Hvørja einastu ferð ið fólk nevna video-ráðstevna og tað tey nevnd tele-presence, er talan í flestu førum um seriøsar fundir.
Men tøknin kann brúkast til nógv annað enn tað, sambært Preben Mejer, sum er stovnari av Innovation Lab.
Hann var ein av luttakarunum við eitt rundborðs-tjak um video-ráðstevnur, sum fyritøkan Cisco júst hevur skipað fyri. Og Cisco er ikki hvør sum helst. Fyrr í ár keyptu tey nevniliga video-ráðstevnuna hjá Tandberg, ið verður mett sum serfrøðingur á hesum økinum.
Hetta rundbors-tjakið varð sjálvandi gjørt við hjálp av tele-presence. Við pallborðið sótu fólk úr Noregi, Danmark, Svøríki og Onglandi.
- Vit hava í eitt ár brúkt hesa báðar skipanirnar, tá talan hevur verið um ráðstevnur. Men so líðandi eru vit farin at brúka hetta á ein meiri óformellan máta, greiðir Preben Mejer frá til danskar fjølmiðlar.
Óformelt
Eitt av teimum nýggju ætlanunum, sum Innovation Lab arbeiðir við, er tað tey kalla “flótandi tele-presence”.
Her verður tøknin brúkt á ymiskum stigum og á ein hátt, sum í størri mun lýsir tann mátan sum starvsfólkini arbeiða.
Umframt ta vanligu skipanina hevur fyritøkan eisini ment ein video-vegg við teirra køki, sum allatíðina sendir myndir millum deildir teirra í Keypmannahavn og Århus.
- Í eini fyritøku sum okkara, har treytin er ein stríður streymur av hugskotum, eru tær formellu loysnirnar ikki serliga vælegnaðar. Tað er sjálvandi ein øðrvísi støða, um talan var um eina sakføraraskrivstovu.
- Men vit uppliva í øllum førum, at tann óformella loysnin riggar munandi betri, sigur hann sambært heimasíðuni eb.dk.
Jólaborð
Video-veggurin hevur gjørt sítt til, at starvsfólkini ofta taka eitt virtuelt prát við fólk í hinari deildini, á sama hátt sum onnur gera tað við kaffi-automatina.
Sum eitt heilt annað hava tey hjá Innovation Lab eisini skipað fyri “morgunmati” við gestum uttanífrá og video millum tær báðar deildirnar. So løgið tað enn kann ljóða, var ikki líkt til at forðingar vóru fyri at savnast soleiðis, í mun til at vera saman sum mannamúgva.
Millum teir meiri ótradisjonellu mátarnar at brúka tele-presence er jólaborðhaldið hjá fyritøkuni. Her varð tøknin tikin í brúk til eitt felags jólaborð millum deildirnar í Keypmannahavn og Århus og endaði við felagssangi við video-veggin.
Sig so ikki, at tøknin ikki gevur nýggjar og óroyndar møguleikar - sjálvt til eitt jólaborðhald.