Í tíðarskeiðnum frá 2. august til 2. oktobur í fjør vórðu nakrar ljóðkanningar gjørdar í Kollafirði. Steingrund Akustik hevur staðið fyri arbeiðinum, sum Umhvørvisstovan og Tórshavnar havn skipaðu fyri. Endamálið var eitt nú at kanna, hvussu tað almenna ljóðsstøðið á Signabø og á Langasandi í Kollafirði er undir ymiskum fyritreytum í eitt tíðarskeið. Eisini at lýsa frekvensinnihaldið og styrkina av ljóðinum, sum kemur frá skipum á Langasandi og Oyrareingjum og at kanna, um neyðugt er við átøkum ímóti hesum.
Til kanningina av ljóðstøðinum á Signabø og á Langasandi í Kollafirði vóru fýra mátistøðir settar upp í býlingum, umframt tvær mátistøðir á havnarløgunum til at máta frá 2. august til og við 2. oktober.
Ljóðmátararnir gjørdu samanhangandi mátingar í øllum mátitíðarskeiðinum. Umframt sjálvvirkandi mátingar, eru eisini mannaðar mátingar gjørdar, tá ymisk skip hava ligið við bryggju. Út frá hesum mátingum eru simuleringar gjørdar av ljóðspjaðing frá havnarløgunum.
Hetta vísti kanningin, sambært heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni:
- Kanningin vísir, at ljóðsstøðið - alt eftir umstøðunum og uppgivið sum LAeq - í miðal liggur millum 43 dB(A) og 53 dB(A) á Signabø og millum 60 og 69 dB(A) á Langasandi. Týðiligt samband er millum ljóðstøðið á Langasandi og ferðsluna á landsvegnum. Nakað av sambandi er millum ljóðstøðið á Signabø og ferðsluna á landsvegnum.
- Ljóðstøðið á Signabø liggur umleið ella beint undir tilmælunum frá WHO fyri ljóð frá ferðslu, meðan ljóðstøðið á Langasandi liggur væl oman fyri somu tilmælini hjá WHO. Frekvensanalysur vísa, at lágfrekvent ljóð er uppi í motorljóði frá skipum. Kanningarnar vísa eisini, at lágir frekvensir kunnu samvirka og at lágfrekvent ljóð kann vera ein trupulleiki í timburhúsum á Signabø.