Um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek

Í dag, 3. desembur, er altjóða dagur teirra, ið bera brek. SU hyggur nærri at umstøðum teirra og møguleikum fyri menning á økinum.

Umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, eru munandi betri í dag, enn tær nakrantíð hava verið í føroyum. Hyggja vit bert fá ár aftur í tíðina var hesin bólkur goymdur burtur og nærum ikki at síggja í samfelagnum. Hóast hesar batar eru tað framvegis fólk, ið bera brek, ið einki tilboð hava í Føroyum, og ikki eru ímillum ”vanliga” borgaran í gerandisdegnum. Tí kann sigast, at nógv er at arbeiða fyri, og langt er eftir á mál.

Vit í SU meina, at okkara fyrsta mál eigur at vera, at einki vaksi fólk, ið ber brek, eigur at búgva heima hjá foreldrunum orsakað av, at tað ikki er nakað hóskandi bústaðartilboð. Hetta er ikki virðiligt hvørki fyri tann, ið ber brek, ella foreldur teirra. Hetta er eitt stórt mál, men eigur ikki at vera ógjørligt, um viljin er til staðar.

Tey ið bera eitt “minni” brek
Ein bólkur ið vit meina er afturúrsigldur í Føroyum, eru tey, ið bera eitt “minni” brek. Tað vil siga tey, ið eru ov væl fyri at búgva á einum bústovni/sambýli og ov illa fyri at búgva fyri seg sjálvi. Vit síggja tey í hvørjari bygd runt landið. Tey búgva heima hjá gomlu foreldrum sínum.

Hesi fólk eiga at fáa betri umstøður í Føroyum. Eitt nú í smáum vardum bústøðum, har eitt/tvey fólk eru sett í starv til at hjálpa og styðja undir eftir tørvi. Hetta nýtist ikki at verða kostnaðarmikið. Tey flestu í hesum bólki fáa eina rímiliga pensjón, og eru tí før fyri at gjalda eina rímiliga upphædd fyri at búgva á einum tílíkum bústaði.

Vard størv
SU heldur, at vit áttu at havt nógv fleiri vard størv til hesi fólk runt landið. Tað er umráðandi fyri tey, ið bera brek, at tey eru sjónlig í samfelagnum, at tey koma út og eru ímillum fólk. Eisini er tað týdningarmikið, læruríkt og gevandi fyri “vanliga” borgaran at hava hesi fólk, ið ofta hava aðrar eginleikar enn vit onnur, um seg. At allir bólkar í samfelagnum umgangast hvønn annan og eru partur av hvørjum øðrum ger, at vit gerast meira tolsinnað og verða betri til at rúma ymisleika. Tað almenna átti tí at gingið á odda hvat vardum størvum viðvíkur. Fyri at tryggja teimum, ið bera brek, eitt trygt, gott og mennandi starv, kundi tað verði skipað fyri upplýsandi skeiði fyri ábyrgdarhavaran, umframt, at ein samsýning varð latin tí, ið valdi at taka eina slíka uppgávu uppá seg.

Vit eiga at vísa og prógva, at vit eru eitt land ið stendur saman um og verjir minnilutabólkar. Vit eiga at tryggja teimum, ið bera brek, og familjum teirra góð og livilig kor í Føroyum. Tey eru í hondunum á almennu skipanini, og tí hevur tað alstóran týdning at taka hetta í fullum álvara, og gera alt fyri at umstøður teirra eru so góðar sum gjørligt. Hetta gera vit við at tryggja øllum, ið bera brek, ein hóskandi bústað, eitt gott dagtilboð, gera tað soleiðis, at tey eru ein virkin partur av samfelagnum, og at tað í framtíðini verða nógv fleiri vard størv.