Tað er øgiliga ringt at velja bestu konsertina nakrantíð, tá tú hevur verið til meir enn 1000 konsertir. Men tann 22. desembur í 2023 upplivdi eg also bestu konsertina nakrantíð. Bólkurin var ORKA, og staðið var loftið hjá El-Service á Skála.
***
Vit eru stødd á Skála. Tað er kalt, kavi og ring koyrilíkindi. Sjálv konsertin er á ovastu hædd hjá El Service. Tað er ein stór og myrk høll við betong gólvi og -veggum. Tað er ísakalt, og fólk hava latið seg í heitar jakkar, turriklæði, handskar, hálvhosur og termodraktir fyri at halda hitanum. Kuldin ger, at tú sært roykin frá andadráttinum hjá áskoðarunum. Aukustikkurin er elendigur. At hátalararnar eisini peika beint móti hvørjum øðrum ger, at oddsini fyri eini góðari konsert eru minimal.
Ongar forvæntningar
Lat meg siga beinanvegin, at eg eri inhabilur, tí Jens L. Thomsen - sum er heilin handan ORKA - og eg hava kenst í knapt 20 ár. Og eitt skifti lósu vit báðir í London, og tá vísti Jens mær tónleikin hjá ORKA. Hann greiddi frá, at bólkurin hevði læst seg inni í einum fjósi og gjørt instrumentir buturúr tí, sum teir funnu í fjósinum. Síðani høvdu teir upptikið eina EP, sum teir fóru at geva út. Longu tá eg hoyrdi fyrsta lagið, visti eg, at teir høvdu fatur í onkrum. Og ORKA bleiv beinanvegin eitt hitt, tá plátan kom út við lagnum “Fjøllini standa úti”.
Seinna plátan, Óró, var enn meira gjøgnumførd, men síðani Óró eri eg hoppaður av ORKA vogninum. Aftaná Óró byrjaði ORKA spakuliga at blíva meir elektroniskt og abstrakt. Og tann parturin hevur ongantíð ordiliga fangað meg, so eg hevði null forvæntningar til “All At Once” útgávukonsertina á Skála.
Jens L. Mittún
Tað kann samanberast við landsliðið í hondbólti. Tey flestu høvdu neyvan væntað tað heilt villa av føroyska liðinum. Men tá Føroyar spældi javnt móti Norra, bleiv mann somikið yvirraskaður, at tað føldist sum perfektión. Tað var eitt slag av kollektivari psykosu, har heilin bleiv undirdýktur í gleðishormonum, og kenslan av eufori fleyg gjøgnum allan kroppin.
Og tað var sama kenslan, tá konsertin hjá ORKA var liðug. Eg hevði akkurát vitnað nakað fullkomuliga genialt og óvæntað. Og tá skal sigast, at eg havi verið til fleiri fantastiskar konsertir við Rammstein, Metallica, Sigur Rós, Massive Attack og nógvum øðrum heimsnøvnum. Og alíkavæl er ORKA konsertin tann absolutt besta, sum eg nakrantíð havi verið til.
##med2##
Eitt Fight Club rave party… á Skála
Eg tori at pástanda, at onki var normalt við konsertini. Tað var sum, at El Service var eitt slag av paralel universi, sum onki hevði Føroyar at gera. Fyri at geva tær eina mynd av pallinum, so stóðu Jens og Francine yvirav hvørjum øðrum, og tey vóru plaseraði mitt í høllini. Tað sá út sum ein copy/paste scena úr legendariska filminum Fight Club. Tað er scenan, tá Brad Pitt og Edward Norton gera seg klárar at berjast, meðan teir standa í miðjuni og eru umringaðir av fólki.
Somuleiðis minti huglagið um eitt rave, sum typiskt er í einum tómum og ráum lagurbygningi í onkrum stórbýi. Og hóast elektroniskur tónleikur og rúsevni eru eitt slag av siamesiskum tvillingi á einum rave, so vóru ongi rúsevnir á Skála. Tað einasta sum bleiv sniffað á Skála, var bensinroykurin frá einum trukki, sum stóð í tómgongd á keiini.
Perfektión í tí óperfekta
Konsertin byrjaði við einum braki, og frá fyrsta sekundi hevði ORKA fólkið í síni hulu hond. Og aftaná trý løg, so fangaði eg meg í at hugsa: “ Hetta er so nógv tann besta konsertin í ár”. Komin í helvt hugsaði eg: “Nei, hetta er faktiskt besta konsertin seinastu 10 árini.” Og tá konsertin var liðug, var niðurstøðan greið: Hetta er faktiskt tann besta konsertin, sum eg naktrantíð havi verið til.
Tónleikurin hjá ORKA var bæði einfaldur og sofistikeraður. Tað var skjótt, men eisini øgiliga tungt og seint. Tað var vakurt og rørandi, men tað var eisini primitivt og skitið. Tað vóru tribal rútmur blandaðar við super modernaði ljóð. Ja, tú fekk faktiskt alt spektrið við.
Og tá eg traðkaði inn í høllina, so var tað ljóðið, sum eg hevði ringast vónir um. Ein kempi høll, har betong var allastaðni, og onki var gjørt við aukustikkin. Og tá stóru hátalararnir so eisini peikaðu móti hvørjum øðrum, so var eg yvirbevístur um, at konsertin var deyðadømd.
Men tá mann kennir Jens og hansara supertalent við ljóði, so veit mann, at hann ikki skal undirmetast. Hann er útbúgvin innan bæði ljóð og aukustikk, men hann er eisini tann størsta ljóðnørdin, sum Føroyar nakrantíð hevur vorpið. Og úrslitið var eisini hareftir. Ljóðið var fantastiskt! Tað eigur ikki at bera til, men eg havi ongantíð upplivað betri ljóð. Tað var hart, men tað var ongantíð óbehagiligt. Tú hoyrdi hvørja einastu detalju klokkuklárt. Og tú ikki bara hoyrdi tónleikin. Tú merkti eisini tónleikin, tí bassurin fór bæði gjøgnum bein og merg. Og tað er fullkomuliga óskiljandi, hvussu mann kann fáa tað besta ljóðið nakrantíð í teimum ringastu umstøðunum nakrantíð.
##med8##
You are the weakest link - goodbye
Eitt, sum hendan konsertin hevði framum aðrar konsertir var, at har var onki veikt punkt. Øll løgini vóru klassi, og tú keddi teg ongantíð. Tá eg havi verið til aðrar konsertir, so kemur tað altíð ein løta, har eg keði meg eitt sindur. Men tann løtan kom ongantíð. Og sjálvt um fólk klappaðu eftir einum eykalagi, tá konsertin var liðug, so kom onki eykalag. Og tað var absolutt eitt gott trekk at gevast á toppinum, heldur enn at geva eitt lunkað eykalag og risikera at oyðileggja tað perfekta punktumið.
Orka skrivaði søgu í Skála. Jens og Francine høvdu nemliga boðað frá áðrenn konsertina, at samstundis sum hetta var ein útgávukonsert, so var hetta eisini teirra seinasta konsert. Og tað var fantastiskt at uppliva, tí mann merkti, at her stóð meir upp á spæl enn vanligt. Ja, eg føli meg djúpt priviligeraðan, at eg slapp at vitna nakað so ekstremt gott og gjøgnumført. Og tað var ikki bara eg, sum upplivdi tað soleiðis. Har var breið semja millum fólk, at vit øll høvdu upplivað nakað heilt heilt serligt.
Tildømis nevndi ein vinkona, at hon hevði verið til konsert hjá Beyoncé, Madonnu og Bruce Springsteen í 2023, men tað var also konsertin hjá ORKA, sum var tann besta.
… og sjálvur var er blanka edrúur til konsertina, so tað er heldur ikki alkoholið, sum talar.
Rós til El Service á Skála
Uttan Jens og Francine, so var ongin konsert hetta kvøldið. Tveir klassa tónleikarar, sum eru enn betri, tá tey eru saman. Mann kann samanbera Jens við Harry Potter og Francine við gandastavin hjá Harry. Jens er Harry Potter, sum altíð gongur á odda og roynir nýggjar leiðir, men uttan gandastavin er hann lítið verdur.
Hetta kvøldið var tað sum ein symbiosa millum Jens og Francine. Tvey individ, sum blivu til eitt. Og hóast talan er um elektroniskan tónleik, so spæla tey allan tónleikin live. Og hatta var tað besta, sum ORKA nakrantíð hevur spælt.
Konsertin var eisini ein avbjóðing til traditionellu fatanina av, hvussu ein konsert eigur at vera. ORKA prógvaði, at hóast tað er bítandi kalt, hølið er ein stór betonghøll, aukustikkurin er elendigur, hátalarar peika móti hvørjum øðrum, pallurin er í miðjuni og staðsetingin er á Skála, so kanst tú saktans hava eina fantastiska konsert, sum fer í søgubøkurnar sum tann besta av øllum.
Og hattin av fyri El Service á Skála, at tit vildu hava útgávukonsertina í tykkara hølum. Tit eiga ein stóran part í, at konsertin bleiv so serlig, tí hetta hevði ikki riggað í einum vanligum høli, undir vanligum umstøðum og við vanligum palli. Og tað skulu tit hava rós fyri.
At enda kann eg troysta teg við, at um tú ikki var á staðnum, so bleiv konsertin upptikin og filmað. Og vónandi sleppa vit øll at uppliva og endur uppliva konsertina innan alt ov leingi.
(6 av 6 stjørnum í Sosialinum)
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med9##