Umstrítt evni í donskum sigarettum

Skandinavisk Tobakskompagni, sum millum annað ger sigarettirnar Prince og Prince Light, hevur brúkt eitt evni, sum ger, at fólk fáa meiri nikotin niður í seg, enn upplýsingarnar uttan á pakkanum siga.

Tað kom í dag fram í Eystara Landsrætti, sum viðger eitt mál, sum fyrrverandi roykjarin Allan Lykke Jensen hevur lagt ímóti Skandinavisk Tobakskompagni. Hann vil vera við, at verksmiðjan hevur koyrt eitt evni í Prince-sigarettirnar, ið ger, at fólk fáa meiri nikotin niður í seg, enn verksmiðjan sigur uttan á pakkanum.

Í dag avhoyrdi rætturin ein fyrrverandi starvsmann hjá tubbaksverksmiðjuni, og hann greiddi frá, at tá hann arbeiddi har, brúkti verksmiðjan evnið "Emerge", sum ger, at meiri nikotin er í sigarettunum, enn fólk halda. Maðurin gavst hjá verksmiðjuni í 2002, og hann dugdi tí ikki at siga, um verksmiðjan brúkar hetta evnið í dag.

Fyrrverandi starvsmaðurin legði dent á, at Skandinavisk Tobakskompagni hevur ikki brúkt Emerge til Prince-sigarettir, men til Lucky Strike, sum verksmiðjan gjørdi eftir loyvi frá einum amerikanskari tubbaksverksmiðju.

Allan Lykke Jensen, sum hevur stevnt Skandinavisk Tobakskompagni, roykti Prince i næstan 50 ár.