at skipanin við minstaforvinningi hevur verið misbrúkt, tí útróðrarmenn hava skrivað bæði ommur og abbar, sum hann tekur til, uppá bátarnar fyri at fáa minstaforvinning.
Annars skjóta útróðrarmenn í Suðuroy upp at gera eina skipan við upphøggingarstuðuli
fyri útróðrarmenn sum ætla at gevast, so at teir fingu eitt sindur fyri bátarnar og at Landsstýrið so fekk fiskiloyvið afturfyri, tí flestu bátarnir hava verið dýrir at útvega.
Annars stúrir hann fyri, at gongdini, tá ið russarnir ikki longur sleppa at keypa upsa.
? Tá ið russarnir eru farnir, stúri eg fyri, at upsaprísurin fer aftur í botn sum hann var, áðrenn russarnir komu.
Hann skjýtur upp, at í hvussu so er onkrir russarar slepp at verða verandi, tí fara teir, verður ikki ein stertur avreiddur í Føroyum afturat, sum prísirnir eru.
Somuleiðis skjóta teir upp, at teir skjóttgangandi útróðrarbátarnir fáa upsaloyvi í Norðsjónum um hásumri, tí tað ber væl til hjá teimum at sigla niður og at rógva út frá onkrum donskum báti.
Illa órógvaðir
Annars fýlist formaðurin í útróðarfelagnum á Tvøroyri á, at teir smáu bátarnir verða illa órógvaðir av teimum størru línubátunum sum hava egningarmaskinu umborð.
? Smábátarnir hava ikki loyvið til at fara útum 20 fjórðingar, men teir stóru línubátarnir seta ferð eftir ferð heilt inn í fjarðamunnarnar og tað ger almikið fortreð fyri smábátarnir.
Milson Berg sigur, at tað er alneyðugt at eftirlitið fæst at virka so at teir halda seg har, teir eiga at vera og ikki koma longri inn enn teir hava loyvi til at vera.
Útróðrarmenninir í Suðuroy vóna, at politikarar vilja taka trupulleikarnar upp, tí serliga í vetur hava líkindini verið út av lagi vánalig, heilt síðani í oktober, so tað hevur verið ógvuliga lítið fiskarí.
Og hann sigur, at verða umstøðurnar hjá teimum smáu útróðrarbátunum ikki broyttar til tað betra heilt skjótt, ganga bara nøkur heilt fá ár, so er aldargamli útróðurin við smábátum farin í søguna.
Milson Berg sigur, at í Suðuroy eru trý útróðrarfeløg, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági.
Sjálvir arbeiðir hann fyri at savna allar útróðrarmenn í eitt felag og hann sigur, at tað er komið væl áleiðis.
Fara at viðgera støðuna
Johan Dahl, løgtingsmaður, sigur, at ein trupulleiki hjá útóðrarmonnum er, at teir kunnu detta úr skipanini, uttan at hava nakra aðra trygd.
Í løtuni verður grundarlagið fyri inntøkutrygdini rokna fyri hvørt hálvár sær, so at útróðrarmaðurin skal hava avreitt fyri 54.000 hvørt hálvár fyri at fáa minstaforvinning. Løgtingsmaðurin sigur, at ein máti kundi verið at rokna grundarlagið fyri inntøkutrygdini yvir eitt heilt ár ístaðin fyri at leggja upp fyri vánaligum fiskiskapi í ávísum tíðarskeiði.
Annars vísur hann á, at minstaforvinningurin er 8.200 krónur um mánaðin og tað er ikki øll verðin og so vítt hann veit er henda upphædd ikki dagførd í fleiri ár.
Somuleiðis verða fiskidagarnir útlutaðir fyri eitt hálvt ár ísenn. Tað merkir, at er vánaligt veður eitt tíðarskeið og gott veður eitt annað tíðarskeið, kann tað henda at útóðrarbáturin ikki fær gagnnýtt tað góða veðrið, tí fiskidagarnir kunnu ikki flytast ímillum.
? Ein loysn kundi verið at loyvt útróðrarmonnum at flutt óbrúktar fiskidagar í einum hálvári til næsta hálvár, sigur Johan Dahl.