Virgar T. Dalsgaard
----
Tá ið eg í mínum naiviteti loyvdi mær at fara inn á ta síðuna á fjes- og fjasibókini, sum ber navnið ”Føroysk stavseting”, roknaði eg við, at har var fulkomuligt skrivi-frælsi sambært donsku grundlógina. Men eg fekk annað at síggja. Flest av teimum, - - ikki øll - vóru rættiliga sekterisk, betrivitandi og hástór. Tey prioriteraðu sterila grammatikk fram um alt annað. Eftir teirra tykki skal málið helst fjøtrast í eina brynju av reglum og normum, og tey vilja ikki ella duga illa at síggja, at so steindoyr tað neyðars málið! Mín ósemja við tey ella kritikkur av teimum og ymsum autoriseraðum orðapávum var í heilum karakteriserað sum grovheitir, persónligheitir og kverulantarí. Teirra jánkasligu og hjálparleysu royndir til at argumentera fyri fordómum og frelstum sjónarmiðum førdi so til, at eg andøvdi sarkastiskt afturímóti. Mær dámar væl orðaskifti, og eg eri 100 % ímóti censuri. So onkur sjálvbestaltaður málpávi fekk eina breiðsíðu viðhvørt, og tað skuldi man trúð var legitimt, eftirsum teir sjálvir ongan eira. Men hesin debattformurin hóvaði ikki bendingarfólki , og tað kom fjáltur á alt staviliðið. Bendarar eru øgiliga álvarsom fólk og dáma slett ikki ironi. So eg fekk nógvar stuttligar skolur við fornermilsi og forargilsi um mín form; innihald vóru tey sjáldan før fyri at analysera og argumentera ímóti. Alt hetta átti at borið til, og man skuldi trúð, at invektivir móti mær, mátti verið teimum nóg mikil terapi, men nei! Í síni argumentneyð tóku tey til tað einasta og mest effektiva vápnið, tey eiga: Censur.
Sjálvglað grammatikk-meinigheit
Eg fekk munnkurv og og eri lýstur í talibann í dag, og eg eri nú útihýstur úr allari ti frelstu meinigheitini av stavarum og bendarum. Eg eri altso kettari og havi fingið eina bandbullu frá kardinalum og orðavrakarum, men eg veit, at ein kendur pávi stendur aftanfyri. At eg á gamalsaldrinum verði lýstur í málsligt bann av sjálvglaðum og dummstoltum pávafrellum er faktiskt næstan ein heiður, tí trongt verður í teirra himmiríki. Tessvegna brúki eg nú eitt annað medium til at anda í. Hjá stavingarmonnum verða annarsleiðis hugsandi heilt kvald. Tað er als ikki pláss fyri málsligum kettarum. Eg spurdi einaferð hesi frelstu grammatikkfólkini , um tey hava gjørt sær greitt, at sjálvur William Shakespeare neyðtók alla eingilska og antikka grammatikk og harvið ríkaði eingilskt mál í øldir. Okkara málsligu fundamentalistar vilja seta grammatikkina omanfyri allan litteratur og alt lív og vilja ikki erkenna, at tað málið, sum finst á gøtuni og úti millum fólk er altíð frammanfyri grammatikkina og nógvar ferðir betri enn tann stovulærda dialektin hjá konservativum grammatikarum. Anæmiskt grammatikkmál, sum er fjøtrað í reglur, er uttan saft og uttan kraft, og tað er ikki vist, at tað bara er grátur og tannagrísl uttanfyri stavidyrnar í meinigheitini hjá Sonna Smith og hansara líkum. Tvørturímóti: Har møtir man málinum hjá fólki og ikki turrgeldum sonnesiskum pinku-snakki.