Umróður hjá 10-mannaførum

Tað verður umróður í 10-mannafarsróðrinum á norðoyastevnu.

Líkt var annars leingi til, at Eysturoyingur skuldi vinna róðurin, men seinastu 100 metrarnar gjørdi Klaksvíkingur ein øgiligan spurt.

Og nú er greitt, at dómararnir duga ikki at taka dagar ímillum, hvør av bátunum var fyrstur um málið.

Og stendur á jøvnum millum teir báðar fremstu bátarnar, so áseta reglurnar, at rógvast skal av nýggjum millum hesar.