Dánial á Dul Jacobsen
Spurningurin hevur støði í umrøðuni av einum afrikanskum trúboðara, sum hevur verið umtalaður í donsku, kristnu vikuavísini Udfordringen. Nú veit eg ikki heilt vist, hvønn afrikanara Thorbjørn sipar til, men av tí at vit halda Udfordringen og hava gjørt tað í fleiri ár, giti eg, at tað er Charles Ndifon meint verður við. Er tað hann, so má viðmerkjast, at eisini føroyingar eru, sum eru blivnir vælsignaðir av tænastuni hjá hesum manni. Tað er ikki so langt síðani, at ein kvinna í Klaksvík vitnaði í sendingini "Tilvera" um, hvussu undurfult hon varð vorðin grødd frá lívs-hóttandi krabbameinssjúku, eftir at nevndi afrikanari hevði biðið fyri henni.
Nú kann tað vera, at eg giti skeivt, men blaðið Ud-fordringen er eitt so mikið seriøst blað, at tað við vissu kann sigast, at tey ikki nýta blaðrúmd til persónar, sum tæna og virka á óbíbilskum grundarlagi. Men líkamikið hvør persónurin er, so haldi eg meg í greinini hóma nakrar álvarsamar misskiljingar. Satt at siga, so skilji eg ógvuliga væl próvførslurnar hjá tær Thorbjørn, tí í nógv ár gekk eg sjálvur við somu fatanum. Í dag taki eg als ikki undir við teimum og dugi heldur ikki at síggja tað bíbilsku funderingina fyri slíkari próvførslu. Dugi heldur ikki at síggja at hetta slagið av próvførslu kann hjálpa nøkrum ella verða til signing fyri nakran.
Tað at Paulus hevði likamligan veikleika, merkir ikki á nakran hátt, at hann ikki hevði trúgv fyri guddómligari grøðing. Hann bæði lat seg brúka sum Guds amboð til grøðing fyri onnur, og sjálvur tók hann eisini í móti grøðing til sítt egna likam. At hann lat seg brúka til grøðing fyri onnur síggja vit bæði í Efesus har: "Gud gjørdi við hondum Paulusar størri kraftargerðir enn vanligt, so at enntá sveittadúkar og fyriklæði, sum verið høvdu á likami hansara, vórðu borin til hini sjúku; sjúkurnar viku tá frá teimum, og hinir illu andarnir fóru út." Og í oynni Malta har Paulus saman við øðrum var strandaður: "So bar á, at faðir Publius lá sjúkur av blóðgangi og við fepri. Paulus fór tá inn til hansara, bað og legði hendurnar á hann og grøddi hann. Táið hetta hevði hent, komu eisini hini har í oynni, sum sjúkur høvdu, og vórðu grødd." Hetta kunnu vit lesa í Ápostlasøguni kapittul 19 og versini 11-12 og í kapittul 28 versini 8-9. Harafturat var Paulus, sambært 2. Korintbrævi kapittul 1, ógvuliga tilvitaður um hjálpina, sum forbønin frá øðrum veitir.
So er tað spurningurin um trúgv. Mótstøðufólk av forbøn spyrja ofta, fyri ikki at siga altíð: Hvat so við teimum, sum biðið verður fyri og sum ikki verða grødd? Og so verður hesin spurningurin nýttur sum ábreiðsla í móti teimum, sum prædika trúgv til grøðing. Hvør skal siga: Halt uppat við hasum, tí nøkur verða vónbrotin. Hetta er ein ógvuliga løgin ábreiðsla. Hevði tað verið, at ábreiðslan var, at tú prædikar ikki nóg klárt, so kundi eg góðtikið hana. Loysnin uppá væntandi úrslit bæði til frelsu og til grøðing má vera at fáa enn meiri ljós yvir Guds orð, tí "so kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður". Sjálvur kenni eg fólk, sum hóast tey leingjast og leita og lurta, so kunnu tey kortini ikki siga, at tey eiga frelsuvissuna. Skulu vit so halda uppat at prædika evangeliið, tí nøkur verða vónbrotin? Og munnu tey vónbrotnu gerast glaðari um prædikan tagnar? Nei, tvørturímóti, so mugu vit gera okkum enn meiri ómak at prædika orð Guds klárt og týðuliga!
Ongastaðni síggi eg at Jesus ella skriftirnar rósa vantrúnni. Hinvegin so rósar Jesus tveimum heidnum fólkum fyri teirra stóru trúgv: Einum rómverskum herhøvdinga í Matteus kapittul 8 og eini kánaneiskari kvinnu í Matteus 15. Jødarnir hinvegin, og eisini lærisveinar-nir, blivu hartaðir fyri sína vantrúgv: "Tá svaraði Hann teimum: ?Tú vantrúna ætt! Hvussu leingi skal Eg vera hjá tykkum? Hvussu leingi skal Eg tola tykkum?? Markus 9:19.
Ein erligur máti at koma til Jesus við sínum trupulleikum er at koma sum hin pápin, sum rópti til Jesus: "Eg trúgvi ? hjálp vantrúgv míni!" Markus 9:24.