Val ella ei. Føroysku og donsku myndugleikarnir eiga og hava skyldu at samráðast, áðrenn fyrningarfreistin er úti 30. apríl. Og koma til eitt fyri okkum nýtiligt úrslit.
»Føroyavinurin« Nyrup roynir nú aftur at lumpa føroyingar. Við at lumpa Jóannes Eidesgaard. Tí tá ið fyrningarfreistin er úti, er onki at samráðast um.
Tá er bert eftir at leggja sak.
Jóannes Eidesgaard eigur nú at spæla hart út og vera oyalur ímóti føroysku tjóðini, sum undir samráðingunum verður umboðað av Føroya Landsstýri:
Pkt. 1: Um landsstýrið vil samráðast um m.a. Bankamálið, eigur Jóannes Eidesgaard at krevja, at Nyrup ger tað og at endalig loysn fyriliggur væl áðrenn fyrningarfreistin er úti.
Pkt. 2: Um pkt. 1 ikki verður gjørt, eigur Jóannes Eidesgaard at fella Nyrupstjórnina.
Báðir fólkatingslimir okkara eiga sjálvandi áðrenn at kanna, um ikki betri møguleikar eru fyri eini samráðingarloysn hjá teimum borgarligu í Danmark.
Tað tykist sum um Nyrup heldur vil snýta enn gjalda. Eg vil heita á Jóannes Eidesgaard um ikki at lata seg misnýta av Nyrup til skaða fyri føroysku tjóðina. Tí í bankamálinum hevur Nyrup ongantíð hugsað um føroysku tjóðina, og tað ger hann heldur ikki enn. ? Tíverri.
4. apríl 1998
Marjus Dam,
valevni sambands-
floksins