Umsitingin: Uppskotið um stjórnarskipan skal burturvísast

Uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt, og tí heldur ikki búgvið til støðutakan hjá Løgtinginum, sigur løgtingsstjórin.

Løgtingsumsitingin mælir formansskapinum til at geva løgtingsformanninum samtykki at mæla tinginum til at burturvísa uppskotinum hjá løgmanni um nýggja føroyska stjórnarskipan.

 

Sum Sosialurin og in.fo skrivaðu í síðstu viku, hevur umsitingin hjá løgtinginum havt fleiri atfinningar móti stjórnarskipanaruppskotinum, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, legði fyri tingið fyrr í ár. Í morgun er uppskotið so vorðið alment.

 

- Umsitingin heldur ikki, at at uppskotið í verandi líki er búgvið at leggja fyri tingið, skrivar Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri. Hann heldur, at tá talan er um eina komandi stjórnarskipan, sum eftir ætlan skal vera karmur um rættarsamfelagið Føroyar í komandi tíðum, eigur uppskotið at vera greitt og fullfíggjað.'

- Av tí at talan er um eina stjórnarskipan, metir umsitingin tað hava somikið størri týdning, at uppskotið er væl gjøgnumarbeitt, skrivar umsitingin og minnir á, at ein stjórnarskipan ikki einans er eitt skjal, men eisini karmur um alla ta lóggávu, sum seinni skal gerast

 

- Nógvar ásetingar í uppskotinum eru lítið ítøkiligar, og hava ongar viðmerkingar at stuðla seg til, aðrar eru nakað broyttar í mun til fyrru stjórnarskipnararuppskotini, sum hava verið í Løgtinginum, og tí er ógvuliga ivasamt, um tær viðmerkingarnar kunnu  nýtast sum tulkingaríkast til hetta uppskotið, og í triðja lagi eru ásetingarnar um fíggjarviðurskiftini nýggjar og torskildar og hava ongar viðmerkingar yvirhøvur at stuðla seg til, skrivar løgtingsstjórin.

 

- Um hesar ásetingar ikki eru greiðar, verður trupult nakrantíð at staðfesta, hvørt eitt komandi løgtingslógaruppskot  er innanfyri ella uttanfyri hesar karmar, sigur Jonhard Klettheyggj, sum eisini nevnir, at til samanberingar hevur tað arbeiðið og tær viðmerkingar, sum liggja aftanfyri verandi stýrisskipanarlóg verið gull verdar sum tulkingargrundarlag fyri hesi.

- Men somu ambitiónir kunnu ikki sigast at vera galdandi fyri hetta uppskotið, sigur hann, og nevnir síðani fleiri greinar, har hann metir, at alneyðugt er við nærri frágreiðingum ella serligum viðmerkingum fyri at lógin skal kunna tæna sínum endamáli í framtíðini.

 

Løgtingsstjórin heitir tí á formansskapin um at biðja løgtingsformannin um at mæla tinginum til at burturvísa uppskotinum.

- Uppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt, og tí heldur ikki búgvið til støðutakan hjá Løgtinginum. Tað er ikki nøktandi, at ein stjórnarskipan, sum skal vera grundarlag undir okkara rættarsamfelagi og eisini eitt arbeiðsamboð hjá Løgtinginum, ikki hevur viðmerkingar, sum nágreina ella í minsta lagi hugleiða um tær einstøku greinirnar, skrivar Jonhard Klettheyggj.