Umsorgan er nakað tú gert, og ikki bara tosar um

Besta dømið um hetta, er ein mamma. Hon tosar ikki umsorgan, nei hon vísir tað í gerningi, hon tekur barnið til sín, tá hon veit og sær at barnið treingir til nærkontakt. Hon vísir í gerningi hvat umsorgan er.

Javnaðarflokkurin hevur umsorgan fyri øllum. Vit arbeiða fyri, at tey eldru, sum ynskja tað, fáa røktarheimspláss, ella fáa hjálp til at verða longst møguligt í egnum heimi. Í tí sambandi má Heimarøktin stuðlast meira fíggjarliga, so tey kunnu veita samdøgursrøkt. Fólkapensjónin skal hækka, og har kunnu vit nú lova í minsta lagi 500 kr. um mánaðin, umframt samhaldsfasta, sum samanlagt fer at geva umleið 12.000 kr. árliga, ella kanska meira. At blíva einkja ella einkjumaður, viðførir ikki bara ein sálarligan niðurtúr, men eisini ein fíggjarligan niðurtúr fyri tey flestu. Javnaðarflokkurin vil arbeiða fyri at tit fáa bæði sálarligan og fíggjarligan styrk.

Okkara besta rávøra er okkara ungdómur. Tað eru tit, sum skulu taka yvir, tá vit leggja árarnar inn. Javnaðarflokkurin stuðlar tykkum. Vit vilja, at tit fáa lestrarstuðul frá tit eru 16 ára gomul, óheft av hvat fyri inntøku tykkara foreldur hava. So standa tit javnbjóðis tykkara javnaldrum.

Ein stórur trupulleiki í miðstaðarøkinum í dag er at fáa eina íbúð, her hugsi eg serliga um tey, sum koma til Havnar í lestrarørindum. Tey, sum eru heppin at fáa eina íbúð, hava ikki ráð at gjalda fyri eina slíka, uttan so at foreldrini kunnu hjálpa til. Her mangla vit ein íbúðarpolitikk. Tann, sum leigar út, ger tað fyri at fáa eina inntøku, men eg havi ikki enn hoyrt nakran, sum hevur vunnið sær nakað av peningi av at leiga út, tí alt fer upp í skatti. Her má ein loysn finnast, bæði fyri tann, ið útleigar, og fyri tann, sum leigar sær eina íbúð. Her má eitt loft setast fyri, nær ein skal gjalda skatt av leiguinntøkuni, og eitt loft setast fyri, hvussu nógv hin lesandi skal gjalda.

Mentan fargar okkara verð. Mentan er lívið, og umvent. Onkur sigur, at um mentanin verður stuðlað við einari krónu, fáa vit fimm krónur afturfyri. Tað sigur seg sjálvt. Øll, ið fáa stuðul, menniskjaligan ella peningaligan, fáa eitt upplivilsi av ríkidømi, tey kenna seg menniskjaliga ella peningaliga ríkari. Orðatakið um, at tá tað regnar á prestin, ja so dryppar á deknin, er ikki komið av ongum.

Javnaðarflokkurin stuðlar okkara mentunnarlívi.

Gott javnaðarval!


Joan Ziskason, Javnaðarflokkurin