Umhvørviságangur hjá Tórshavnar Býráð

Vit her í Kollafirði hava ein vakr­an dal, eina stóra á, har sílini fara niðan ígjøgnum, og her er nógv fuglalív um summarið.

Hettar ætlar Tórshavnar bý­ráð at leggja undir betong og asfalt. Fyrst kallaðu teir tað ein kaikant, men nú siga teir tað rætta orðið, ein bingj­u­havn.

Anna Arabo

 

Hettar er fyrsta byggistigið, og tá ið teir fyrst eru byrjaðir, so verður næsta byggistig, og tað er ein moli heilt út til bátahylin á Signabø sum tekn­ingar vísa.

Tá verður ikki livandi fyri larmi, hvørki fyri fólk ella fæ. Borgarstjórin var nú ein morgunin í kringvarpinum og segði, at nú fóru teir und­­ir at kanna, hvussu nógv tað larmar í Kollafirði, men hann gloymdi at siga, at teir høvdu flutt russarnar inn á Sund at liggja meðan kannað verð­ur.

Vit hava klagað allastaðni, hvar vit kunnna og 13/10 – 2005 var fundur í Bygdar­hús­i­num í Kollafirði, sum borg­arar her norðuri tóku stig til. Frá Tórshavnar býrað møttu Heðin Mortensen, Leivur Han­sen, Jens Marius Poulsen og Jónsvein Lamhauge. Úr Kollafirði vóru ca 100 fólk og øll vóru bilsin um ætl­ana hjá Tórshavnar býrað um hesa veldigu havn, tí øll her høvdu fingið at vita, at talan bara var um ein lítlan kaikant. Leivur Hansen helt fyri: Jamen tað eru bara átta Koll­firðiringar sum hava klag­að.

Um sama mundið klagaðu 14 havnafólk um ein veg, og tað var tikið til eftirtektar, men tað vóru borgarar í Havn, og vit eru bara kollfirðingar. Nú hava vit so fingið umleið 200 undirskriftir, men líka lítið hjálpir tað.

Á býráðsfundi mánadagin 23/4 reisti Høgni Mikkelsen seg upp og helt so nið­ur­ger­andi fyri, at man kundi ikki lurta eftir klagu frá so fáum fólk­um, tað høvdu teir ikki tíð til. Eg visti ikki, at rætt­indi hjá borgarnum verða mett eftir, um tað eru nógv ella fá, talan er um.

Hevði væntað, at Elin Lin­den­skov fór at vera í­móti bingj­u­havnini, tí hon er for­maður í um­hvørv­is­nevnd­ini, men har blivu vit øll skuffaði, sum vóru á fundinum. Men um­hvørvislógir eru kanska bara fyri Tórshavn!

Eitt vita vit, bingjuhavnin gev­ur ongi nýggj ar­beiðs­pláss, tvey í mesta lagi. Høvdu tey fimm virkini, sum søktu um loyvi frá Tórshavnar Komm­unu, fing­ið loyvi at bygt á íðn­að­ar­økinum Oyr­ar­eingj­um, so høvdu vit havt um 100 ella meir arbeiðspláss á Oyrar­eingj­um og ongan larm aftan á kl 6 um kvøldið.

Eina stóra tøkk til Beatu L. Samuelsen. Hon var tann ein­asta í Tórs­havn­ar Bý­ráð, sum tosaði okkara søk.

Flaggdagsrøðan hjá Heidi Pet­er­sen løgtingslimi í Koll­a­firði flaggdagin var góð. Hon heitti á kollfirðingar um at reisa seg ímóti, at gerast køst­ur hja Havnini. Eg eri so púra samd. Nú kunnu vit vóna, at landspolitikarnir fara at tryggja verju av nær­um­hvørv­inum.

Tit smáu kommunir hugs­ið tykkum væl um, áðrenn tit leggja saman við størri komm­unum. Vit hava ringar royndir.