Undarlig reglugerð kring Prix'ið og AME

- Tað er eitt sindur hugstoytt, at tá mann roynir at fáa so nógv fólk at koma til Føroyar fyri at uppliva føroyskan tónleik og at skriva um Føroyar og føroyskan tónleik, at mann ikki kann fara inn og stuðla tí fíggjarliga frá tí almenna. Tað er eitt sindur undarligt, sigur Fróði Vestergaard, ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Prix Føroyar og Atlantic Music Event

Atlantic Music Event 2005 er av, og fólk spyrja, um tiltakið verður aftur næsta ár. Fróði Vestergaard sigur, Prix Føroyar er annaðhvørt ár, og um vit skulu hava eitt gallashow sum AME við nomineringum, so má tað verða hvørt ár.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


 - Men tað er ein spurningur um arbeiðsorku og pengar. Trupulleikin hjá okkum er, at tað er sera trupult at fáa fíggjarligan stuðul til bæði Prix Føroyar og Atlantic Music Event, tí teir sum játta pengarnar siga, at hetta er ein almennur stovnur ella fyritøka við tað, at Norðurlandahúsið, Sjónvarpið og Útvarpið skipa fyri saman við FUT. Hetta sjálvt um alt tað, sum er í tiltakinum, er privat, sigur Fróði Vestergaard.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Undarlig reglugerð<o:p></o:p>


Fróði Vestergaard sigur, at allir bólkarnir eru privatir, og at roynt verður at marknaðarføra teir, men Vinnuframagrunnurin kann til dømis ikki stuðla Atlantic Music Event, tí tað verður ikki hildið, at tiltakið er vinnuligt. <o:p></o:p>


 - Men vit meina, at tað er vinnuligt. Tað er vinnuligt at marknaðarføra føroyskan tónleik. Tað er ein undarlig reglugerð, sum er galdandi har, tí um vit fingu eitt sindur av pengum har, so kundi mann havt Atlantic Music Event á hvørjum ári. Og Vinnumálaráðið hevur heldur ikki stuðlað tí, sigur Fróði Vestergaard.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Privatur kapitalur<o:p></o:p>


 - Føroya Sparikassi hevur sjálvandi verið inni sum ein av teimum stóru sponsorunum og stuðla okkum við pengum. Og so er tað Atlantic Airways, sum ger tað, at vit kunnu flúgva út í heimin. Orsøkin til, at Atlantic Airways stuðlar tiltakinum er sjálvandi fyri at stuðla føroyskum tónleiki og fyri at fáa fleiri fólk at ferðast til Føroyar, sigur Fróði Vestergaard.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Um mentanin blomstrar...<o:p></o:p>


 - Lat okkum siga, at vit gera eina konsert í Vega. Har koma 500 fólk. Kanska eini 80 av teimum fingu hug at fara til Føroyar aftaná at hava upplivað føroyskan tónleik í Vega, og hesi fólkini fylla eitt flogfar. So ringvirkningarnir eru so øgiligir. Um tað er gott tónleikalív í Føroyum, og um mentanin í Føroyum blomstrar, jamen so er tað nógv meira spennandi at fara til Føroyar sum ferðamaður, sigur Fróði Vestergaard.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hugsa ov snævurt<o:p></o:p>


 - So vit mugu hugsa eitt sindur longri enn bara at siga at?hetta her er ikki vinnuligt.? Mann hugsar ov snævurt. Men takk til Sparikassan og Atlantic. Aðrir sponsorar eru faktiskt komnir niðrifrá. So vit kunnu siga, at tað eru tilførdir øgiliga nógvir pengar útifrá til Føroyar. Landið fær jú eisini pengar inn upp á MVG og so víðari. Tí er tað eitt sindur hugstoytt, at tá mann roynir at fáa so nógv fólk at koma til Føroyar fyri at uppliva føroyskan tónleik og at skriva um Føroyar og føroyskan tónleik, at mann ikki kann fara inn og stuðla tí fíggjarliga frá tí almenna. Tað er eitt sindur undarligt, sigur Fróði Vestergaard.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


--<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Myndatekstur: - Tað er ein undarlig reglugerð, sum er galdandi har, tí um vit fingu eitt sindur av pengum har, so kundi mann havt Atlantic Music Event á hvørjum ári, sigur Fróði Vestergaard, sum er ein av høvuðsfyriskiparunum av Atlantic Music Event.