- Tað er ógvuliga umráðandi, at vit fáa eina lønarhækking hesuferð.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin, fara nú enn einaferð at samráðast um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin gongur út 1. oktober og Selma Ellingsgaard sigur, at tann fyrsti fundurin ímillum partarnar verður nú fyri summarfrítíðina.
- Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at vit hava fingið semju um ein nýggjan sáttmála tann 1. oktober, tá ið hesin sáttmálin gongur úr, sigur hon.
Tí ætla tey, at samráðingarnar skulu byrja tíðliga.
Hon sigur, at ongin ivi er um, at tey skulu hava eina l ønarhækking hesuferð.
- Allir prísir eru hækkaðir, so tað er eyðsæð, at vit skulu hava eina lønarhækking hesuferð, sigur hon.
Fingu ov lítið
Starvsmannafelagið er annars í teirri støðu, at hvørki í 2010 ella í fjør fingu tey eina lønarhækking, tey kundu góðtaka og tískil bleiv báðu ferðina bara talan um ein eitt árssáttmála.
Í 2010 endaðu samráðingarnar við einum eitt árs sáttmála, sum gav teimum 1% í lønarhækking.
Hinvegin endaðu samráðingarnar í fjør við, at tey fingu tey onga lønarhækking yvirhøvur.
Tey høvdu annars lagt upp til eina lønarhækking ið munaði, sum forkvinnan í Starvsmannafelagnum málbar seg síðsta summar.
Samráðingarnar í heyst vóru rættiliga rokaligar, tí Fíggjarmálaráðið vildi hava, at ein lønarhækking skuldi minka stigvíst, alt eftir, hvussu góð lønin var og skattalættin vaks sum úrslit av flatskattinum.
Í hesum sambandi varð lagt upp til, at limir í Starvsmannafelagnum við teimum lægru lønunum, skuldi fáa eina lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin.
Men Starvsmannafelagið vildi als ikki góðtaka, at skattapolitikkur varð tvinnaður saman við lønarhækkingum.
Tískil endaði tað við, at tey bara longdu sáttmálan eitt ár afturat til 1. oktober í ár, uttan nakra lønarhækking.
Hinvegin vórðu ymsar tillagingar gjørdar, sum felagið eisini hevði lagt dent á í fleiri ár.
- Vit vildu ikki selja okkara hugsjónir afturfyri at fáa eina lønarhækking, sum ikki kann kallast annað enn láturlig, segði Selma Ellingsgaard eftir samráðingarnar í fjør.
Eina rímiliga hækking
Men tað merkir sostatt, at longu nú skal Starvsmannafelagið aftur í samráðingar um nýggjan sáttmála, har høvuðskravið verður ein lønarhækking.
Men Selma Ellingsgaard vil ikki siga nakað um, hvussu stór hon skal vera.
Aðrir sáttmálar, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt, hevur talan verið um tvey ára sáttmálar, har lønarhækkingin hevur verið 220 krónur um mánaðin fyrra árið og aftur tað sama seinna árið.
Men Selma Ellingsgaard vil heldur ikki siga um hon heldur, at hetta er ein lønarhækking, sum kann góðtakast.
- Hvør samráðing er serstøk og vit fara eftir teirri lønarhækking, vit halda er rímilig, sigur hon.
Men hon staðfestir, at í samráðingunum hesuferð, fer Starvsmannafelagið at hava somu støðu til flatskattin, sum felagið hevði á samráðingunum í heyst.
Og tann støðan er, at skattapolitikkur skal ikki undir nøkrum umstøðum tvinnast upp í sáttmálasamráðingarnar, tí tað er ein aðalregla, at sáttmálasamráðingrnar eru púra óheftar av slíkum viðurskiftum.