Skúlabygging
Runavík:Hugskotið um at byggja ein stóran felasskúla til framhaldsdeildirnar í Eysturoy verður viðgjørdur í hesum døgum.
Á fundi í Runavík seinasta mánadag var málið umrøtt, sigur Hans Petur Ellingsgard, sum er formaður í mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu.
Hann sigur, at hesin fundurin var annar í røðini, og áhugin tykist vera so mikið stórur fyri uppskotinum, at ein nýggjur fundur er avtalaður at verða aftur um hálvan mars. Á tí fundinum væntar Hans Petur Ellingsgaard, at ein arbeiðsbólkur við limum úr øllum kommunum, sum eru við í ætlanini, verður settur at arbeiða víðari við málinum. Ætlanin er so at seta ein skúlaráðgeva at hjálpa til við verkætlanini.
Kommunurnar, sum eru við í ætlanini, eru umframt Runavíkar og Skála Kommunur eisini Sjóvar Kommuna, Gøtu Kommuna, Oyndarfjarðar Kommuna og Elduvíkar Kommuna. Nes Kommuna hevur boðað frá, at hon verður ikki við í eini møguligari felagsbygging.
Hans Petur Ellingsgaard sigur, at orsøkin til, at hetta er komið í, er tann, at flestu kommunurnar meira ella minni eru komnar á trongd við skúlunum, nú nýggja skúlalóg varð sett í gildi.
Fyri Runavíkar Kommunu hevði tað merkt eina íløgu upp á einar hundrað milliónir krónur ella so, um ein heilt nýggjur skúli skuldi verði bygdur, sigur hann.
Talan hevur verið um at umbyggja og byggja út skúlan á Glyvrum, men tann ætlanin er slept. Í staðin verður tosað um nýbygging. Men tað verður so kostnaðarmikið, at tað verður helst ikki hugsandi um. Hvørki hjá Runavíkar Kommunu einsamallari, tíansheldur hjá teimum smærru kommunum.
Hans Petur Ellingsgaard heldur, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat aðrar kommunur í Eysturoy meta um ætlanina og møguleikan at vera við í henni.
Hann vísir á, at tað eru frammanundan aðrir felagsskúlar í oynni, og at teir hava virkað væl. Eitt nú Felagsskúlin á Oyrarbakka og skúlarnir á Kambsdali, hagar fólk dagliga koyra til úr ymsum pørtum av Eysturoy og eisini úr Norðoyggjum.