Um seyðin av/á vegnum. Meðan vit bíða eftir hegni

Tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at eydnast tykkum, ið krevja seyðin av vegnum at koma á mál. Serliga gleði eg meg til, at tað verður trygt hjá smálombunum. At hugsa sær, at nakar, ið eigur smálomb kann sova róliga, vitandi at lombini renna úti á vegnum. Ein morgunin í fjør kundi eg rakt eini fýra fimm smálomb ísenn, tey lupu yvir um vegin, men vendu so við aftur. Til alla lukku hevði eg tikið ferðina av bilinum, hevði slept speedaranum, tí eg nærkaðist seyði

Tað verður altíð tosað um at byrgja seyðin inni, men hvat tá onkur ær er komin útum? Við Kalbakstunnilin liggur alt ov ofta ein yvirkoyrd ær, og har er bæði hegn og bilverja.

Smálombini, ið fara út ígjøgnum meskarnar? Har kundi man havt tættari hegn, so var tann trupulleikin loystur. Yvirkoyrd smálomb er ikki til at bera, og eg frøist als ikki yvir hesa tíðina við smálombum. Tvørturímóti.

Okkurt má gerast beinanvegin, tað er ov leingi at bíða til allir vegir eru hegnaðir inni. Hvat skulu vit gera fyri at fáa djór at halda seg burtur frá vegnum? Hvat við at hugsa kreativt og gera eina hugskotskapping og fingið gjørt okkurt smávegis beinanvegin?

Onkustaðni havi eg sæð, at Landsverk hevur eina maskinu, ið grópar tað bleyta fram við asfaltinum upp, og koyrir grovan skerv á í staðin. Tað kann gerast beinanvegin og hjálpir eitt lítið sindur, tí tað hevði tikið grasið fram við asfaltinum burtur. Hetta saman við klóripinnum í haganum, ið staðin fyri teimum, ið standa fram við vegnum, og kanska salttinnur eisini, hevði tikið orsøkina hjá seyði yvirhøvur at uppihalda seg við vegkantin burtur. Kanska latið seyðahundin runnið sær ein túr fram við vegnum, havt eina smala gøtu nærhendis, so alt vegaøkið kendist ótrygt.

At siga at 3% av íbúgvunum í Føroyum vil hava seyðin av vegnum er ikki rætt. Talið er nærri 100%, og seyður á vegnum er eitt evni, vit ikki verða liðug við, fyrr enn ongin seyður er eftir.

Tá tað er eydnast at fáa seyðin av vegnum, koma vit til gæs, harur, tjøldur og likkur. Fyribils er bert eitt at gera, nevniliga at seta ferðina niður, tá tú nærkast djórum. Likkur og tjøldur hava ringt við at “fóta sær” í nógvum vindi, har mugu vit menniskju geva teimum gætur.

Tað nýggja er ofta tað gamla sum er vent á høvdið, og í hesum føri hevur seyður altíð gingið allastaðni. Tað umvenda er so, at hann hevur ávís øki at ganga á, og at tað nú er ábyrgdarleyst at lata standa til og sleppa honum út á vegin, har teir vandamiklu bilarnar koyra. Tað er antin/ella, bilar ella seyður.

Kanska fara vit í framtíðini bert at hava seyð á ávísum oyggjum.