Umstríddur flóttamaður fimm ára fongsul

Í Noregi er irakin Mullah Krekar dømdur fimm ára fongsul fyri hóttanir

Mullah Krekar ella Najmuddin Faraj Ahmad, sum hann av røttum eitur, kom úr Irak til Noregs sum flóttamaður í 1991. Tað vísti seg kortini skjótt, at hann var ikki ein vanligur flóttamaður, tí tey næstu árini var hann fleiri ferðir í Irak og royndi at skipa ein islamistiskan felagsskap í tí kurdiska partinum av landinum.

Í 2001 gjørdist Mullah Krekar formaður í Ansar al-Islam, sum sambært amerikanarum er ein yvirgangsfelagsskapur, og árið eftir gjørdi táverandi kommunumálaráðharrin, Erna Solberg, av at vísa honum úr Noregi. Útvísingin bleiv tó ongantíð sett í verk, tí tað var vandi fyri, at Mullah Krekar kundi fáa deyðarevsing, um hann kom aftur til Irak.

Mullah Krekar hevur fleiri ferðir sagt sína meining um norskar myndugleikar og onnur, og tað kostaði honum mánadagin fimm ára fongsul. Hann fekk hálvt triðja ár fyri at hava hótt tríggjar kurdar, sum settu eld á partar av koranini, og so fekk hann 30 mánaðir handan rimarnar fyri at hava hótt Ernu Solberg eftir lívinum.

Tað endaliga orðið er ikki sagt, tí tann umstríddi flóttamaðurin kærdi fongsulsdómin alt fyri eitt.