Umrøða avtalu millum Føroyar og Kuba

Kubanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Yiliam Gómez Sardiñas, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum.

Hon hevur havt eitt ynski um at vitja Føroyar og tann vitjanin er so skipað nú.

Seinni í dag skal hon á fund við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, har hon hittir ráðharran í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen.

Evnið á fundinum fer at verða møguleikar fyri øktum samstarvi landanna millum.

Í morgin verður hon í Eysturoynni og Runavíkar kommuna verður vertur. Umframt Runavíkar kommunu, skal hon m.a. vitja Bakkafrost á Glyvrum og Harenga í Gøtu.

Yiliam Sardiñas bleiv útnevnd kubansk sendikvinna í Keypmannahavn í fjør og hetta er sum sagt fyrstu ferð hon vitjar í Føroyum.