Skrivar tú um viðurskifti sunnanjørðs, kanst tú rokna við at fáa kontanta avrokning! Erligar og kontantar meiningar!
Soleiðis var eisini í vikuskiftinum, eftir at eg fríggjadagin hevði ein stubba í bløðunum um Umboðsmannin, og í tí sambandi umrøddi tað óhepna málið um setan av brunaumsjónarmanni á Tvøroyri.
Onkur av teimum, eg tosaði við helt meg ganga ørindi fyri ávísar persónar á Tvøroyri. Onkur helt meg reka partapolitikk av mest primitiva slag. Og onkur helt Umboðsmannin vera trupulleikan.
Tí hesar linjur afturat um spurningin.
Hví Tvøroyri?
Tað er rætt, at greinin fyri ein stóran part snúi seg um umrødda mál á Tvøroyri. Men tað var einki "álop". Tað var nýtt sum dømi um míni yvirskipaðu ørindi: At umboðsmaðurin fleiri ferðir ikki er tikin í álvara.
Málið á Tvøroyri nýtti eg sum dømi av tvinnum orsøkum: Fyri tað fysta tí átalan frá umboðsmanninum í hesum føri var serliga harðlig, og fyri tað næsta tí kommunan sýntist leggja lítið í tað, sum umboðsmaðurin segði.
Eitt er, at ein myndugleiki kann halda umboðsmannin fara ov langt, og verjir seg móti átalum, sum verða hildnar at vera órímiligar. Men Tvøroyar Kommuna sýntist vera rættiliga líkaglað.
Og tá løgtingið í fjør viðgjørdi frágreiðing Umboðsmansins fyri 2007, fekk hetta málið - av nevndu grundum - mestu umrøðuna.
Um fólk í kommununi halda Umboðsmannin hava gjørt nakað skeivt, so er at siga tað. Men sum málið stendur, er hansara frágreiðing tað einasta, sum onnur hava at halda seg til.
Og minnist til: Løgtingið hevur samtykt, at handfaringin av hesum máli - saman við øðrum málum - skal hava avleiðingar. Og tað snýr seg als ikki um partapolitikk, tí alt løgtingið stendur aftan fyri kravið!
Siðvenja verður skapt
Onkur spyr hví mann skal vevja runt í gomlum og smáum málum. At seta ein Brunaumsjónarmann er for ólukkan ikki stórpolitikkur.
Tað er rætt. Men tað er eitt álvarsmál um Umboðsmaðurin verður ignoreraður. Tí her er talan um ein heilt serligan stovn.
Løgtingið hevur givið Umboðsmanni sínum heimild til at stevna fólki í rættin at vitna. Hann hevur fría atgongd til at gera kanningar í øllum hølum har hann heldur tað verða neyðugt. Og sjálvur er hann enntá vardur av eini áseting sum sigur, at verða privatmál reist móti honum vegna avgerðir hann tekur, kunnu dómstólarnir, eftir kravi umboðsmannsins, vísa tey frá sær. Umboðsmaðurin kann heldur ikki, uttan við loyvi løgtingsins, vera í starvi nakra aðrastaðni.
Men hann kann ikki døma. Tað merkir, at hansara veruliga vald má skapast við siðvenju. Og tá talan er um ein nýggjan stovn, verður tann avgerðandi siðvenjan skapt í hesum árum.
Tað mundi vera orsøkin til, at løgtingið í før kravdi, at eisini meira enn ársgamlar álvarsamar átalur skulu hava fylgjur. Tí sleppa myndugleikar væl frá at ignorera Umboðsmannin, so verður TAÐ siðvenjan. Og so er lítil meining í at hava stovnin.
Umboðsmaðurin er ikki Gud. Sjálvandi kann hann fara skeivur. Men tá má tann, sum verður átalaður, verja seg við góðum grundgevingum.
Verjir eisini myndugleikarnar
Onkur heldur tað elva til óskil, at hesin stovnur skal liggja og róta í avgerðum, sum myndugleikar hava tikið. Landið er jú fult av tvørballum, sum altíð gera vrøvl.
Tað er rætt - men sannleikin er, at Umboðsmannins virki er tvívegis: Hann verjir ikki bara borgarar. Hann verjir eisini myndugleikar móti følskum illgruna og ákærum um valdsmisnýtslu.
Í 2007 vórðu t.d. 103 kærur viðgjørdar - og heili 63 vórðu avvístar. Tað er lítil ivi um, at nógvar av hesum vóru frá hesum kverulantunum sum altíð halda seg vera órættvíst viðfarnar, altíð krevja sín rætt áðrenn teir gera sína skyldu, og hvørs hugsan um myndugleikar altíð byggir á innetna mistrúgv. Hesum fólkum vardi Umboðsmaðurin myndugleikarnar ímóti. Og hvør veit - kanska onkur av hesum 63 sendi inn ógrundaða klagu um Tvøroyrar Kommunu...
Tí er tað til okkara allra besta, at tað ikki skal bera til at ignorera tað, sum Umboðsmaðurin sigur. Hóast tað kann snúgva seg um mál, ið sýnast smá.