Um reppið at tvey flogfør stoyttu saman í New York

Tað var eitt ferðafólkalfogfar, sum var við at stoyta saman við eitt farmaflogfar, tá tað í evstu løtu eydnaðist at byrgja uppfyri vanlukkuni

Tað mundi gingið heilt galið við Newark Liberty International Airport í New York um 20-tíðina, lokala tíð, týskvøldið í hesi vikuni.

 

Hetta er ein flogvøllur, sum hevur rættiliga nógvar komur og fráferðir gjøgnum eitt samdøgur.

 

Tað var eitt ferðafólkaflogfar hjá Alaska Airlines, sum var við at stoyta saman við eitt farmaflogfar hjá felagnum, FedEx.

 

- Flogførini vóru við at renna saman, tá tey bæði lendu á tveimum krossaðum breytum, veit ABC News at siga.

 

Alaska Airlines-flogfarið var á veg úr Portland í Oregon, og FedEx-flogfarið kom úr Memphis í Tennessee. 

 

Tíbetur eydnaðist tað í evstu løtu manningini í flogtorninum at byrgja uppfyri samanstoytinum og vanlukkuni við at biðja flogskiparan í ferðafólkaflogfarinum taka eitt hvast sving.

 

- Tá var flogfarið bara 45 metrar yvir flogvøllinum, veit ABC News at siga.

 

Amerikanskir flogmyndugleikar og ráðið fyri flutningstrygd siga, at hendingin verður kannað, og tey leggja aftrat, at tíbetur hendi eingin fólkaskaði.