Umhugsa forboð ímóti Mondeo politibilum

Nú skal greiða fáast á, hví bremsurnar á Ford Mondeo bilunum, sum løgreglan brúkar, við hvørt svíkja. Í Føroyum hevur onkur tilburður verið, har bremsurnar á politibili knappliga ikki riggaðu

Danska politistafelagið, har tað føroyska felagið hjá politistum er limur, umhugsar nú at forbjóða politistum at brúka Ford Mondeo politibilarnar.

Orsøkin er, at bremsurnar á hesum bilum javnan svíkja, og tað ger, at politistarnir kenna seg ótryggar við at nýta hesar bilar.

Í Føroyum eru flestu politibilarnir av slagnum Ford Mondeo, og um danska politistafelagið setir forboð ímóti nýtsluni av hesum bilum, fær tað eisini ávirkan á føroysku løgregluna.

Nøkur politistafeløg í miðjútlandi hava longu fingið nóg mikið. Feløgini hava noktað politistum at koyra hesar bilarnar, tí teir kunnu vera vandamiklir.

? Okkum dámar væl Modeo-bilarnar, men um danska politistafelagið fer at seta forboð ímóti hesum bilum, so fara vit at fylgja hesum boðum, sigur Kristian Dahl, sum er næstformaður í føroyska politistafelagnum.


Hava eisini svikið

í Føroyum

Trupulleikarnir við bremsunum á Modeo-bilunum hava verið afturvendandi seinastu árini, men tað er ongantíð vorðið greitt, hvi bremsurnar við hvørt svíkja.

Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandoynni, hevur roynt bremsusvikið hjá Mondeo.

? Tað var á heysti í 1997, tá grind var í Húsavík. Eg skuldi skunda mær til Sands, men tá eg kom úr Líðini og skuldi taka eitt sving, riggaðu bremsurnar ikki. Tíbetur var vegur fyri framman, og einar 100 metrar seinni steðgaði eg, greiðir hann hann frá.

Eingin skaði stóðst av hendingini, men sýslumaðurin gav fráboðan um hendingina, og bilurin varð kannaður á verkstaði. Tað einasta boðið upp á, hvat var hent, var at sýslumaðurin hevði brúkt bremsurnar í so dúgliga á ferðini úr Húsavík, og at tær tí sviku í eina førðinum.

Síðani hevur Ingibjørn Eldevig ongantíð upplivað sama feilin aftur, og í vikuni fær sýslumaðurin á Sandi ein nýggjan politibil ? ein Ford Mondeo.

Í hesi vikuni skulu umfatandi kanningar gerast av nøkrum Mondeo-bilum í Danmark, og eftir úrslitið av hesum kanningum fer danska politistafelagið at taka støðu til, hvat skal henda víðari í málinum.

Eini 500 Mondeo-politibilar eru í ríkinum.acute;ttúruna og samstundis hava eina burðadygga ali- og fiskivinnu stýrda av fíggjarligum parametrum. Ein ódálkað náttúra er munagott og kanska besta søluargument vit hava.

Fiskivinnan saman við Vinnumálastýrinum eiga at seta á stovn eitt Gastronomiskt Institutt at nøra og menna føroyskar fiskaúrdráttir burturi sum heima. Vit hava góðar rávørur, og tað ber til at gera nógv meira burtur úr teimum. Hugaligt verður at síggja, hvussu LIDO SEAFOOD í Skálavík fer at klára seg. Eisini áhugaverdar eru ætlaninar hjá SANDOY SEAFOOD og LÝSIVIRKINUM í Lorvík um at gera meira burturúr slógvinum. Hesi virki nevna, at vit í dag bert gagnnýta umleið 33 % av okkara fiski !

Tað er tankavekjandi, at fiskivinnutjóðin og ferðamannalandið Føroyar ikki hevur eina einastu fiskamatstovu.

Eitt føroyskt skip var á royndarveiðu eftir villum laksi fyrr í ár. Eg var so heppin at fáa onkran av hesum laksum. Tað var nærmast ein opinbáring aftur at síggja ein villan laks við litspælinum í roðsluni, við fjaðrunum og stertinum óskalaðum, tí ljósareyða fiskinum og, mest av øllum, tann ótrúgligi vælsmakkurin av hesum villa laksinum, Kongur Fiskanna. Føroyskur fiskur hevur ein vælsmakk, sum tú sjáldan fær aðrastaðni. Hetta er tann upplivingin sum bæði ferðamaðurin og tann kræsni forbrúkarin á meginlandinum vil hava og fegin vil gjalda fyri. Nevnast kann, at hesin villi laksur varð seldur fyri uml., Kr 80,- per kg í meðal, meðan aldur laksur um somu tíð fór fyri einar Kr 28,-.

Marknaðurin fyri vistfrøðiligar ?grønar? vørur er í risastórum vøkstri og eru tað marknaðir, sum uttan at blunka gjalda sera góðar prísir fyri hesar vørur.

Tað eru stórir møgulleikar hjá føroyskari fiskivinnu við at nýta okkara náttúru og villini høv í marknðarføringini. Tess vegna er tað so týdningarmikið at bæði alivinnan, vinnur á landi og hvør einstakur av okkum ger sítt til at minka um dálking og at kenna ábyrgd fyri hesum vælsignaða landi.

Men tó freistast ein onkuntíð at hava syndigar tankar um hvussu okkara ungfólk skulu tíma at arbeiða við fiski og marknaðarføring av nýggjum framleiðslum, tá tey kunnu lata KAUPTHING arbeiða fyri seg og ómakaleyst gera tey til millióningar uppá eitt vikuskifti, eg meini tað !