Taks hevur nýtt 25 milliónir krónur at lata skattaskipanirnar til, eftir at føroysku peningastovnarnir umløgdu allar KT-skipanir. Eingin uppgerð finst fyri, hvussu nógv tað hevur kostað føroysku bankum, brúkarum, stovnum og vinnu, at føroysku peningastovnarnir hava umlagt sína KT skipan. Men Taks hevur nýtt 25 milliónir krónur at laga skattaskipanirnar til.
Hetta kom fram í Løgtinginum í gjar, tá ið munnligar fyrispurningar vóru á skránni, og Høgni Hoydal spurdi Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðhara, um hesar spurningar.
Einfalda svarið hjá landsstýrismanninum var, ein eingin uppgerð yvir hesar útreiðslur finst, sjálvt um Jóannes Eidesgaard segði seg ikki ivast í, at tað hevur kostað nógv at hava fólk sitandi í nógvar tímar yvir vanliga tíð at hjálpa fólki eftir umleggingina. Málið er stórt og týdningarmikið, segði Jóannes Eidesgaard, og tað hevði verið gott, um Løgtingið fekk góðar stundir at viðgera tað.
Viðvíkjandi kostnaðinum hjá tí almenna fyri umleggingina dugdi Jóannes Eidesgaard at siga, at tað hevði kostað Taks umleið 25 milliónir krónur at laga skattaskipanirnar til. Samráðingar eru við peningastovnarnar, um at teir kanska bera ein part av hesum kostnaðinum.
Men eftir umleggingina skuldi raksturin farið at verið nakað bíligari, sigur Jóannes Eidesgaard. Full semja var í tinginum um, at útreiðslurnar av KT-umleggingini hjá føroysku peningastovnunum skal upplýsast fyri tinginum, og tingið skal hava góðar stundir at viðgerða hetta álvarsmál.
Kelda. Dimmalætting.