Um tú fært játtandi svar

Fært tú játtandi svar, merkir tað eisini at tú skalt flyta av landinum, og tá er nógv ymiskt tú skalt minnast til og hugsa um. Her er ein uppskrift uppá at flyta niður at lesa.

 

Hevur tú fingið játtandi svar er góð orsøk til at frøast. Frammanfyri bíðar ein spennandi tíð, sum ikki altíð er so ljósareyð, men har stutt er ímillum avbjóðingarnar. Tær fyrstu standa longu í durinum og tú skalt beinanvegin byrja at fyrireika teg. Á hesum spaltum verður greitt frá nøkrum av tí, sum tú skalt gera komandi mánaðin.


Vátta svarið

Fært tú játtandi svar frá KOT, so er tað fyrsta tú skalt gera at vátta at tú tekur ímóti útbúgvingartilboðnum. Hetta skal gerast skrivliga, og oftast er freistin stutt, so tað skal gerast beinanvegin. Ert tu sloppin inn á dreymaútbúgvingina er lætt at taka hesa avgerð, men ert tú komin inn á eina av teimum lægri prioriteraðu útbúgvingunum, er orsøk til at hugsa seg væl um og kanna eina eyka ferð hvat hendan útbúgvingin í veruleikanum snýr seg um, áðrenn tú sendir váttanina til KOT.


Íbúð

Tú skuldi gjarna havt søkt Kollegiekontórið í býnum, tú ætlar tær til, um íbúð ella kamar fyri minst tveimum mánaðum síðan. Hevur tú ikki tað, so ger tað nú, men vænta ikki at fáa nakað áðrenn tú flytir niður.

Stórt trot er á íbúðum í teimum størru donsku lestrarbýunum, og tí mást tú í fyrstu atløgu taka tað, tú fært. Seinni kanst tú so flyta í okkurt betri. Søk tey kollegiuni, ið hava styttst bíðitíð, um tú ikki hevur nakað stað at búgva, tá tú kemur niður.


At gera í Føroyum

Áðrenn tú stingur í sekkin og fert til Danmarkar, eru nøkur formell og minni formell viðurskifti, tú skalt minnast til at avgreiða.

Tú skalt fara inn á kommunskrivstovuna í tínari kommunu at siga formelt farvæl. Tvs. at tú skalt melda flyting úr kommuni.

Far síðan inn á gólvið hjá Toll- og Skattstovuni. Har skalt tú søkja um at »varveita fulla skattskyldu í Føroyum sum lesandi«. Hetta gevur tær góðar skattaumstøður tá tú kemur heim aftur í feriunum at arbeiða. Ætlar tú tær ikki at arbeiða? Søk kortini ? tú kanst ongantíð vita hvussu stórt peningatrotið kann gerast.

Finn útav hvussu tú skalt fáa tíni ting niður. Fylla tey bara ein stóran plastikposa, kanst tú sjálvur bera tey. Fylla tey nakað meir er Postverkið tann frægasta loysnin, men skalt tú hava nógv ting við, so spyr flutnings- og farmafeløgini.

Av teimum minni formellu tingunum, sum skulu gerast áðrenn tú fert avstað, kunnu nevnast at keypa Grønu sangbók og nakrar góðar føroyskar fløgur, fáa email adressurnar hjá øllum teimum, tú kennir, og syrgja fyri at tú eigur nóg mikið av peningi at hava við. Tí tað kostar at flyta, og tað kann ganga lang tíð áðrenn SU setir nakað inn á tína bók.


Komin til Danmarkar

So skjótt tú ert komin til Danmarkar (innan fýra dagar) skalt tú fara inn á kommunuskrivstovuna í tínum nýggja heimbýi og siga formelt halló. Tað inniber at tú meldar teg inn í kommununa og harvið fært eitt »sygesikringsbevis« við einum CPR nummari. Hav altíð tað gula »sygesikringsbevis« uppi á tær, og lær teg beinanvegin CPR nummarið uttanat, tí í Danmark er hetta meira umráðandi enn at tú dugir títt navn. Tú sleppur nærum ikki at keypa eina pylsu uttan at upplýsa »títt nummar«.

Á kommunuskrivstovuni fært tú skjøl, ið skulu brúkast til at velja lækna og tannlækna. Vel onkrar beinanvegin. Tú kanst altíð skifta seinni.

Tá tú hevur fingið títt CPR nummar er tíð at fara í bankan at biðja um eina konto. Far í ein av smærru bankunum, um tú vilt hava góðar umstøður. Størru bankarnir kunnu finna uppá at krevja kontoavrit og lønaruppgerð úr Føroyum og nokta tær Dankort og VISA fyrstu nógvu mánaðirnar.

Við kontonummari og CPR nummari kanst tú nú fara á SU skrivstovuna at útfylla umsóknarblað um útbúgvingarstuðul. Søk eisini um SU lán, um tú hevur brúk fyri tí. Men ansa eftir. Lán skulu gjaldast aftur og mugu tí ikki gerast ov stór.

So hevur tú avgreitt tey ?kravdu? viðurskiftini. Men enn er okkurt eftir.

Ætlar tú tær at arbeiða í Danmark, er tað eitt gott hugskot at fara inn á Toll- og Skatt í nýggju kommuni at biðja um Føroyafrádrátt. Serligar reglur eru galdandi um hvør hevur rætt til hendan skattafrádrátt, so kanna um tú hevur rætt til hann, áðrenn tú fert til Toll og Skatt. Ein góður máti at kanna hetta er at ringja til »Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark« (tlf. 31 23 99 80). Hon er har til tað sama.

Tað kann vera eitt gott hugskot at tekna trygging. Ikki minst um tú keypir tær nýggja súkklu, tí tað eru onnur enn tú, sum halda at hon er flott og gjarna vilja eiga hana. Tekna eina »indbo-forsikring«. Hon umfatar eisini súkkluna.

Hevur tú enn ikki funnið nakað at búgva í, so kanst tú fara framvið Kollegiekontórinum í býnum at kæra tína neyð. Tað hjálpir onkuntíð væl.

Fert tú aðrasataðni enn til Keypmannahavnar at lesa, finnast føroyingarfeløg, sum lesandi føroyinar, eins og tú, mynda. Melda teg inn í føroyingafelagið í tínum býi.

Eisini er tað eitt gott hugskot er at tekna seg sum lim í MFS, sum er felag teirra føroysku lesandi. MFS hevur skrivstovur í øllum teimum størru lestrarbýunum í Danmark.


Byrja útbúgvingina

Tá útbúgvingin byrjar fært tú allarhelst eitt størri ella minni kultursjokk. Hini í flokkinum (danirnir) ljóða helst longu sum tey hava gingið har í tvey ár, men tað hava tey ikki, og tey eru líka ósikkur og óvitandi sum tú. Tey duga bara nakað væl betur at tosa og lata sum um tey vita.

Syrg fyri at læra nøkur av teimum at kenna og far við tá tey møtast eftir skúlatíð. Fá vinir á útbúgvingastovninum og far fyri guðs skyld við á »hyttetúrin«, eisini um tú ikki tímir.

Les nógv og møt væl upp, men enda ikki sum turkatræ tó. Hav eitt lív við síðuna av lesnaðinum.