Umstrídd orkustøð í Hoyvík verður grønari

Nú verður møguleikin kannaður at gera orkustøðina, sum skal byggjast í Hoyvík, nógv grønari enn upprunaliga ætlað

Nú verður møguleikin kannaður at gera orkustøðina, sum skal byggjast í Hoyvík, nógv grønari enn upprunaliga ætlað.

 

Orskustøðin, sum skal gerast í Hoyvík, skal tryggja Havnini meiri grøna orku, enn upprunaliga ætlað.

 

Tað sigur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Býráð.

 

Fjarðhitafelagið hevur ætlað at byggja eina orkustøð í Klingruni í Hoyvík.

 

Orkustøðin skal útgerðast við oljufýringum, sum skal tryggja havnarfólki hita til húsini, tá ið Fjarðhitafelagið onkusvegna ikki røkkur.

 

Nóg mótmæli hava verið ímóti ætlanini, tó fólk stúra fyri dálkandi útlátið og upp undir býráðsvalið var orkustøðin eitt ógvuliga umstrítt evni í valstríðnum.

 

Men nú SEV fer at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga, eru fortreytirnar fyri orkustøðini munandi broyttar.

 

Elin Lindenskov sigur, at nú verður møguleikin kannaður, at Fjarðhitafelagið keypir avlopshita frá vindmyllunum.

 

Hitin skal goymast í einum stórum vatntanga á orkustøðini og veitast til hús og bygningar í Havnini, tá ið tørvur er á tí.

 

Sostatt verður nógv minni tørvur á oljufýring á orkustøðini enn upprunaliga ætlað.

 

Forkvinnan í Teknisku nevnd sigur, at møguleikarnir við fjarðhita, eru góðir.

 

- Á fundi við Fjarðhitafelagið, havi eg fingið at vita, at tað er so nógvur avlopshiti, at í roynd og veru er nóg mikið av fjarðhita til alla Havnina, eisini við at brúka avlopshita frá vindmyllunum.

 

Og tað eigur býráðið at raðfesta hesi næstu árini, heldur hon.

 

Men hon nevnir eisini, at hitarør eru løgd í Tórsvølli, sum ætlanin er at binda í, so at kavi ikki legst á hann.

 

Samstundis eru Kringvarpshúsið, Norðurlandahúsið, ætlaði musikkskúlin, og Marknagilsdepilin, sum Elin Lindenskov heldur, tað er rættiliga sjálvsagt at knýta í  Fjarðhitafelagið.

 

Men eisini Landssjúkrahúsið hevur søkt um at knýta í fjarðhitafelagið, sigur Elin Lindenskov.

 

Men so má kommunan fyrst leggja rørini. Fyrsta avbjóðingin verður at leggja rørini oman eftir Sundsvegnum og haðani víðari í býin, sigur forkvinnan í Teknisku nevnd.

 

Á myndini er Elin Lindenskov á býráðsfundi í Havn, undir liðini á Levi Mørk, sum hevur tikið sæti í býráðnum sum varamaður fyri Bjørghild Djurhuus, sum hevur biðið um farloyvi í eina tíð.