Ein borgari, búsitandi í Stóra Bretlandi, klagaði um framferðina hjá Taks í sambandi við eina lækkan í útgjaldinum á Samhaldsføstu pensjónini. Fyrst fekk hann upplýst, at talan var um eina villu, síðani fekk hann upplýst, at lækkanin skyldaðist eini skattabroyting, ið var ein fylgja av Brexit.
Klagarin meinti, at skattabroytingin átti at verið framd við gjøgnumskygni og á eins hátt fyri allar persónar, ið vóru fevndir av broytingini, og hann saknaði almenna kunning frammanundan. Stóra Bretland tók seg úr EØS í 2020, men broytingin varð ikki framd í verki yvir fyri borgaranum fyrr enn í 2024.
Taks hevði upprunaliga einki eftirlit gjørt fyri at tryggja, at persónar í Stóra Bretlandi, sum longu móttóku pensjónsveitingar úr Føroyum, vóru rætt skrásettir í skipanini aftan á Brexit.
Vantandi eftirlitið hevur, at sýna til, havt við sær, at Taks hevur framt skattabroytingina av pensjónsgjøldum tilvildarliga og fleiri ár seinkað fyri teir persónar, sum eru ávirkaðir av broytingini. Harumframt hevur Taks ikki innan rímiliga tíð svarað fyrispurningum frá klagaranum.
Umboðsmaðurin gav Taks eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og sendi, samsvarandi § 10 í umboðsmanslógini, fráboðan til Formansskap Løgtingsins, løgmann og landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum.
Meira um málið kann lesast her