Umberingin hjálpti

Fríggjadagin varð ein 19 ára gamal maður dømdur 40 daga hefti fyri at hava hótt Rasmus við lívinum.

- Tað er gott, at rættarmálið er avgreitt. Dómurin var nøktandi, og nú er tíð at koma víðari, sigur Mortan Rasmussen, pápi Rasmus, um dómin

Rasmus er ikki eins prátingarsamur og pápin. Tað er einki at siga til. Seinasta tíðin hevur tikið serliga hart uppá hann. Hann hevur fingið sálarlig mein, sum hann framvegis stríðist við. Men bæði hann og pápin vóna, at dómurin, ið varð sagdur fríggjadagin, tá ein 19 ára gamal fekk 40 daga hefti, er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið.

- Tað er gott, at rættarmálið er avgreitt. Dómurin var nøktandi, og nú er tíð at koma víðari, sigur Mortan Rasmussen og fær sær ein munn.

Fyri Rasmus var ein onnur hending í rættarsalinum fríggjadagin, ið hevði stóran týdning. Nevniliga, tá hin ákærdi umvegis verjan bað um umbering. Ein umbering, sum Rasmus tók ímóti.

- Umberingin hevur nógv at siga. Eg vænti, at hon kann hjálpa mær at koma víðari, sigur Rasmus Rasmussen, ið tó framvegis er merktur av øllum rokinum, hóast hann er blíður sum vant.

Hann vil treyðugt fara í smálutir um, hvussu tað kendist í rættarsalinum. Ein orsøk er helst, at hetta var fyrstu ferð, at Rasmus og tann ákærdi møttust aftur eftir hendingina í Glitni. Hann vildi sjálvur vera til staðar, tá tann ákærdi fekk dómin.

- Eg eri bara glaður fyri, at málið er endað, heldur Rasmus fyri.


Visti av ongum

Tað oysregnar í dag. Droparnir bresta móti rútinum, renna saman og káma útsýnið yvir húsatekjurnar.

Í stovuni sita 66 ára gamli Mortan Rasmussen og 27 ára gamli sonurin Rasmus og drekka kaffi. Mortan er fryntligur og prátingarsamur, og í dag er hann eisini bilsin.

- Eg frætti tað í Útvarpinum í morgun. Eg visti av ongum, sigur Mortan Rasmussen um tíðindini um, at hann er í uppskoti til eina heiðursløn hjá danska felagnum fyri samkynd, LBL.

Heiðurslønin, sum nevnist Årets Laks, verður latin einum, ið seinasta árið hevur gingið ímóti streyminum. Heiðurslønin, sum verður latin síðst í hesum mánaðinum, er høgt í metum í Danmark. Millum onnur hevur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, fingið hana.

- Eg er ikki bilsin av, at pápi er í uppskoti. Hann hevur verið sera djarvur seinasta árið og staðið fast við sítt, sigur Rasmus Rasmussen og lítur upp á pápan, sum situr undir liðini á honum í sofuni.


Tá bólturin fór á rull

Marran byrjaði í september, tá Rasmus varð sparkaður og sligin í vertshúsinum Glitnir í Havn. Nakrar dagar seinni greiddi hann frá síni søgu í Dimmalætting. Samrøðan í blaðnum fekk sinnið á kók á einum 19 ára gomlum, sum var ein partur av ruðuleikanum hetta kvøldið í Glitni. Ungi maðurin vildi vera við, at Rasmus hevði sagt ósatt um seg, og ringdi og hótti við at drepa Rasmus.

Soleiðis byrjaði marran, og soleiðis byrjaði rættarmálið, sum endaði í rættinum fríggjadagin við 40 daga hefti. Og soleiðis byrjaði eitt politiskt rumbul, sum endaði við, at grein 266 B bleiv samtykt. Marran er har enn, men feðgarnir báðir hóma nú glottar fyri framman.

- Rættarmálið hevur hingið í luftini alla tíðina. Eg vóni, at luftin nú er reinsað, soleiðis at vit kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur, sigur Mortan Rasmussen.

Rasmus nikkar. Sjálvur er hann fluttur til Danmarkar at búgva. Fyri sleppa burtur. Hann er bert heima í sambandi við rættarmálið. Seinni í mánaðinum gongur leiðin aftur til Danmarkar. Ætlanin er at fara í upptøkuhøli saman við nøkrum vinmonnum. Seinastu mánaðirnar hevur Rasmus nevniliga fingist nógv við tónleikin.

- Tónleikur hevur altíð upptikið meg nógv, og í seinastuni hevur hann hjálpt mær at koma víðari, sigur hann.


Bilsin og vónbrotin

Mortan hyggur út gjøgnum vindeygað. Tað regnar framvegis. Um nakrar vikur gongur leiðin til Danmarkar at vitja dóttrina. Tað er av tilvild, at hann staddur í Keypmannahavn, júst tá heiðurslønin, sum hann er í uppskoti til, verður handað. Sjálvur hevur hann lítlar vónir um at fáa hana.

- Atkvøðugreiðslan er longu liðug, og sostatt verður neyvan nakar Stjerne for en Aften ella Vild med Dans-tilstandur, sigur Mortan og sipar til kappingarnar, sum Guðrun Sólja og Vígdis luttóku í, tá føroyingar í túsundatali greiddu atkvøðu fyri at stuðla landskvinnum sínum.

Kortini fegnast hann um stuðulin, hann og familjan hava fingið hesar seinastu mánaðirnar.

- Vit hava fingið sera positivar afturmeldingar. Eisini frá fólki og politikarum, sum vit ikki høvdu væntað tóku undir við tí, vit hava barst fyri. Hinvegin eri eg vónbrotin av, at næstan helvtin av flokkinum, sum eg sjálvur havi stuðlað í mong ár, ikki tók undir við 266 B. Tað kom sera óvart á meg. Tí júst tann flokkurin skal eitast at stríðast fyri frísinni og fólkaræði, staðfestir Mortan Rasmussen.


Slag fyri mannarættindi

Svára tíðin hevur tó ikki verið til fánýtis.

- Eg haldi, at eg tosi fyri okkum báðar og vóni, at stríðið kann hjálpa føroyingum í framtíðini. Vit hava sligið eitt slag fyri rættindunum hjá einum minniluta í landinum, sum hevur verið kúgaður, sigur Mortan Rasmussen, sum tó ikki metir málið vera rokkið enn.

- Enn eru viðkvom mál, ið verða sett til viks. Eg veit ikki, um tað er serligt fyri føroyingar. Men tað tykist, sum fólk hava lyndi til at fjala sínar hugsanir heldur enn at traðka fram og vísa á órættindi. 266 B er eitt stig á leiðini, og onkursvegna er tað ein uggi, at alt rumblið ikki hevur verið til fánýtis, sigur Mortan Rasmussen at enda.