Tá tað snýr seg um sjúkradagar hjá børnum, fer landsstýrið at leggja fram lógaruppskot um at tryggja tímaløntum endurgjald fyri inntøkumiss í sambandi við fyrsta sjúkradag hjá barninum. Landsstýrið fer eisini at koma við uppskoti um at veita serligt barnaískoyti til stakar uppihaldarar.
Bøtt er munandi um lestrarstuðulin. Barnsburðarfarloyvisskipan er sett í verk, og frá 1. august fáa lesandi 600 kr. meira um mánaðin í studningi fyri hvørt barnið. Harumframt er rentan av lánum í lestrartíðini minkað úr 4% í 2%.