Umrøða á síðuspori

 Seinnu árini hava kor teirra samkyntu í Føroyum fingið stóra umrøðu. Kanska ongantíð sum júst nú. Sjálvur haldi eg at henda umrøða er komin á eitt ella fleiri síðuspor. Og fari tí at kasta nakrar tankar og meiningar inn í umrøðuna, sigur Sámal Petur í Grund

Sámal Petur í Grund
Søldarfjørður

Tað fyrsta sum undrar meg er, at nakar samfelagsborgari brýggjar seg um at vera bólkaður eftir sexuellari orientering. Vit hava fleiri bólkingar í einumhvørjum samfelagi. Tær eru sum oftast relateraðar til starv, útbúgving, samfelagsstøðu ella knýttar at eini ella aðrari sjúku. Tað tykir mær løgið at bólka fólk eftir sexuellari orientering. Sjálvur haldi eg, at tað mátti verið eitt aðalmál at verið integreraður við allar aðrar borgarar, heldur enn at bróta út (spretta  koma úr skápinum) úr fjøldini og gera tað til nakað serstakt at sexuella orienteringin er ørðvísi enn hjá grannanum t. d.

Happing
Tað sum um dagarnar hevur fingið umrøðuna aftur á fyrstu parket er eitt uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal, um at seta í straffilógina, at tað ikki skal vera loyvt at happa nakran grundað á sexuella orientering.
Tað tykist mongum løgið at tað skal vera neyðugt, at lóggeva at tað ikki skal vera loyvt at happa nakran, vegna hansara/hennara sexuellu orientering.
Happing hevur altíð verið og kemur altíð at vera. Happingin hongur ikki saman við tí sexuellu orienteringini, men er nakað sum menniskjan er tyngd av í øllum londum og samfelagsbólkum.
Skúlarnir hava trupulleikar av happing, og taka tað upp sum eitt mál við millumbilum, helst tí at trupulleikin tá er vorðin so stórur at okkurt má gerast.
Hetta fyribrigdi er eisini kent frá arbeiðsplássum og umborð á skipi.
Tað er nokk einki at ivast í, at happing í flestu førum verður framd av borgarum sum ikki á annan hátt klára at halda seg á hædd við flest onnur.
Hetta er ein máti at halda sær sjálvum frá niðastu rekkju, ella at syrgja fyri at ein ikki verður tann sum verður happaður, ella verður rukka.
Heldur enn at lóggeva nakrar bólkar fríar fyri happing, eiga vit at hava sum mál,at syrgja fyri at upplýsa fólk okkara í ein sovornan mun, at trupulleikarnir av happing vera minimalir.
Upplýsingin hevur nógv betri fortreytir at eydnast enn ein lóggáva hevur tað.

Happing av samkyntum.
Í eini grein í bløðunum bleiv ført fram, at tað í mestan mun vóru politikarar úr høvuðsstaðarøkinum, sum tóku undir við løgtingsuppskotinum, meðan politikarar av bygd atkvøddu ímóti.
Hetta er rættuliga áhugavert og hevur helst sína grund. Spurningurin er bara hvør grundin er.
Ein av grundunum kann vera, at happing av samkyntum ikki er ein trupulleika úti á bygd.
Tað er ikki óhugsandi at so er, tí vit eru mong sum búgva úti um landið, sum ikki kenna til nakra happing av slíkum slagi.
Í so føri, so hoyrir spurningurin kanska meira heima í politiviðtøkunum fyri Tórshavn, enn í eini løgtingslóg.

Umrøðan
Sum omanfyrinevnt, so tykir mær at umrøðan, debattin um ein vil, er farin av sporinum. Hetta ivast væl eingin í, aftaná at tónleikabólkurin 200, helst sum eina happening, men lat tað fara, hevur meldað hvalvíksprest Mogens T Christensen til løgregluna. Og ikki minst eftir grein í Dimmalætting 4. januar í ár, skriva av einum sum nevnir seg Ole Wich.
Hvalvíksprestur hevur væl sum øll onnur, loyvi til at hava sína meining og at lata hana koma til kennar í fjølmiðlunum. Harafturat skrivar hann helst bara tað, sum ein stór fjøld av føroya fólki hugsar.
Ole Wich hevur sjálvandi eisini henda rætt, hóast hann niðurger okkum sum fólk og mentan okkara, á ein ógvuliga ódámligan og ósømiligan hátt.

Herferð
Umrøðan í fjølmiðlunum sýnist annars sum ein herferð, fyri rættindum til tey sum hava bólkað seg sum samkynt.
Henda herferð sær út til at vera stýrd av kreftum uttanfyri landoddar okkara.
Serfrøðingar uttanlands verða eftirspurdir og endurgivnir í loftmiðlunum.
Hótt verður við átalu frá Amnesti og enntá verður Straussburg nevnt, sum ein staður vit kunnu vera drigin til, um vit sum fólk ikki makka rætt.
Hugsi ikki at føroyingar ræðast so illa útlandið sum tilfeldið kanska var fyrr. Vit eru við at berja okkum uppum tað støði, hvar vit altíð føldu okkum við undirlutan yvirfyri tí sum var fremmant.

Trupulleikar við útlandið
Ført hevur verið fram, at støða løgtingsins í hesum máli, kann skaða okkara umdømi yvirfyri útlandinum. Hugsi enntá at onkur hevur róð frammundir at tað kann fáa avleiðingar, enntá vinnuliga.
At henda støða løgtingsins, vegna føroyska fólkið, skal hava skaðiligt árin á inn- og útflutning okkara er helst at yvirvurdera málið.
Sexuel orientering er hvørki út- ella innflutningsvøra og eigur tí ikki at hava minstu ávirkan á handilsligu viðurskifti okkara við útlandið.
Um so skuldi verið, so eiga vit í minsta lagi ikki at góðtaka tað.

Áhugaverdir upplýsingar
Í sambandi við greinina hjá Ole Wich, er ein stubbi við faktuellum upplýsningum, sum er rættuliga áhugaverdur og viðkomandi, ikki minst fyri lóggevandi valdið í landinum.
Fyrst av øllum, so er ein afturvísing av tí rangsøgn, at talan skal vera um at 10% av fólkinum er samkynt.
Ikki tí, hetta hevur hvørt mansbarn sum kann eitt sindur í rokning, fyri langari tíð síðani funnið út av.
Tað eru ikki 1600 samkynt í høvuðsstaðnum, heldur ikki 40 í nakrari bygd í Føroyum, sum telur 400 fólk.
Men tað mest áhugaverda í hesum faktuella stubba eru orðini: Yderligere skal man tænke på, at tallet ændrer sig efter det omgivende miljø. I fængsler er det meget højt, i strengt restriktive samfund er det lavt, og i liberale miljøer er det sådan midt imellem, tæt på det naturgivne niveau.

Miljø og naturgivet niveau
Hetta eru rættuliga tankavekjandi faktuellir upplýsningar. Ikki tí, hetta hevur eisini verið kent, serstakliga við atliti til fongsulsumhvørvið.
Eg haldi at lóggevandi valdið í landinum eigur at notera sær hetta, at tað ikki er líkamikið hvat umhvørvið vit velja at liva í.
Tað er væl eingin okkara sum ynskir, at fólk okkara skal tyngjast av árinið, sum serstakliga hevur gróðrarbotn í fongsulsumhvørvinum.

Skapt í Guds mynd
Menniskjan hevur tikið sær so ymiskar dagar fyri, men vit hava øll tað til felags, at vit eru skapt í Guds mynd.
Tí eiga vit at standa saman og liva saman sum hansara skapningar, í øllum tí margfaldi og fjøltátni hann hevur skapt okkum í.
Eingin grund er til at vit skilja okkum í fleiri bólkar enn neyðugt. Tað kann bara føra til mismun og kanska eisini enntá happing.
Gott nýttár og Guðs vælsignilsi.