Umstríddi Thiago Pinto Borges hevur síðan hann bleiv burturvístur úr 07 Vestur, leitað eftir nýggjum felag. Í dag hevur hann gjørt sáttmála við danska felagið, Avarta.
Les eisini: Eg vil bara spæla fótbólt
28 ára gamli brasiliumaðurin, Thiago Pinto Borges, ið hevur royndir úr donsku Superliguni, skuldi upprunaliga í ár spæla fyri 07 Vestur í bestu føroysku deildini. Men stutt eftir at Thiago Pinto Borges var komin til landið, boðaði 07 Vestur frá, at sáttmálin við brasiliumannin varð koyrdur úr gildið.
Les eisini: Thiago tveittur úr 07 Vestur
Orsøkin var ein sak um samskifti við eina gentu, sum var undir aldur, tá hann spældi í Íslandi. 07 Vestur greiddi frá, at felagið ikki ynskti at koma í møguligar trupulleikar av sakini, ið eisini umhandlaði ónærisligar myndir.
Síðani royndarvandi Thiago Pinto Borges við HB, har tað ikki bleiv til sáttmála. Men í dag hevur umstríddi brasiliumaðurin loksins skriva sáttmála. Thiago Pinto Borges hevur skriva ein tvey ára sáttmála við danska felagið, Avarta, har hann eisini hevur leikt seinasta hálva árið.
Bold.dk skrivar, at Avarta fyri eini viku síðani varð góðkent sum felag, sum kundi skriva sáttmálar við leikarar, og at Thiago Pinto Borges er ein av fyrstu leikarunum sum hevur bundið seg til Avarta, sum spælir í triðbestu donsku deildini.