Talan er um Hotel Bisk, sum verður bygt beint norðan fyri Biskupstorg út móti Vágni við góðum útsýni í allar ættir.
Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystan fyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið, og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.
Verkætlanin er nú komin so mikið langt, at nú er klárt at fara at byggja. Við Norðlýsið í dag sigur Jan Petersen, stjóri í P/F Christiani í Grótinum, sum varðar av felagnum, sum byggir hotellið.
– Vit hava arbeitt áhaldandi síðani felagið var stovna við at koma á mál við projektering, søkt um byggiloyvi og hava í summar gjørt kanningar á økinum, segði hann í samrøðu við Sosialin fyrr í vetur.
Hotellið verður bygt á sjálvari útfyllingini, sum hevur nakrar aðrar avbjóðingar, enn tá bygt verður uppi á landið, tí undirlendið má kannast nágreinliga, fyri tryggja, at bygningurin ikki fer at seta seg, eftir at hann er bygdur.
##med2##
##med3##
– Tíðarkarmurin til byggingina er tvey ár. Ætlanin var, at hotellið skuldi vera klárt til summarið 2025, men tað fer ikki at røkka, sigur Jan Petersen.
Hann segði í áðurnevndu samrøðu, at hann væntar, at hotellið stendur klárt um tvey ár.
Byggikostnaðurin fyri hotellið er 150 milliónir krónur. Fíngging er fingin til vega, eins og eginpeningur upp á 50 milliónir krónur, sigur Jan Petersen.
Tað er ikki ætlanin, at felagið, sum byggir hotellið, eisini skal standa fyri rakstrinum. Ein leiguavtala er gjørd við Gist & Vist, sum millum annað eigur Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn í Havn, um at reka hotellið. Móðirfelagið hjá P/F Christiani í Grótinum, P/F Palli hjá Mariannu, er minnilutapartaeigari í P/F Gist & Vist.
##med4##
##med6##
Og eigararnir vænta sær nógv burtur úr hotellinum í Klaksvík. Áður hevur felagið víst á, stóran týdning ferðavinnan hevur fyri Føroyar, og at Norðoyggjar eru væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini, og nú mentanarhúsið er latið upp, sær Jan Petersen fyri sær nógvar synergiir millum hotellið og mentanarhúsið.
– Sum ein natúrligur liður í hesi gongd meta íleggjarnir, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum. Klaksvík hevur eitt virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum.
##med5##
Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið, sum verður staðsett beint norðan fyri Biskupstorg út móti Vágni við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystan fyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið, og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.
Hotellið hevur 81 rúmlig kømur við 4 stjørnum, eina matstovu og fundarsal til 300 fólk.
Við staðsetingini av nýggja hotellinum fær Klaksvík ein týðandi og eyðsýndan bygning:
• við eini serstakari staðseting, partvís í sjónum,
• ið kemur at liggja mitt í hjartanum í býnum,
• ið kann gerast ein altjóða ráðstevnu miðdepil
Arbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.