Umboðsmaðurin vísir kærum um Listasavnið frá sær

Umboðsmaðurin hevur fingið fleiri klagur um starvssetanina av leiðara fyri Listasavn Føroya, men hann kann einki gera við hesi mál

Løgtingsins Umboðsmaður kann einki gera við stríðið, sum hevur verið í sambandi við starvssetanina av leiðara fyri Listasavn Føroya.
Hóast Umboðsmaðurin hevur fingið fleiri klagur um hetta, fer hann ikki at kann málið.
Sambært § 4 í umboðsmanslógini fevnir virksemið hjá umboðsmanninum um alla fyrisitingina hjá heimastýrinum og feløg, stovnar og annað, sum verða roknað við til almennu fyrisitingina sambært fyrisitingarlógini.
? Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur. Sambært viðtøkunum er ávirkanin hjá landsstýrismanninum, umframt at velja formannin í stýrinum, avmarkað til, hvat skal henda í sambandi við eina møguliga avtøku av stovninum. Umboðsmaðurin heldur tí ikki, at Listasavnið kann roknast at vera ein partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður í sínari niðurstøðu.

Røkkur ikki til Listasavnið
? Sambært § 1, stk. 3 í fyrisitingarlógini kann landsstýrið áseta, at lógin eisini heilt ella fyri ein part skal verða galdandi fyri nærri ásett feløg og stovnar v.m. Tað er tó einki, sum bendir á, at landsstýrið hevur tikið avgerð um, at Listasavnið skal vera fevnt av fyrisitingarlógini.
? Grundað á hetta heldur umboðsmaðurin ongan iva vera um, at Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur, sum ikki er fevndur av fyrisitingarlógini og harvið heldur ikki av virksemi og heimildarøki hansara.
Umboðsmaðurin avvísr tí klagunum um Listasavn Føroya.