Tveir dystir verða spældir í bestu kvinnudeildini í dag.
Í Klaksvík er satt brak á skránni, tá Tjaldur kemur á vitjan. Tjaldur hevur alt kappingarárið elt møguleikan fyri plássi í FM-finaluni, og tann møguleikin stendur nógv sterkari, megna tær at fáa nakað við sær móti oddaliðnum í deildini.
Samstundis er talan um undanframførslu av steypafinaluni, sum verður komandi leygardag, og einki er at ivast í, at Stjørnan vil nýta hetta høvið til at staðfesta, at Tjaldur ikki skal rokna við nøkrum til ta tíð.
Hin dysturin í dag er á Skála, har Kyndil væl kann fáa staðfest sína støðu sum niðurflytari.
StÍF hevur higar til vunnið tveir dystir móti Kyndilskvinnunum, og skulu tær grønu hava nakra vón at bjarga sessinum í deildini, skulu tær hava tvey stig við sær heimaftur.
Á Skála byrjar dysturin klokkan 14.30, meðan dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 15.
Triði dysturin, sum skuldi spælast hetta vikuskiftið, var millum Neistan og VB, men av givnu umstøðunum er hesin útsettur.